mikudagur 25. januar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Kl.19.30 í kvøld verður sera
spennandi
seinna
hálv
finala í Coca Cola-steypa
kappingini hjá monnum,
har H71 tekur ímóti Neista
num. Dysturin er víðopin
eftir javnleik 22-22 í fyrra
dystinum.
Neistin hevur styrkt seg
við Tummas Paula Hanusar
syni og Daniel Hanssyni,
og spennandi verður at
síggja, um teir kunnu gera
nakran mun og tryggja
Neistanum, sum annars má
metast at vera favorittur,
finaluplássið.
Kl.20 leggur høllin á Hálsi
gólv til seinnu hálvfinaluna
í
steypakappingini
hjá
kvinnum, har VB hevur
vunnið sær gott útgangs
støði til at røkka finaluni.
Tær vunnu nevniliga fyrra
dystin ímóti Kyndli 26-21, og
verður uppgávan hjá ungu
kyndilskvinnunum
tískil
stór.
Tvær hálvfinalur í kvøld
Pætur Albinus
Ein fullsett høll á Hálsi við
áskoðarum í góðum hýri
legði í gjárkvøldið lunnar
undir ein sera spennandi
seinna hálvfinaludyst í Coca
Cola-Steypakappingini, har
Stjørnan hevði ein hvørvandi
lítlan fyrimun, eftir at tær
vunnu fyrru hálvfinaluna
tepurt 25-24 ímóti Neistan.
Einki var avgjørt undan
dystinum, og tað skuldi eisini
vísa seg, at seinastu sekund
ini í dystinum gjørdust av
gerandi.
Heimaliðið munin
Gongdin var sera jøvn at
byrja við og var tað eyðsæð,
at eingin vildi gera óneyð
ugar villur í heusm avger
andi dystinum. Tað var tó
Neistin, sum sýndi størri
áræði í álopsparti teirra og
við longum og góðum álop
um
stressaðu
Stjørnuna
um miðjan fyrra hálvleik,
og vunnu tær bláu sær við
hesum eisini ein lítlan mun,
sum tær megnaðu at halda
til hálvleiks.
Neistin var á odda 12-10 í
hálvleikinum.
Stjørnan vann
seg aftur
Í seinna hálvleiki var gongd
in at kalla tann sama, sum
í fyrra. Eingin vildi kasta
nakað fyri borð, men bundu
liðini væl um í verjuni, sum
eisini speglast í teimum fáu
málunum, sum komu í dysti
num. Kanska serliga verjan
hjá Neistanum stóð seg væl,
har eitt nú Birita Wardum
einu
løtuna
fullkomiliga
pakkaði Simonu Petersen
niður. Simona vísti tó sín
klassa og bleiv við átta mál
um sínum toppskjútti í dysti
num.
Erla Eliasen stóð ein
branddyst í málinum hjá
Neistanum, og við sjáldsama
nógvum bjargingum var hon
eisini atvoldin til, at Neistin
miðskeiðis í seinna hálvleiki
var á odda við fýra málum.
Júst, sum Neistin hevði
størsta møguleikan at avgera
dystin, gjørdu tær alt, sum
tær ikki máttu gera. Fingu
útvísingar, spældu illa, skutu
illa og stóðu illa í verjuni. Tað
var eins og nervar darvaðu
teimum, og tá hetta als ikki
var støðan hjá Stjørnuni,
somuleiðis sum innskifta
Guðrun í Lágabø tók alt
í málinum, so ótu tær úr
Klaksvík seg inn á Neistan og
tveir minuttir undan leikloki
javnaðu tær á fyrsta sinni í
hesum hálvleikinum.
Løtan kundi ikki verið
betri, tí tær úr Neistanum
høvdu einki aftursvar og við
19-19-javnleiki er tað Stjørn
an, sum við samanløgdum
44-43-sigri kann fyrireika seg
til steypafinaluna 11. februar.
Stjørnan er í steypafinaluni
Hondbóltur Eftir ein sannan gysara í høllini á Hálsi týskvøldið er tað Stjørnan, sum við
samanløgdum 44-43-sigri sendi Neistan úr kappingini og er í steypafinaluni
Neistin – Stjørnan 19-19 (12-10)
Neistin: Barbara Brauer (7) Nicoleta R. Hansen (4)
Jacklin Durhuus (3) Marjun F. Danberg (2) Bára Hansen
(1) Annika Thomsen (1) Anja Eliasen (1)
Útvísingar: 3x2min.
Stjørnan: Simona Petersen (8) Lovisa Lassen (4) Una
Olsen (2) Bára S. Klakstein (2) Annika Ljósstein (1)
Corina Demeterca (1) Judit Hansen (1)
Útvísingar: 3x2min.
Hondbóltur Hjá monnum er púra opið ímillum Neistan og H71 at koma í steypafinaluna, meðan kvinnurnar
hjá VB hava annað beinið í finaluni undan dystinum ímóti Kyndli. Alt hetta verður avgjørt í kvøld.