mikudagur 25. januar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
em-hóndbóltur
Í stórum fótbóltskappingum ber
Týskland orð fyri at gerast betri
og betri, sum kappingini líður, og
onkur hevur havt hug at siga tað
sama um hondbóltslandsliðið í
EM-kappingini í Serbia. Tað er
ein sannroynd, at liðið fekk eina
vánaliga byrjan, men at tað hevur
gingið betur síðani.
Ímóti dønum gekk ikki. Men
tað kom kanska ikki so óvart
á týskararnar, tí teir hava havt
stórar trupulleikar við Danmark
tey seinnu árini. Aftan á dystin
fyrradagin ásannaði týski venjarin,
Martin Heuberger, at teir høvdu
tapt fyri einum betri ella í hvussu
er klókari liði.
Men Týskland er ikki liðugt í
kappingini. Í dag skal liðið spæla
ímóti Póllandi, og tá fellur avgerðin.
Týski spælskiparin, Michael Haaß,
heldur, at hevði dysturin ímóti
Danmark vera tann avgerandi,
høvdu
týskararnir
vunnið
á
dønum.
– Dysturin ímóti dønum var
okkara fyrsti matchbóltur, og vit
hava ein eftir. Kanska hevði tað
verið betur, um vit bara høvdu havt
ein. Nú eru vit í einari støðu, sum
vit helst vildu sloppið undan, tí nú
skulu vit vitta, sigur Michael Haaß
við týsku tíðindastovuna DPA.
Dysturin millum Týskland og
Pólland byrjar klokkan 15.15 okkara
tíð.
arni@sosialurin.fo
Árni Joensen
Tað var einki at siga til, at teir
serbisku landsliðsspælararnir
vóru ovurfegnir fyrrakvøldið,
tá teir høvdu vunnið 24-21 á
svium. Við sigrinum høvdu teir
tryggjað sær eitt av plássunum
í hálvfinaluni, og ivaleyst
mundu teir eisini vera fegnir
um, at avgerðin ikki skuldi
fella í teirra seinasta dysti, sum
er ímóti grannunum úr Make
donia í kvøld. Tað hevði verið
dystur!
Tað er eitt stórt framstig
fyri serbiskan manshondbólt,
at landsliðið er komið í EM-
hálvfinaluna. Síðani skilnaðin
frá júst Makedonia fyri seks
árum síðani hevur Serbia ikki
gjørt serliga nógv um seg í
millumtjóða hondbólti. Satt
at siga er 8. plássið í HM-kapp
ingini í 2009 tað frægasta úrs
litið hesi árini.
Men í EM-kappingini á
heimavølli hevur eingin kunnað
bast serbum enn. Teir hava eitt
lið við fleiri javnt góðum spæl
arum úti á vøllinum og einum
framúrskarandi Darko Stanic
í málinum. Og so hava teir
spælt fyri fullum hallum, har
nógv tvey flestu eru teirra við
haldsfólk.
Grannauppgerðin millum
Serbia og Makedonia verður í
kvøld kl. 19.15.
arni@sosialuri.fo
Árni Joensen
Vanliga plagar tað ikki at vera
trupult hjá dønum at seta seg
upp til ein dyst ímóti svium, sama
um tað er hondbóltur ella fót
bóltur. Men støðan undan dags
ins
týdningarmiklu
uppgerð
í
EM-hondbóltskappingini er ikki
vanlig.
Danir vita, at teir skulu vinna,
men ikki fyrr enn ein hálvan tíma
undan dystinum vita teir, um teir
fá nakað burturúr at vinna. Tað
er treytað av, at póllendingar basa
týskarum. Í stuttum sær støðan hjá
dønum soleiðis út:
1. Danmark kemur í hálvfinaluna,
um landið vinnur á Svøríki, og
Pólland vinnur á Týsklandi.
2. Spæla Týskland og Pólland
javnt, skal Danmark framvegis
vinna á svium. So enda danir og
týskarar við seks stigum í part, men
so fara danir í hálvfinaluna, tí teir
vunnu á týskarunum fyrradagin.
Dysturin millum Danmark og
Svøríki byrjar klokkan 17.15.
arni@sosialurin.fo
Vertslandið
vísti vegin
Hóndbóltur Teir trúgvu
serbisku áskoðararnir hava fingið
fult fyri áskoðaragjaldið, tí sum
tað fyrsta landið hevur Serbia
spælt seg í hálvfinaluna
Aftasti skansin hjá serbum, málverjin Darko
Stanic, hevur havt eina sera góða kapping
Týskararnir ikki mist vónina
Danir biðja
enn um hjálp
Hóndbóltur Eftir tveir sigrar sita danir sum á nálum og
biðja eftir at fáa hjálp frá póllendingum seinnapartin
Danski vongurin Anders Eggert spældi sín besta dyst ímóti Týsklandi, har hann eisini spælir dagliga