mikudagur 25. januar 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Árni Joensen
Men tað kom neyvan óvart á tey,
sum hava fylgt við kappingini,
og tann so sigursvandi franski
landsliðsvenjarin, Claude Onesta,
staðfesti veruleikan, tá fjølmiðlarnir
fingu orðið á hann beint eftir tapið
ímóti kroatum:
– Vit eru langt frá okkara besta,
og teir olympisku leikirnir í summ
ar fara at vísa, at tað verður tann
seinasta stóra kappingin hjá tí
ættarliðnum, sum nú er rygurin á
liðnum, segði hann sinniliga.
Fransmenn skuldu vinna á
kroatum fyri at varðveita vónina
um at sleppa í hálvfinaluna. Teir
hildu eisini tørn, og av tí at Thierry
Omeyer spældi sín frægasta dyst í
málinum í hesari kappingini, vóru
fransmenn á odda 12-11 í hálv
leikinum. Men í seinna hálvleiki var
týðiligur munur á liðunum, og tað
seinasta korterið var næstan bara
eitt lið á vøllinum. Sjálvt Omeyer
misti takið, og ta seinastu løtuni
gjørdu teir kroatisku skjúttarnir
næstan, sum teimum lyfti, og tí
endaði dysturin við einum greiðum
sigri, 29-22.
Ikki sørt sigandi, at Nikola
Karabatic fekk ikki sítt navn á mál
skjúttalistan.
Spanskir favorittar
Spania hevði ikki stórvegis trupul
leikar at spæla seg í hálvfinaluna.
Í dystinum ímóti Íslandi í gjár
var í roynd og veru ongantíð ivi
um úrslitið, og endin var eisini, at
spaniumenn vunnu trygt 31-26.
Tað gjørdi so eisini, at íslend
ingar mistu tann seinasta lítla
møguleikan at røkka hálvfinaluni.
Dysturin millum Spania og
Ísland vísti, at tað spanska liðið er
eitt gott boð upp á meistaraheitið.
Teir hava eina stóra breidd úti á
vøllinum við einari arbeiðssamari
og sterkari verju og góðum góðum
málskjúttum. So hava teir tveir
sera góðar málverjar, og soleiðis
sum liðið hevur spælt er tað
ikki óhugsandi, at teir sponsku
hondbóltsspælararnir
fara
at
gera sama bragdið sum landsins
fótbóltsspælarar.
Slovenar hjálptu kroatum
Nakrar tímar eftir at spaniumenn
høvdu tryggjað sær eitt av pláss
unum í hálvfinaluni, fekk Kroatia
hitt plássið hjá bólkinum. Kroatar
spældu kortini ikki sjálvir, men
tað vóru grannarnir úr Slovenia,
sum rættu teimum eina hjálpandi
hond.
Slovenia spældi ímóti Ungarn.
Ungarar høvdu meiri at spæla fyri,
tí vunnu teir dystin, kundu teir
sleppa í hálvfinaluna við at vinna
á Kroatia í seinasta dystinum í
millumumfarinum.
Men ungarar megnaðu als ikki at
standa undir trýstinum frá teimum
yngru slovensku spælarunum. Slo
venar vístu skilagott spæl, og ung
arska liðið fekk ongantíð fatur á tí
góða spælinum, sum tað vísti ímóti
Fraklandi og Spania í tí innleiðandi
umfarinum. Endin av dystinum var,
at Slovenia vann 33-30.
arni@sosialurin.fo
em-hóndbóltur
Zoltán Heister, sum hevur verið
venjari hjá slovakiska mans
landsliðnum í hondbólti, hevur
sagt starvið frá sær. Sum skilst
tók hann avgerðina, tá liðið
tapti 24-41 ímóti póllendingum
og endaði niðast í bólki A í EM-
kappingini og tí ikki slapp í
millumumfarið.
Zoltán Heister stóð á odda fyri
slovakiska manslandsliðnum í 99
dystum, og í seinasta dystinum
undir hansara leiðslu megnaði
liðið at fáa javnleik, 21-21, ímóti
EM-vertunum úr Serbia. Her
kann verða lagt afturat, at hetta
var triðju ferð, at Slovakia var
í einari EM-kapping, og stigið
ímóti Serbia var tað hjá lands
inum nakrantíð.
arni@sosialurin.fo
Ein venjari givin
Var hatta farvæl Frakland?
Hóndbóltur Tá hallarklokkan í høllini í Novi Sad endaði EM-dystin millum Frakland og Kroatia seinnapartin
í gjár, var tað ein sannroynd, at tað tað franska manslandsliðið fór ikki at endurvinna meistaraheitið hesaferð
Claude Onesta og Nikola Karabatic
hava verið ímyndin av fronskum
hondbólti tey seinastu nógvu
árini, men nú bendir okkurt á,
at hetta skeiðið fer at styttast
Guðjón Valur Sigurðsson, Arnór Atlason og teirra liðfelagar fingu einki
gjørt við Eduardo Gurbindo og hinar spaniumenninar