Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 8. partur Eg havi fyrr umrøtt annað húsið á Skorpusoyruni norðanfyri Langa­ sand. Hetta var í sambandi við Hans Jacob Andreassen, sum fórst við “Ernestinu” í 1930. Jóan Petur á Langasandi hevði keypt húsini hjá Hans Jacob. Men tey fluttu seinni yvir um sundið til Norðskála. Eg var eina ferð og vitjaði eina vinkonu hjá mær í Valhøll í Syðru­ gøtu, sum tá var ein partur av røkt­ arheiminum í Runavík. Nú rópar ein: “Hensia kom her!” Eg hyggi, nú er tað Jona á Langa­ sandi, kona Jóan Petur. Hon var dóttir Sørin í Hósvík. Hon segði, at hon kendi meg á málinum. Tá var tað langt síðan, at eg hevði sæð hana. Tá sigur Jona: “Eitt vil eg siga tær, áðrenn eg lati eyguni aftur. Jóan Petur, maður mín, var við “Irex”, har pápi tín var skipari. Tá hevði pápi tín eina ferð bjóðað manningini til møti inni hjá tykkum. Teir vóru nokk so nógvir har. Ottosen, ein danskur trúboðari hjá heimamissióni, var eisini við á møtinum. Hann stillar teg á torvkassan og biður teg nú syngja. Jóan Petur segði seg ongantíð hava hoyrt eina so vakra barnarødd. Sang­urin var: “Kom I kære, kom at skue Frelseren på Golgata.“ Tað var ikki missiónhús í Streym­ nes. Møti vórðu hildin í gamla skúla. So vóru tað eftirmøtir. Tey plagdi at vera hjá okkum og uppi hjá pápabeiggja mínum, Grækaris, og inni hjá Peri, sum hevði eini stór hús. Eg kann nevna onkra søgu aft­ urat um pápa og mammu, sum eis­ ini lýsir teirra andaliga lív. Einaferð var so ræðuligt veður, orkan var alla staðni. Mamma vakn­ aði og var so trong. Hon sá pápa fyri sær, og hann bað hana biðja fyri sær. Tað gjørdi hon sjálv­andi. Tá ið hann kom heim aftur og fortaldi henni um ringa túrin, funnu tey útav, at hetta var júst um somu tíð, sum hon hevði sæð hann fyri sær. Tá gjørdist ein geiri á sjónum, har teir kundu sigla, og teir komu væl burtur úr tí. Annars gekk eg eisini í sunnu­ dagsskúla í Hvalvík. Hesin sunnu­ dagsskúli byrjaði í 1923, og tá var tað Elsa Joensen í Ólavsstovu, sum skipaði fyri. Hon var systir Ólav av Heygum í Vestmanna. Í 1929 gingu eini 30 børn í sunnudagsskúla, og tey vóru fimm fólk, sum høvdu hann um hendi. Serliga minnist eg Onnu Egholm, vanliga kallað Anna Norska. Hon var vermóður prestin Johannes Follend. Til Gøtu og retur Í seinasta parti greiddi eg frá, at eg var farin úr plássinum í Havn til Streymnesar aftur, tí mamma var sjúk og hevði brúk fyri mínari hjálp. Ein dagin, eg var heima í Streym­ nesi, ringdi svigarinnan Frida, systir Hendrik, til mín og spurdi, um eg ikki kundi koma at passa seg upp. Tað kundi eg gott. Eg var heima álíkavæl. Frida var gift við Hans David á Skansa í Syðrugøtu. Hann var sonur Hansinu, ættað úr Gutta­ stovu, og Jóan Paula á Skansa, bæði úr Syðrugøtu. So gekk leiðin til Gøtu. Hetta var fyrrapartin í februar 1941. Her var góður fartur. Eg kundi sleppa allan vegin úr Hvalvík og inn á Søldarfjørð við mjólkarbátinum. Tá var eisini gott samskifti eftir landi. Sofus Joensen í Fuglafirði hevði ein stóran buss, og hann koyrdi í samband við rutuna. Eg fór upp á land í Søldarfirði og fór við bussinum hjá Sofusi. Tá ið eg fór av í Syðrugøtu, vísti Sofus mær húsini, har eg skuldi fara. Tað var nógvur kavi. Eg minnist, at eg sá sátur hjá Líggjas bónda vera fullkomiliga undirkavaðar. Tað hevði ikki verið veður at borið hoyggið inn. Konufólk merkti óeydna á báti Eg komi so inn til Fridu. Men hvat hendir? Nú frættist, at tað eru grindaboð norðuri í Sundalagnum. Akkurát tann morgunin hevði Hans David biðið ein mann koma við sær Norður í Haga at koyra torv uppí sekkir, og teir vóru farnir frá húsum. Eg sigi so við Fridu, at um eg nú elti rugbreyð og franskbreyð og seti døgurðan útá, “heldur tú so ikki, at tú klárar tað, til teir koma aftur?” Eg segði henni, at eg mátti fara norður aftur, tí mamma fór ikki at orka at taka móti øllum hesum grindamonnunum, sum eg visti fóru at koma inn til okkara, nú grind var í Hvalvík. Tað helt Frida mundi vera í lagi. Nú var eingin bussur, so eg fór til gongu yvir á Skipanes. Hetta var ikki so langt, men tað vóru sovorðnar stórar kavafannir, at tað var ikki lætt at koma fram. Tá ið eg kom til Skipanesar var at finna ein bát, sum skuldi í grind, og sum kundi seta meg av í Streymnesi. Eg fór fyrst at tosa við ein mann, sum vísti seg at vera Jóannes hjá Mikkjali, sum eg kom at kenna sum maskinmann í turki­húsinum í Gøtu. Men hann segði seg ikki fara í grind. Hann vísti mær á eina bátsmanning, sum eisini var har. Eg kendi tá einki fólk her á leið­ ini. Men fór tó at tosa við ein av monn­unum um at sleppa við teim­ um til Streymnesar. Hetta var Jóan Jakku á Brúnni í Norðragøtu, sum var giftur við Hansinu, systur tann kenda politikaran Jákup Frede­rik Øregaard, sum eisini búði í Gøtu, Hensia: Konufólk høvdu úr at gera í grindadrápi Hensia verður í 1941 biðin um at koma til Gøtu at passa svigarinnuna upp. Men júst komin til Gøtu mátti hon fara aftur til Streymnesar, tí innrás var væntað av grindamonnum! Hensia Jacobsen Kirkjan í Hvalvík sum eisini var fyri Streymnes Farturin norður til Streymnesar var “Gøtu Tróndur”