mikudagur 25. januar 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
har kona hansara, Helga, var læra
rinna.
Teir vóru ógvuliga trekir at
lova mær við, tí tað boðaði ikki
frá góðum at hava konufólk við í
báti! Men fittir vóru hesir menn
kortini. Eg royndi meg við eitt
sindur við snildum og segði við
teir: »Líkamikið, um eg sleppi við
tykkum, so skulu tit sleppa at vera
inni hjá okkum. Tað, sum tit hava
við av útgerð, kunnu tit koyra inn í
okkara hjall.«
Teir eftirlíkaðu, at eg skuldi
sleppa við. Hesin báturin var
tann kendi seksæringurin “Gøtu
Tróndur”, sum norðragøtumenn
høvdu liggjandi á Skipanesi, tí
hetta kundi vera høgligari enn at
hava hann liggjandi í Gøtu. Alt frá
fornum døgum høvdu gøtumenn
havt bátar standandi á Skipanesi.
Tann fyrsti var sjálvur Tróndur í
Gøtu. Syðrugøtumenn høvdu eisini
bát, men hann stóð norðanfyri
Nesið undir Gøtueiði.
Tað var kent, at gøtumenn
vunnu nógvar sigrar í kappróðri
við hesum báti, sum nú stendur á
bátasavninum á Debesartrøð.
Báturin hevði ikki maskinu, so
tað varð róð allan vegin. Men so
umhugsnir vóru teir, at teir skiftust
um at lata meg rógva, so eg kundi
halda hitanum. Tá kundu teir skift
ast um fáa sær ein bita.
Teir løgdu at landi í Streymnesi.
Eg fór upp á ein stein at bíða eftir
teimum. Eg helt tað gekk ov seint
fyri seg, so rópti eg til teir: “ Koma
tit ikki nú menn? Her er so kalt
at standa.” Tá síggi eg, hvussu teir
hvukku við, tí teir hildu meg langt
síðani vera farna og høvdu kanska
ikki tikið mína innbjóðing fyri fult.
Síðani fylgdust teir allir við mær
niðan til okkara.
Tá ið vit vóru komin norður var
grindin deyð. Men kortini hava
teir verið teknaðir, tí teir á “Gøtu
Tróndi” fingu part, so nú var at
bíða til seðlarnir komu út. Tað tók
sína tíð.
Blíðskapur í grind
Tað var eisini gott, at eg var komin
norður. Tað var so kjokkfult av fólki
inni hjá okkum, tá ið vit komu, sjálvt
um húsini hjá okkum vóru stór í
mun til onnur hús tá í tíðini.
Eg var sjálv fjúrtanda, sum nú
kom afturat saman við monnunum
av “Gøtu Tróndi”.
Teir, sum vóru fyrst innkomnir,
skuldu verið slopnir fyrst til borðið.
Eiðis Hans Jakku var har. Hann var
eiðismaður, sum búði í Gøtu. Hann
kom út stovuni og peikaði út Jóan
Pauli Gregersen, Óla Hans Olsen og
aðrar, sum skuldu fáa drekka fyrst,
áðrenn vit. So nú letur í einum,
Tummas í Bartalstovu: “Hans Jakku,
nær er tú blivin vertur her?” Hann
slapp sær bara aftur í stovuna.
Eg kann nevna teir, sum eg minn
ist vóru við umframt Jóan Jakku:
Jóan Petur hjá Sámali, Langi Petur
Hans, Amaliel, Magnus hjá Eliesari,
hann livir enn, vit eru javngomul,
Andreas í Køkinum, brøðurnir
Tummas og Frants á Fløtunum og
so Ásmund á Geilabø.
Mamma og pápi vóru sera glað,
tá ið tey sóu meg koma. Langi Petur
Hans var fýrbøtari alla náttina.
Hann sat við komfýrin og kyndi.
Hann bar øsku út, og tá so torv
manglaði, fór hann niðan í hjallin
eftir torvi. Eg vísti honum niðan.
Matarhvalurin var komin út
nokk so skjótt. Hann var so upp
skorin, og pápi kom við grind, spiki,
nýra og hjarta. So kyndi pápi upp í
kjallaranum. Hann koyrdi so hetta
í eina vaskigrýtu, so var at bíða
eftir at kókað var. Eg fór so niður
í kjallaran, vaskaði epli, og koyrdi
hetta góða í. Teir vóru so spentir at
fáa grind og spik. So sigur pápi við
meg: “Nú skal tú fara upp at hjálpa
mammu tíni, so skal eg koyra í
grýtuna”. Hetta var triðju ferð, hetta
var neyðugt.
Men soleiðis er við mannfólki:
Nú hevði pápi gloymt at vaska epl
ini. Men hetta gjørdi ikki mun fyri
menninar, um eitt sindur av mold
var kókað saman við grindini og
spikinum. Teir ótu við góðum hugi
fyri tað. Teir stóðu rundan um
meg í kjallaranum, meðan eg legði
burtur úr, so spentir vóru teir.
Mamma royndi samstundis at
elta breyð til allar hesar menninar.
Eg hjálpti henni sum frægast.
Hvørja ferð ein skuffa varð
bakað, bóru vit hana niðan í hjallin
at køla av, so breyðið var skerandi.
Vit eltu rugbreyð, franskbreyð og
søtabreyð. Viðskerin strekti ikki,
men tá ið hann var uppi, so fingu
teir súltutoy uppá. Væl gagnaðist!
Grindadansur í túninum
Tað var sjálvsagt grindadansur
eisini, og hann var úti, beint undir
húsinum hjá okkum. Tað var eingin
dansistova í Streymnesi. Onkuntíð
høvdu teir dansað í kjallaranum
hjá bóndanum Sámal Jákupi, soni
Sámal Jákup ommubeiggja, sum eg
fyrr havi greitt frá. Men tað var gott
fyri menninar, tí teir blivu heitir av
at dansa.
Teir máttu bíða til klokkan sjey
um morgunin eftir seðlunum, og tá
kundu teir fara at skera upp. Men
grindin var ikki stór. Hon var 102
hvalir og merkt vóru 752 skinn.
Men tá farast skuldi til hús aftur
høvdu teir á “Gøtu Tróndi” verið
so fittir, at teir høvdu biðið mær
pláss við “Mariu”, einum motor
báti úr Søldarfirði, so eg kundi
sita í lugarinum aftur inn á Skála
fjørðin.
Tá var eg eisini móð. Eg hevði
ongantíð sett meg niður at og var
ongantíð farin úr gummistivlunum,
frá tí eg kom til Streymnesar, til eg
fór avstað aftur.
Men nú var eftir at sleppa til
Gøtu aftur. Hetta var ikki bert sum
at siga tað, tí nú var svartagler, og tí
var geingið serstakliga vánaligt.
Her vóru fleiri sum vildu hjálpa
mær. Men hetta endaði við, at eg
og Andreas í Køkinum gingu arm í
arm allan vegin til Syðrugøtu. Vit
bóltaðu rút í heilum í allari hálkuni.
Men vit vóru so aftur í Gøtu um
níggju tíðina á morgni. Tá vóru
Frida og Hans David ikki uppi enn.
Og glað var eg um, at tað stóð
væl til hjá Fridu. Hon hevði givið
teimum døgurða í øllum góðum.
Frida átti so 28. februar eina fitta
dóttur, sum fekk navnið Jónhild.
Jarðamóður var Benadikta Berg
við Gøtugjógv, sum hevur hjálpt
fleiri ættarliðum av gøtufólki í
verðina. Hon var mamma Johannes
Berg, kendur sum bilsølumaður
So nógv er broytt. Í dag skulu
barnakonur koma úr seingini
sama dag, sum tær eiga. Tá skuldu
tær liggja í seingini í minsta lagi í 14
dagar uttan at røra seg. Tær skuldu
enntá ikki leggja seg á liðina.
Komandi partur
Nú er Hensia komin til Gøtu at vera. Her fann hon mannin, Poul Andreas á Dunga. Nú gjørdist Hensia
bóndakona. Krígstíðin er serlig, og hesum greiðir Hensia eisini frá. Eisini verður greitt meira frá Fridu og
Hans David.
Bussurin hjá Sofusi, sum nógv framvegis minnast. Ikki minst
tí Sofus var so lagaligur at taka skúlabørn í Gøtu upp í bussin,
tá ið veðrið var ólagaligt. (Mynd Hans Jacob Stenberg)
Tummas Hans Hansen og Langi Petur Hans, tveir kendir
norðragøtumenn. Petur Hans var við á grindaferðini til Streymnesar
Frants Jacobsen var eisini við á grindaferðini. Hann gjørdist yvirmaður
á sjónum og seinni kendur sjómansskúlalærari og –stjóri.