Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. januar 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. januar 2012 · Nr. 11 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak TAKS fær ikki røkt sínar skyld­ur vegna manglandi játtan frá avvarðandi mynd­ ug­leika, og er hetta einki minni enn ein gøla. Herfyri var neyðugt hjá TAKS at skjóta ein dóm inn fyri hægri rætt, orsakað av, at eitt felag hevði fingið viðhald í Føroya Rætti í einum sera prinsipiellum máli. Felagið hevur í samband við kapitalvinningslógina tikið eina upphædd á nærum 200 milliónir úr felagnum, og helt seg hava rætt til hesa upphædd, uttan at skattur skuldi gjaldast av hesi upphædd. TAKS metti hinvegin, at felagið sambært lógini átti at gjalda útvið 70 milliónir í skatti av hesi upphædd. Um vit samanbera okkum við Danmark, hevði danski skattaborgarin mist 7 milliardir orsakað av hesum. TAKS hevur undir av­mark­ aðum fíggjarligum karm­um funnið útav, at stórar upp­ hæddir sluppu undan skatti. Í fleiri hundrað málum er blivið staðfest reguleraður skattaundandráttur. Fyri at bøta um eftirlitið hjá TAKS setti fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Aksel V. Johannesen fram uppskot um at seta eitt Task Force, sum í størri mun skuldi taka sær av skatti og avgjøldum, sum ikki blivu fráboðaði til TAKS. Tað sum av onkrum borg­ arum ikki verður uppgivið til skattingar hjá TAKS, mugu aðrir skattgjaldarar gjalda til tann frammanundan slukna landskassan. Í samband við orðaskiftið um at stuðla TAKS at hava eftirlit hesum við­víkj­andi, tók núsitandi fíggj­ar­mála­ ráðharrin ikki undir við hesum, tí sum hann sjálvur segði, “so var hetta bara fugl­ ar á tekjuni”. Sjálvur hevur fíggjar­mála­ ráðharrin roynt at verið ein av hesum fuglum á tekjuni, og heppin var hann, tí nevið rakk so langt niður, at tað rakti mvg-kassan. Umleið 120 milliónir standa úti í mvg gjøldum, tá verður ikki roknað upp í mvg, sum er efturgivið. Helst eru nógvar milliónir úti­standandi b-skattur, sum landskassin meira ella minni hevur mist. Heldur enn at stuðla TAKS, so ger landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd av hes­ um álvarsmáli ikki mæt­ari enn karaktermorð á inn­ krevjingarskipanina hjá TAKS. Samstundis slær hann upp í glens tær ørandi upphæddir av útistandandi skatti og avgjøldum, sum eftir røttum skuldu komið landskassanum til góðar. Tað er ábyrgdarleyst, tá landsstýrismaðurin sig­ ur, at hesar upphæddir eru »fuglar á tekjuni«. Tá lands­stýrismaðurin ikki vil prioritera eftirlitsarbeiðið hjá TAKS, soleiðis at úti­ stand­andi skattur og avgjøld koma í landskassan, skatta­ borgaranum til góðar, kann man undrast, og spyrja seg sjálvan, um vit liva í einum rættarsamfelag. Tá skattamynduleikarnir eru noyddir at fara í rættin, tí eitt felag loyvir sær, at taka eina so ørandi upphædd, sum 200 milliónir úr felagnum, uttan yvirhøvur at gjalda nakran skatt, so er okkurt spinnandi galið. Her er ikki galið við stjóranum á TAKS ella starvsfólkunum har, men eitt út av lagið vánaligt lógarsmíð, sum her hevur verið. At TAKS ikki hevur am­ boð eins og arbeiðsorku at byrgja upp fyri, at lands­ kassin verður snýttur fyri hundraðtals milliónir, sum vanligi a-skattagjaldarin bløð­ir fyri, er einki minni enn ein gøla. Hvat skal skatta­ mynduleikin gera, tá sjálvur fíggjarmálaráðharrin alment í fjølmiðli boðar frá, »at hesar upphæddir eru bert fuglar á tekjuni«. Fuglarnir á tekjuni einaferð enn Frank Davidsen Fyristillið okkum, um allir føroyingar sluppu á fólkaatkvøðu um rættin til okkara fiskitilfeingi, og at atkvøðu seðilin sá soleiðis út: Í samband við, at Lands­stýrið hevur ætlanir um, at øll fiskivinnu- og aliloyvir skulu seljast á upp­boðssølu í fríari kapp­ing, vilja vit geva tær møguleikan sjálv at av­gera, hvat skal henda við tínum parti. Mett verður, at øll loyvini hava eitt árligt søluvirði áljóðandi 1,5 mia. kr. Hetta svarar til uml. 30 tús. kr. til hvønn av teimum uml. 48 tús før­ oyingum, sum eru búgv­ andi í Føroyum. Søluvirðið kann broyt­ ast nakað frá einum ári til annað, men hetta er eitt nøkurlunda miðal sølu virði. Tú hevur 3 valmøgu­ leikar: 1. Tín valmøguleiki í hesum ger, at hvør før­oy­ ingur, útyvir sína vanligu inntøku, fær 50% av sín­ um parti, uml. 15 tús kr. Útgoldið skattafrítt hvørt ár restina av lívinum og hin helvtin, uml. 15 tús. kr. fara í landskassan, til rakstur og menning av samfelagnum. Hetta merkir, at eitt vanligt húski, við einum foreldrapari og 3 børnum, hvørt ár fáa útgoldið skatta­frítt 5 x 15. Tús kr. = 75. tús. kr. Og sama upp­ hædd fær landskassin at arbeiða við. Einlig foreldur við 2 børn­um fáa hvørt ár uml. 45 tús kr, og eini pen­sion­ ista hjún, fáa hvørt ár, uml. 30 tús kr. Legg til merkis, at allar hesar inntøkur eru skattafríar og afturat tín­ ari vanligu inntøku! Um allir føroyingar taka av hesum tilboðnum, so fær landsbúskapurin í 2012 eitt yvirskot áljóð­ andi uml. 250 mió. Kr. 2. Tín valmøguleiki í hesum ger, at allur ágóðin av søluni fer til Lands­ kassan, og kunnu Før­ oyar soleiðis fáa ein sera sterkan landsbúskap, til rakst­ur og framtíðar menn­ing. 3. Tín valmøguleiki í hesum ger, at tú frásigur tær hesar inntøkur og gevur hesi virðini til lands­stýrismennirnar í fiskivinnumálum og, fyri ali­loyvini, til lands­ stýrismannin í vinnu­mál­ um at umsita. Teir kunnu síðani útflíggja hesi virðir til útvaldar føroyingar og útlendingar, uttan nakran kostnað. Hetta førir so við sær, at tú frásigur tær, tín part av sølu inntøkunum. Um allir føroyingar velja hesa frásøgnina, fara hesar 1,5 mia. kr. í mill­ um skins og hold í fiski­ vinnuni, har ein part­urin endar sum skatta­krónur av lønum og parta­felags­ skatti, ein partur fer til virðis­minking í einari til tíðir ikki kappingarførari vinnu, og restin fer til virðis­øking og endar sum vinn­ingur hjá nøkrum fáum føroyingum og hjá nógvum útlendingum Hetta førir eisini við sær, at landsbúskapurin í 2012 fær eitt hall áljóð­ andi uml. 500 mió kr. Her skulu so tær 9 mió kr, sum landstýrið, við ørmunum yvir høvdi, eru so fegnir at hava fing­ið tiltuskað sær frá danska skattgjaldarinum, mót­ roknast. Hugsast skal um, at eingin keypir nakað loyvi á eini uppboðssølu, uttan so at viðkomandi meinar, at vinningur kann fást burtur úr keypinum. Um føroysku fyritøk­ ur­nar, sum í dag virka í vinnuni, eru kappingar­ førar, so vinna tær fríu kappingina á upp­boðs­ søluni. Verandi fyritøkur, sum ikki klára at keypa síni rætt­indi til rávøruna í fríari kapp­ing, eru ikki kapp­ingar­førar og eiga tí ikki at verða í vinnuni. Tað er ikki sjálvgivið, at tú ert kappingarførur, bert tí, at tú kennir lands­ stýrismannin betur, enn grannin kennir hann! Tað passar ikki, at vit vanligu føroyingar, ikki skilja hetta!! Jú, Palleba og Marsanna skilja Makrelin! Roi Egholm Í samband við grein hjá Teiti Vágadal: “Latið okkum virða vinnuna”!, skal eg svara onkrum spurningi og viðmerkja onkra staðfesting hansara. Haldi hann leypur ele­ gant um íløgu- og rakst­rar­ veruleikarnar hjá vinnu­ lívinum og upp­arbeiddu vit­anina, hesir hava framt! Men tað er onki óvanligt, her hevur verið skorðað undir frá so mongum. Kann vera vert í hesum viðfangi t.d. at nevna frálíku bøkurnar og frásagnir um dyggu vinnulívsmennirnar John Dam og Eiler Jacobsen, sum vísa, hvussu stutt tíð er frá tindi til botns og samstundis langa teinin frá hædd til lagd. – Hetta er sanniliga ikki “bara kenslur”, men veruleiki! Hesar m.a. kalli eg verulig vinnulívsfólk. Hann spyr meg, um”tað finnast“óverulig” vinnulívsfólk”. Oskarsson og Aaen Fari bara at nevna tvey dømi úr ørgrynnuni, sum eru slopnir so væl fram­at mikro­ fonini: Tann fyrri er Frank Aaen úr Eindarlistanum sum m.a. sigur: “ Vi skal huske, at det er vores allesammens olie, selskaberne skal kun have betaling for at pumpe olien og så en fortjeneste, og ikke en ekstravagant for- tjeneste”. Síðani er Hermann Oskarsson, sum tíðum er serkønur í Kringvarpi Føroya, sum sigur: “Búskaparfrøðiliga er onki skil í hesum exklusivu Nakrar viðmerkingar til Teit Vágadal Jógvan við Keldu Hann sigur m.a. at: “Vit hava jú staðfest, at vinnulívsfólk hava ein áhuga. Tað er at vinna pening. Tað skulu ymiskar “snildir” til”. Hesin hugburður hevur tíverri havt eydnuna at festa røtur hjá alt ov nógvum.