fríggjadagur 27. januar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kreppuhjálp til Kaj leo
Gjald á djór
Tað koma nógvar inntøkur í landskassan við gjøldum,
sum eru á innfluttum vørum. Ein lesari skjýtur upp at
leggja gjald á øll innflutt djór. Er gjaldið 1000 krónur – alt
frá kanariufuglum til hundahvølpar – og 1000 djór verða
innflutt, so er ein millión vunnin har.
Spar í egnari
umsiting Kaj Leo
– Løgmaður kann byrja við at spara hjá sær sjálvum,
sigur ein lesari. Hesin vísir á, at Løgmansskrivstovan
í 2005 hevði eina játtan á 32 milliónir krónur. Í fíggjar
lógaruppskotinum fyri 2012 er játtanin 48,5 milliónir
krónur, tað vil siga 16,5 milliónir krónur dýrari enn fyri
sjey árum síðani, hóast uppgávurnar hjá Løgmans
skrivstovuni ikki eru øðrvísi nú enn tá.
Strika stuðul
til flokkarnar
Politisku flokkarnir mæla ikki runt av sær sjálvum.
Partur av fíggjarliga stuðlinum til flokkarnar verður
játtaður av teimum sjálvum, tá fíggjarlógin verður
samtykt. Uppskotið til »Stuðul til politiskt virksemi og
politiska upplýsing«, sum tað eitur, ljóðar í ár – eins og
undanfarin – á 2,4 milliónir krónur. Ein lesari okkara
skjýtur upp at strika hetta, so var næstan hálvtriðja
millión spard har.
Lækka tingmannalønina
Fleiri lesarar skjóta upp, at politikkararnir vísa seg
sum tær fyrimyndirnar, teir eiga at vera. Tær hava júst
samtykt skattalætta, men kundu í bøtuflaka fyri hetta
lækka sína egnu løn við til dømis 5000 krónum um
mánaðin. Við 33 tinglimum er hetta 165.000 krónur um
mánaðin ella tað, sum svarar til slakar tvær milliónir
krónur árliga.
Her eru
2 milliadir
løgmaður
200 hugskot
frá lesarum
Næstan 200 lesarar okkara
hava skrivað inn og veitt
løgmanni kreppuhjálp.
Tilsamans kunnu hugskotini
geva løgmanni omanfyri
hálvatriðju milliard krónur í
sparinum og eyka inntøkum
Í dag er júst ein vika síð
ani, at vit heittu á lesarar
hjá Sosialinum, brúkarar
av Portalinum og lurtarar
hjá Rás2, um at koma við
góðum hugskotum, sum
kundu hjálpa løgmanni
at fáa fleiri inntøkur.
Og hugskotini hava ikki
manglað. Hvønn dag eru
hugskot streymað inn
og vit hava varpað ljós á
nøkur teirra.
Somuleiðis hava aðrir
miðlar tikið táttin upp.
Útvarpið hjá Kringvarp
inum vísti á, at húsa
leigan hjá sendimonnum
okkara
og
skrivstovu
leigan tilsamans kostar
3,6 milliónir krónur árliga,
meðan
Dimmalætting
varpaði ljós á sendistov
una í London, har bara
leigan fyri búðstaðin hjá
sendimanninum
kostar
eina hálva millión árliga.
Hugskotini, tit lesarar
okkara, kunnu tilsamans
geva
løgmanni
hálva
triðju milliard í øktum
inntøkum og sparingum.
Sjálvur kom Kaj Leo Holm
Johannesen við sløkum
níggju milliónum krónum
í øktari ríkisveiting. Hetta
var langt frá tí, hann hevði
sett nøsina upp eftir. Nú
hava tit, góðu lesarar, givið
Kaj Leo Holm Johannesen
hugskot og íblástur til,
hvussu hann kann fáa
pening, sum ikki einans
dekkar ætlaðu økingina av
ríkisveitingini, men eisini
kann fáa stóran part av
uttanlandsskuldini burtur,
um tað er ynskiligt.
Vit
takka
hervið
fyri
ótrúliga
stuðulin,
»Kreppuhjálp til Kaj Leo«
hevur fingið. Vónandi fer
løgmaður at taka líka væl
í móti spariuppskotunum,
sum lesarar okkara hava
tikið í móti hesum átaki.
Lagt til rættis: Rólant Waag Dam