fríggjadagur 27. januar 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kreppuhjálp til Kaj leo
Avtak
sjómannafrádráttin
Sjómannafrádrátturin skal avtakast. Tað meta fleiri
av okkara lesarum. Hetta hevði fyrst og fremst spart
landskassanum 81 milliónir krónur , men førdi Føroya
Arbeiðsgevarafelag eisini fram, at frádrátturin skuldi
verið avtikin, tí hann ger tað trupult hjá øðrum vinnum at
kappast við sjóvinnuna um arbeiðsmegi.
Sel Fiskivinnuskúlan
í Vestmanna
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna stendur fjórða árið á rað,
uttan at verða brúktur til nakað og uttan at vera seldur.
Tí heitir ein lesari okkara á Kaj Leo Holm Johannesen,
um at syrgja fyri, at selja skúlan og soleiðis vinna tað í
landskassan, sum fiskivinnuskúlin kostar. Her er minst
ein millión at heinta, metir ein lesari.
Niðurlegg Kringvarpið
Kringvarp Føroya, tað vil siga Útvarpið og Sjónvarpið, fáa
umframt lýsingarinntøkur kringvarpsgjald. 3600 krónur
rindar hvørt húski, umframt feløg, fyritøkur og stovnar. Í
2011 fekk Kringvarp Føroya umleið 45 milliónir krónur inn
á henda hátt. Hesir pengarnir, sum tú og eg, arbeiðspláss
okkara og onnur rinda fyri, høvdu farið betri, um teir
fóru beint í landskassan, eru tað fleiri okkara lesarar, sum
meta.
Einskil Landsverk
- Landsverk byggir land er ein meinaleys frasa, sum
skuldi verið strikað alt fyri eitt. Samstundis skuldi alt
Landsverk, meiri ella minni, verið einskilt so privatar
fyritøkur kundu gjørt tað arbeiði, Landsverk ger í dag,
sigur ein lesari okkara. Bara í viðlíkahald av vegum og
øðrum kostar væl omanfyri 300 milliónir krónur. Tí sigur
lesarin: - Privatiserað Landsverk, harra løgmaður!
Tvungna loðstænastu
Flest onnur lond hava sokallaða tvungna loðstænastu,
tað vil siga, at øll fremmand skip, sum koma í havn, skulu
brúka loðs. Hetta er ikki galdandi fyri fremmand skip,
sum skulu í føroyska havn. Tí skjýtur ein lesari upp at
skipa eina tvungna loðstænastu. – Tað hevði so skapað
nøkur arbeiðspláss og skaffað nakrar inntøkur, sigur
hann.
Øðrvísi sjúkrahússkipan
At hava trý fullmannað og fultútgjørd sjúkrahús til
stívliga 48.000 fólk, meta fleiri lesarar. Onkur heldur,
at tað í Klaksvík og Suðuroynni skulu avtakast og bara
hava Landssjúkrahúsið eftir, meðan onnur hella til eina
optimering og rationalisering av verandi sjúkrahúsverki,
so at virksemið økist og verður meiri støðugt í øllum
sjúkrahúsverkinum – og at alt tilfeingi, fíggjarligt,
fakligt og fysiskt, verður gagnnýtt best
møguligt.
Minki almennu
bilaparkina
Sera nógvir lesarar hava víst á, at almenna bilaparkin er
alt ov stór og alt ov dýr. – Taks nýtist ikki fleiri Landrover
jeepar og Fiskiveiðueftirlitið hevur ikki tørv á Ford jeepar
í hundraðtúsundkrónumklassanum. Citroen Berlingo ella
okkurt líknandi er munandi bíligari og gera somu nyttu,
sigur ein lesari, meðan aðrir reksa upp aðrar almennar
stovnar við nógvum og dýrum bilum.
Vónandi tekur
løgmaður líka væl í
móti spari uppskot
unum, sum lesarar
hava tikið í móti
átakinum