Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Klaksvík: Sunnudagin 4. mars verður ein serstakur dag­ur fyri limirnar í sam­komu­ni Betesda. Henda dagin verður sei­ n­asta møtið hildið í “gamla Betesda”, sum tað her­eft­ ir fer at verða nevnt. Dag­in eftir byrjar arbeiðið at taka bygningin niður, sam­stund­is sum gjørt er klárt til at byggja eitt nýtt og nú­tíð­ar­kent samkomuhús á sama staði. Hetta er ein gomul ætlan sum nú gerst veruleiki. Og tað verður ikki hissini bygn­ ing­ur sum skal verða liðug­ ur á vári næsta ár, her alt tað fjølbroytta virksemið fyri børn, ung og tilkomin í Klaks­ vík skal verða í fram­tíð­ini. - Nýggi bygningurin skal ikki kosta meiri enn 20 millió­ n­ir krónur, umframt inn­búgv og útgerð, upplýsa tveir av byggiharrunum, Krist­ian Martin Rasmussen og Jóhan Páll Joensen, sum sam­an við Fuglark arki­tekt­um og Kan­jon standa fyri bygg­ing­ini. Sum skilst eigur sam­ koman longu ein góðan part av kostnaðinum á bók. Meðan byggingin fer fram verða møtini hildin á øðrum staði í býnum. Nýtt samkomuhús fyri 20 mió Sandur: Umsíðir hevur bygdarfólkið fingið 3G-netsamband frá Føroya Tele. Hetta er eitt stórt lop frá GPRS við 60 kbit/s til 3G. Sandur: - Vit byggja eitt nýtt lið uppaftur, sigur Eli Hentze, sum byrjar B71-venjingina sunnudagin, meðan høvuðsvenjarin, Allan Mørkøre eru burturstaddur. Hósvík: Bæði her og í Hvalvík verður nú aftur sunnudagsskúli. Í Vestmanna er eisini góð undirtøka. Elduvík: Dánial Martin Hansen hevur nú lagt frá sær sum gravari eftir 30 árum. Hetta er hann nú heiðraður fyri. Bjørk og Heiðrún umboða Skopun RÆTTING Í blaðnum mikudagin viðgjørdu vit ta serligu Teista­nevnd­ ina. Í innganginum varð sagt, at Skopunar kommu­na vantaði at velja síni umboð í nevndina. Í sama við­ fangi vístu vit til limir­ nar í nevndini. Her sást hinvegin, at Skop­un HEVUR valt sítt um­boð, og enntá sum ein­a­sta kommuna eitt vara­fólk. Hesi bæði – ella hesar báð­ar - eru Bjørk Hentze og varafólk hennara, Hei­ð­r­ún Hansen. Nevndin er nú full­ mann­að og kann fara til verka við at koma við upp­skot­um um, hvussu Teist­in kann gagnnýtast betri. Søltuvík: - Vit eru greið um trupul­leikan, men vegurin til bygdina verður gjørdur aft­ur í apríl mánaði, sig­ur Brand­ur Sandoy, borgar­ stjóri á Sandi. Í blaðnum mikudagin vís­tu vit á, at vegurin mill­ um Sand og Søltuvík var illa farin orsakað av nógvu væt­ u­ni higartil í vetur. Har ring­ ast stendur til er eitt vega­ petti nærum skolað burtur. Søltuvík er eitt vældámt stað hjá ferðafólki, og tí vísti Sandoyarportalurin á, at neyðugt var at gera hetta aftur sum skjótast – sjálvandi áðrenn ferða­fólk­ini koma higar. Eitt annað sermerkt við veg­num er, at her finst ein minnis­steinur varð reistur í 2010 yvir teir sum sjólótust við Principiu. - Vit fara væntandi und­ir arbeiðið, áðrenn ferða­fólk­ini koma, lovar Brandur Sand­oy. snorri@sosialurin.fo Gerast aftur í apríl kring landið