fríggjadagur 27. januar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vera
Bjørgvin
luttekur
javnan á máliskeiðum við
nýggjum íblástri, har hon
nemur sær kunnleika bæði
tekniskt og listaliga. Vera
hevur málað við akryl í 12 ár,
og á hesi framsýningini vísir
hon okkum fuglar, fiskar og
vøksturdirvi, við Súsonnu
Martinsdóttir, hevur roynt
ymiskar listagreinir, men
hevur seinastu 15 árini lagt
seg eftir at geva upprunaligu
føroysku mynstrunum nýtt
lív - bundið í nýggjum litum.
Hildur Hermansen, undir
vísir í leiri í kvøldskúlanum.
Hildur hevur arbeitt við
keramikki umleið 20 ár, og
í sínum arbeiði leggur hon
seg eftir at fáa listina inn í
brúkslutir, sum eru til skjals
í hvørjum heimi.
Saman hava tær sýnt
fram
áður,
og
hesaferð
hava tær leitað sær inn í
hugnaliga
Ribarhús
við
sínum listaverkum.
Tær
tríggjar
ymisku
listagreinirnar
hava
ein
serligan dám, sum hugtekur
eygað. Vakið eyga sær, at
tað eru serliga smálutirnir í
natúrini, sum geva teimum
íblástur. Smálutir, ið síggjast
aftur í smáu mynstrunum,
sum dirvi er kent fyri at
seta saman á ymsan hátt,
smálutir, ið síggjast aftur í
glæringini, sum er týðandi
partur í keramisku lutunum,
og Vera endurgevur smáu
rørslurnar, sum fylla himmal
og hav, sum vit eru mitt í.
Í morgin, leygardagin 28.
januar, vera listafólkini til
steðar á framsýningini frá kl
11:00 til kl 13:00.
Framsýningin
er
opin
hvønn dag uttan sunnudag.
Mánadag til fríggjadag 15:00-
17:30 og leygardag 11:00 –
13:00. Framsýningin er opin
frá 19. januar til 22. februar.
Í samband við at Vetrajazzur
verður hildið í hesum døgum,
skipar Havnar Jazzfelag fyri
spennandi fyrilestri í miðla
húsinum í Havn í kvøld,
fríggjakvøldið
27.
januar
klokkan 19.30: »30 år i jazz
ens tjeneste kogt ned til en
suppetern«, fortalt af Lars
Thorborg
.
- Min vej ind i musikken
- Hvordan bygger man en
jazzklub op til verdens
berømmelse?
- Hvordan får man verdens
første ”spillestedslov”?
- indsigt i livet som jazz
musiker på turné?
- Hvad indebærer det også
at være musikchef?
+ søde og muntre ane
kdoter
Lars Thorborg er kendur
fyriskipari og íverksetari
innan jazz og rútmiska tón
leikaumhvørvið í Danmark.
Hann hevur verið leiðari
á
teimum
heimskendu
rútmisku
spælistøðunum
í Keypmannahavn, Mont
martre og Copenhagen Jazz
house, og hevur nú sítt egna
bookingfelag har hann sam
starvar við fremstu jazztón
leikarum í Danmark. Lars er
boðin til Føroyar av Havnar
Jazzfelag, at halda fyrilestur
um hansara virksemi síðstu
30 árini. Umframt tað kemur
hann at hoyra og kunna seg
um Føroyskan jazztónleik og
viðurskiftir.
Tiltakið er ókeypis.
Eftir tiltakið verða kon
sertir í Perluni:
kl 23.30: NORSE NEXUS
kl 01.00: TJANT.
Landsbókasavnið fekk um
leið 3.600 fyrispurningar í
farna ári. Av hesum vórðu
tveir triðingar avgreiddir
við bókavarðaborðið í út
láninum,
og
restin
við
telefon
ella
telduposti.
Fyrispurningarnir
kunnu
vera rættiliga ymiskir, og
summir kunnu avgreiðast
á staðnum, meðan aðrir
kunnu
taka
longri
tíð,
onkuntíð fleiri tímar at av
greiða.
Í fjør vórðu umleið 14.000
bøkur læntar á Landsbóka
savninum, og hetta er ein
munandi øking samanborið
við árið fyri. Ein partur
av hesum eru bøkur, sum
vegna lánaran eru bílagdar
frá øðrum bókasøvnum.
Flestu útlánini eru í januar-
juni og oktober-desember.
Landsbókasavnið bílegg
ur eisini vegna lánarar
ein hóp av greinum frá út
lendskum
bókasøvnum.
Talan er í flestu førum um
greinir við vísindaligum
innihaldi.
E-tilfeingi, sum er ein
tænasta, ið fevnir um on-
line atgongd til vísinda
ligar leitigrunnar og stór
greinasøvn, verður umsitið
av
Landsbókasavninum.
Landsbókasavnið hevur ei
sini skeið í at brúka hesa
tænastu.
Skipað
verður
eftir
umbøn
fyri
bókasavns
kunning fyri skúlaflokkum
- serliga úr miðnámsskúlum
- ella fyri lesandi.
Landsbókasavnið hevur
ein hampuliga stóran bóka
stovn. Í Útláninum eru
37.704 bind, í Vísindadeildini
5.760 og á Lesistovuni 3.174.
Í Føroyadeildini eru 18.856
skrásettar
eindir,
og
á
goymslu eru 26.930 bind.
Harumframt eru skrá
settir 540 handritapakkar.
Landsbókasavnið
há
tíðarhelt tveir 70 ára føð
ingardagar
hjá
kendum
føroyskum
rithøvundum
í fjør. 12. september 2011
fylti rithøvundurin Gunn
ar Hoydal 70 ár, og hátíð-
arhald var sama kvøldið. 2.
november skipaði Lands
bókasavnið fyri hátíðar
haldi fyri rithøvundinum
Oddvør Johansen, sum fylti
70 ár 30. oktober.
Bæði kvøldini vórðu væl
vitjað.
Landsbókasavnið
fekk
beint undan ársskiftinum
tráðleyst netsamband í út
láninum og á lesistovuni, so
nú ber til at sita á savninum
og arbeiða við egnari teldu
við sambandi til internetið.
Jazz-skeið í
Miðlahúsinum
í kvøld
Nógv brúktu
Landsbókasavnið
Framsýning í Ribarhúsi