Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 90 og 50 ára føðingardagar Kristina Viberg Andreasen, Toftir, fyllir 90 ár 28. febr­ uar og 25. februar fyllir son­urin Hans Óli Viberg 50 ár. Dagurin verður hildin á Svanga­skarði 25. februar frá kl 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Mikudagin 1. febr. verður Osla Heimu­stovu 80 ár. Dag­ urin verður hildin í Skál­ an­um fra klokkan 16-21.Øll hjartaliga vælkomin. 2 x 80 ár 16. februar fyllir Nicolina Justinussen 80 ár, og 24. februar fyllir maður henn­ ara, Torleif Justinussen, eisini 80 ár. Føðingardagurin verður hildin 24. februar í Róðrarneystinum í Árnafirði frá klokkan 18. Vinarliga sigi frá á tlf. 456163 ella á tlf. 256264 áðrenn 17. februar. 55 ára føðingardagur Anskar Hansen hevur »op­ ið hús« leygarkvøldið tann 28. januar at feira føð­ing­ ar­dagin. Øll eru hjarta­liga vælkomin í heimið, Helna­ brekka 25 Klaksvík eftir kl. 20.00. 60 ára føðingardagur Tann 1. februar verður Marita Dalsgaard, Glyvrum, 60 ár. Tey, ið vilja heilsa upp á føðingardagsbarnið, er væl­ komin til brunch í Tofta skúla leygardagin tann 4.februar millum kl. 10.30 og 14.00. Silvurbrúdleyp 1. februar hava Judny og Kári Klein í Leirvík silvur­brúd­ leyp. Dag­urin verður hildin 18.. februar í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19:00. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar at hildið dagin saman við okkum. Sigið frá á tlf 443342-226933- 224092 áðrenn 9. februar. Prógv Rannvá Gaard Fossaberg hev­ur 3. november 2011 lokið prógv sum cand. public á År­ hus Universitet/Dan­marks Medie- og Journalist­høj­ skole. Tøkk Eg vil hjartaliga takk øllum, sum vóru við til at gera 50 ára føðingardag mín, sum var hildin í Skálanum í Klaks­vík tann 13. aug. 2011, bæði hugna­ligan, festligan og ógloym­andi. Takk fyri gávur, upp­ringingar, sangir, talur, undir­ hald, dans, fýr­verk, video­upp­tøku, mynda­tøku og ein stór tøkk til Arna Sólheygg, sum dugdi so sera væl at skipa fyri. Takk til mammu og øll hini, sum hjálptu við at rigga til, bak­aðu, gjørdu mat og server­ aði. At enda vil eg takka tykkum øllum, sum møttu upp, uttan tykkum og alla hjálp­ina hevði tað ikki borið til. Eg vil eisini ynskja øllum eitt framhaldandi gott 2012. Heilsan Maria Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum á ymsan hátt gleddu okkum og gjørdu hjúna­ bands- og gullbrúdleypsdag okkara 11. november 2011, so hugnaligan og ógloymandi. Takk fyri gávur, blómur og heilsanir. Ein serlig tøkk til tykkum mongu, sum á ymsan hátt hjálptu til. Tina & Vagnur Randi & Jóa Tøkkir Kjak Ein livandi organisma, sum ikki fær nóg mikið av súr­ evni, doyr so líðandi. Vit, sum fyri ein part eru upp­ vaksnir í ísoyðuni, hava sæð hesi andingarholini, sum kobbin klórar ígjøgnum glerið í vetrarísinum. Fær hann ikki súrevni, yvirlivir heldur ikki hesin atletiski svimjarin. Vandin er tó, at durkdrivnu eskimoisku veiði­menninir, við serliga sensiblu antennunum, tevja hesi holini, og tí kann kópurin rokna við at fáa eitt vákn ella eina harpun ímill­um eyguni, um ringast vil til. Fær menniskjað ikki ájavnt og áhaldandi nóg mikið av súrevni undir skallabeinini, - doyr heilin. Og fær demokratiið ikki ivaleyst av súrevni, reiða vit ból fyri autokratii, teo­ kratii, burgoysaraveldi og øðrum avmarkingum av tí frælsa viljanum. Bara eitt djúptøkið og fullkomuliga frælst orðaskifti undir ábyrgd er andingarleiðin, sum kann tryggja, at demo­ kratiski heilin fær neyðugu doseringina av súrevni. The times they are a´changing. Tað er ikki víst, at Bob Dylan var greiður yvir tærið í krútinum hann festi í við orðunum: Come senators, congressmen/ Please heed the call/Don't stand in the doorway/ Don't block up the hall/ For he that gets hurt/Will be he who has stalled/ There's a battle outside/ And it is ragin'/It'll soon shake your windows/And rattle your walls/For the times they are a-changin'. Nakað eftir hetta komu byltingarnar vestanfyri, og líkamikið hvat vit halda um uppreisturin seinast í sekstiárunum, so vann frælsi viljin onkursvegna á hýggjuskotnu systemunum, samstundis sum ideologisku fyrimyndirnar hjá summ­ um teirra í víggi tiptu and­ ingar­holini uppaftur meira, og úrslitini av tí manøvruni sóu vit, táið Berlinmúrurin datt niður av politiskari og búskaparligari ómegd eystanfyri. Ongin ivast, í at tøkn­in er orsøkin til mestu menn­ ingina síðani ídn­aðar­koll­ veltingina. Infra­kervið sum skapti vælferðar­sam­ fe­lagið. Umráðandi er tó, at menniskjað sjálvt setir dags­skránna, at vit ikki lata okkum yvirrula av tekn­ iskum finessum og ísin­ krammi. Til ber at siga, at nýmenta tøknin nú ger, at vit í demokratiskum kring­ umstøðum standa á einum vegamóti. Tekin eru um, at andingarleiðin er farin at tippast aftur. Hevdvunni og klassiski drátturin, ímillum fólkið og tess kjakkveikjarar og makthavararnar, flytur seg frá frælsu og skipaðu fjølmiðlunum yvir í eina mangan anarkistiska slóð, eitt óskipað høpi, í sosialum miðlum, - eitt nú á Facebook. Higartil kennist hetta sum ein rættilig devaluering av orðaskiftinum. Kendu kvali­ fiseraðu kjak­kveikj­ararnir hava eisini roynt seg í hesum miðlum, men sum oftast enda kjakini í útspillandi persónligum grunnbrotum, ið undirmálarar í intelli­ gensi hava sær sum dag­ dvølju fyri at sleppa av við abstinensurnar av sín­um primitivu undirluta­kensl­ um. Teir báðir fjølmiðla­ menninir, Høgni Reistrup og Stefan í Skorini, eru helst komnir til somu niðurstøðu, at almenna kjakið er ov grunt, at ov fáir naglafastir lunnar liggja undir tí. Úrslitið kann tá gerast, at valdsharrarnir gerast ov einsamallir í tí, sum átti at verið ein bráðpanna, har drátturin ímillum partarnar í demokratisku aktini, í hesi livandi veruni, prosessini, er tvísporaður og líka breiður í báðum borðum. Helst hevur hetta eggjað teir til at taka stigið at redigera ein bókling, har seinasta løgtingsval og valdskabalirnar í kjalar­ slóðini av hesum verða sett á skrá. Ídni útgevarin í Vest­ manna, Jónhard Mikkel­sen, hevur givið ritið út umvegis forlagið Sprotan. Teir báðir eiga mikið rós uppiborið fyri átakið. Skabelónin, konseptið, líkist tí, sum Heini og Páll brúktu í bóklinginum “Krossvegir”. Tá vóru etisku og moralsku virðini í politiska umhvørv­ in­um beinagrindin, rákin frá 266b-málinum stóð fram­ vegis treystur út ígjøgnum rimarnar á politisku hjøll­ unum. Stórviðurin í seinru temabókini, hjá Høgna og Stefani, er breiðari. At kalla øll politikkøki vera viðgjørd í mun til løgtingsvalið í heyst og sleggjusløgini inni við essuna í politisku smiðjuni, har valdið, sum fólkið hevur latið upp í hendurnar á 33 tandrum, skal skiftast og býtast. 17 fólk hava skrivað hvør sína tíðargrein. Um búskap, fiskivinnu, mentan, list, vælferðarsamfelag, sjálv­ stýri, kvinnupolitikk, sosial viðurskifti etc. Tey skriva um júst tað evnið, tey hava frægasta skilið á. Hetta eru fróðar fólk, sum á lærdum háskúlum hava fingið ástøðirnar inn undir húðina. Síðani hava tey virkað í gerandisdegnum á hvør sínum hermóti, tí er hesin bóklingurin serstakliga væl skikkaður sum grundarlag undir almennum kjaki. Tey, sum ikki hava lisið bóklingin, halda kanska, at úrvalsliðið hjá redaktørunum bara er ein eliter forsamling, sum hevur skrivað eitt turrgelt teoretiskt manifest. Perspektiverandi andingarhol til valið og valdið Tórbjørn Jacobsen Framhald á næstu síðu