fríggjadagur 27. januar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vinningurin við útgávuni er
júst hin øvuti. Greinarnar
eru skrivaðar soleiðis, at øll
skilja tær, og samstundis
kveikja tær eitt forvitni hjá
lesaranum, ið eggjar hon
um til sjálvur at toyggja
seg eftir meiri vitan um tey
mest vitalu evnini í føroyska
samfelagnum.
Ikki ber til í stuttum hug
leiðandi ummæli at taka
í allar greinarnar. Inger
Smærup og Gunnar Hoydal
skriva
tvær
ómetaliga
góðar greinar um mentan
og list. Tey øtast sum fleiri
um,
at
ongin
almennur
mentanarpolitikkur
verðir
rikin í einum landi, ið hevur
størri tørv á tí enn nakar
annar. Serliga í hesum døgum,
táið trýstið uttaneftir herðist
dag frá degi. Mentanin við
øllum sínum brigdum er
infrakervið,
sum
knýtir
okkum saman, togendin við
óteljandi kordelum, sum er
orsøkin til, at vit yvirhøvur
kunnu trívast í oyggjunum.
Jóannes Hansen og Petur
Zachariassen skriva um valið
ígjøgnum samfelagsfrøðiligu
og hagtalsligu sjóneykuna.
Áhugaverdur lesnaður, ser
liga í hesum døgum, táið
til ber at eygleiða, hvussu
parlamentariska landslagið
so líðandi broytist, nú vit á
øðrum sinni hava havt eitt
løgtingsval, har til hevur
borið at velja tvørturum
firðir, sund og fjøll. Vit
vóru fleiri sum væntaðu, at
veingjasuðið frá stórpolit
iskum orðaskiftum á tingi fór
at merkjast á øllum geilum
eftir
tað
stóra
politiska
paradigmuskiftið. At krea
tivitetur,
hátt
hevjandi
tankar
og
ideologiskar
brestingar gjørdust nýggi
gerandiskosturin
handan
gluggarnar á tinghúsvøllin
um, men gakk, valla hevur
tingið nakrantíð verið verri
mannað enn júst í hes
um døgum. – Og skilið er
hareftir. Ikki so frætt at
tað skróvar á tíansheldur
rýkur frá parlamentarisku
bráðpannuni á Vaglinum.
Hallbera West skrivar um
eina óbúna politiska skipan,
um andsagnirnar ímillum
vallyftir og politiskt verk,
eftir at veljarin er fingin
í rætt. Beinta í Jákups
stovu greiðir frá kvinnu
umboðanini á tingi. Dennis
Holm skrivar um útjað
aran og miðstaðin og Heri
Petersen hugleiðir um frá
veruna av sosialpolitikki í
valstríðnum. Ein fín grein,
ið setir nakrar stórpolitiskar
spurningar um, hvussu vit
vilja hava, at tað føroyska
vælferðarmodellið skal síggja
út. Hvør støddin skal vera í
mun til búskapin annars og í
mun til grannalondini, ið eru
potentiellu
móttakararnir
av fólki okkara, sum velja
at flyta higani, um hildið
verður, at kravdi tørvurin
ikki
er
nøktaður.
Rógvi
Absalonsen hevur skrivað
eina ómetaliga góða grein um
dreymamyndir sum drívmegi
í føroyskum politikki. Hon er
høgtflúgvandi og samstundis
ástøðiliga væl funderað. Væl
samanskrúvað.
Gjørdist
kløkkur av henni, tí eg
hevði ikki hugsað júst hesa
snaringina sjálvur. Somikið
meira kveikjandi var hon.
Undir einum ber til at
umrøða
greinarnar
hjá
Jóannesi,
Róari,
Stefani,
Jens Christiani og partvíst
Sissali.
Fiskivinnan
er
annaðhvørt uppdriftin ella
mylnusteinurin í føroyska
samfelagnum. Semja tykist
vera um, at her ruggar
ikki alt rætt, vit hava verið
alt ov lítið umhyggin í
fiskivinnupolitikkinum,
síðani fiskamarkið var flutt
út á 200 fjórðingar fyri 35
árum síðani. Greinarnar eru
góðar, og onkur óvanliga
bersøgin. Ongin ivi er um, at
júst í hesum segmentinum
liggur potentialið, sum kann
viðvirka til, at vit aftur fóta
okkum búskaparliga. Men
tað krevur, at vit ýta av av
nýggjum. Bæði í stovnsrøktini
og í loyvisproblematikkinum.
Veruligar
marknaðar
mekanismur mega flættast
inn í vinnuna. Neoliberali
vinnupolitikkurin, sum nú er
settur á skrá, har útveljingin
av komandi oligarkum fer
fram ímillum vinir, kenn
ingar og svágrar kennir
neyvan sín líka í okkara
parti av heiminum, sjálvt
postsovjetiska regime hjá
Putin og Medvedev bliknar
í mun til tað, sum í hesum
døgum verður avgreitt og
avreitt í føroyskum stjórnar
stovum. Nevni Sissal í hesum
sambandinum, tí hon m.a. í
greinini vísir á, hvussu galið
tað kann ganga, megnar
tú ikki at vera sannførandi
um egnan politikk í ein
um
valstríði.
Dømið
er
fiskivinnupolitikkurin
hjá
Tjóðveldinum. Hóast flokk
urin áhaldandi hevur lagt
uppskotið um Tilfeingisbúð
ina fram á ting síðani 2006,
og eitt samfelt Floksting
hevur tikið undir við hes
um, so tóktist tað, sum
at ryggurin í júst hesum
avgerandi málinum viknaði,
mergurin leyp, tá valevnini
komu undir feudala trýstið,
serliga frá Fólkaflokkinum.
Harvið
endaði
flokkurin
í
einum
nowherelandi
í
fiskivinnupolitikkinum,
sum annars altíð hevur
verið
floksins
sterkasta
kort. Eri samdur við Sissali
í, at flokkurin tapti serliga
nógv
í
hasi
snaringini.
Tilfeingisbúðin
tryggjar
annars
stovnsrøktina,
liberaliseringina, marknaðar
gerðina og ikki minst demo
kratiseringina
í
okkara
høvuðsvinnu. Men sjálvandi,
sjónvarpsmiðilin er sterkur,
og trýrt tú ikki tíni egnu
“propaganda”, hvør skal tá
trúgva tí, sum rekur fram á
torg í einum valstríði.
Signar
Heinesen
og
Andrias Sølvará hava latið
seg í hvør sína Schopen
hauer´ska
attitýdu.
Eina
íhaldna stúku. Tað myrkir
fyri eygum teirra, táið teir
hyggja
í
glaskúluna
og
skoða inn í framtíðina. Havi
mangan tosað við Signar um
hesi ýtini og bygnaðar- og
leiðslutrupulleikan í Før
oyum. Vit eru ikki ósamdir, og
tað ræður veruliga um at gera
eitt paradigmuskifti, skal tað
býða í bøtur. Okkurt bendir á,
at hann kundi hugsa sær ein
nýggjan Jólafund. Har semja
kann finnast um ein dyggan
yvirskipaðan
leist
fyri,
hvussu vit í fyrsta umfari
koma burturúr moradsinum,
og síðani hvussu vit skipa
framtíðina hjá hesi fámentu
tjóð. Sølvará er heldur ikki
álvuligur. Tjóðskaparrørslan,
sum hevur verið kveikjandi
djúphavsstreymurin og kata
lysatorurin í allar menning
í Føroyum í stórthundrað
ár, hevur fingið eitt skot
fyri bógvin. Í tí støðuni
krevst eitt eksistentielt val,
annaðhvørt lúta vit, fara med
alla undir kong, ella spenna
vit politisku yvirarmarnar
uppúr okkum einaferð enn,
blása eina rennæssancu í
ta rørslu, sum meira enn
nakað
annað
fyribrigdi
hevur gagnað føroyska sam
felagnum. Ímillum reglurnar
haldi eg meg hóma, at eisini
hann dyrgir eftir einum
nýggjum Jólafundi, nú tað
skjótt verða 125 ár síðani
framsóknarmenn hittust í
tinghúsinum í somu ørind
um.
Annar av redaktørunum,
Høgni
Reistrup,
hevur
skrivað eina fína grein um
broyttu umstøðurnar hjá
teimum, sum eru upptillað.
Lopið er langt frá intensu
valfundunum í Glyvra Bio
í seksti- og sjeytiárunum
til nýggja pallin, har bara
eitt knappaborð er ímillum
valevnið og allan heimin.
Ferðin er øgilig, men um tærið,
substansurin,
er
frægari,
tað loyvi eg mær at ivast í.
Hvar eru arvtakararnir hjá
Erlendi Patursson, Jógvan
Ingvardi Olsen, Atla Dam,
Jóhan
Nielsen,
Finnboga
Ísakson,
Peturi
Reinert,
Hákuni Djurhuus og Sigurði
Joensen? Bara fyri at nevna
nakrar av teimum, sum
hava verið uppi á døgum
í mínari tíð. Onkursvegna
tóktust teir væl frægari
kálvføddir sum politikarar
enn alt tað skúlaða fólkið,
sum í dag situr á landsins
parlamentarisku
rókum.
Hetta hevjar spurningin um,
hvar trupulleikin er at finna.
Í uppalingini í heimunum,
á dagstovnum, í skúlum, á
miðnámsskúlum og á uni
versitetum etc.?
Samanumtikið
er
tað
at fegnast um, at teir báðir
Stefan og Høgni hava tikið
stig til hesa útgávuna. Hetta
er eitt virðismikið skjal fyri
eftirtíðina. Ein støðumynd,
ein lýsing, av umstøðunum
kring um eitt løgtingsval,
sum er álvarsmál, tí júst tann
dagin er tað, at 48 túsund
menniskju lata valdið frá sær
til 33 útvald umboð. Øll tey, ið
hava eitt minsta vet av áhuga
fyri samfelagsviðurskiftum,
eiga at ogna sær bóklingin og
at lesa hann. “Valið og valdið”
er eitt perspektiverandi and
ingarhol, ið er upplýsandi,
kveikjandi
og
forvitnis
fremjandi á einum óvanliga
høgum støði. Serliga hugaligt
er
tað,
at
høvundarnir
skáka maktina, sum skjótt
kann
fara
í
sjálvsving,
suspendera tyngdarmáttin,
verða naglarnir ikki sýnaðir
í
tíð
og
ótíð.
Ræðandi
sendingin í sjónvarpinum í
kvøld, um ófatiliga óskilið
í keypsskálanum í New
York, er gott dømi um, hvat
ið hendir, táið oligarkarnir,
fíggjarbarónarnir og polit
iska skipanin hond í hond
fara spákandi inn í eina
bløðru, sum frælsa pressan
ikki
hevur
atgongd
til
fyrrenn
hon
brestur
og
allir skrokkarnir og beina
grindirnar koma bóltandi
út úr skápunum. Til ógagns
fyri fólkið. Ella sum hin gitni
DSK segði í sendingini: Tað
er altíð tann fátæki parturin
av samfelagnum, sum eigur
uppvaskið,
táið
bløðran
er skrædnað og skaðin er
hendur.
Kanska átti blaðstýrarin
Eirikur at spurt teir báð
ar Stefan og Høgna og
høvundarnar við, um rættin
til at brúka materialið í
bóklinginum til tíðargreinar
í blaðnum. Orðaskiftið um
samfelagsmál er ikki opti
malt, og greinarnar í hesum
savninum kundu sum onki
verið
kjakkveikjarar
og
grundstøði undir einum kjaki,
sum heldur andingarleiðini
opnari ímillum fólkið og
valdið. Ein discount pallur
sum Facebook fremur lítið
og onki, vit mega aftur á
breddan í klassisku miðl
unum við teimum stóru
spurningunum, og júst har
hava frælsu miðlarnir eina
risastóra uppgávu. Bløðini,
og ikki minst almenni miðilin
Kringvarpið, sum tó skal eiga
rós fyri, at morgunsendingin
í vetur hevur tikið dik á seg,
nú hon hevur flutt seg frá
at endurgeva úr Rungsted
Tidende og at spæla tónleik
úr fjákutum donskum hitt
listum fyri fjøruti árum
síðani, er farin at viðgera tað
samfelagið, sum Kringvarpið
varð ætlað til. Flutt seg frá
danskari til føroyska tjóðar
bygging.
Vónandi er “Valið og vald
ið” ikki seinasta átakið hjá
redaktørunum, í royndini,
at røkja hitt demokratiska
maskinaríið í Føroyum.
Kjak
Havi gingið og hugsað handa
tankan ofta í síðstani, hví
»ganga teir ikki línuna heilt
út?« So var tað fullgjørt, í
staðin fyri hetta hálva og
mannminkandi, eyðmýkjandi
biddarakenda hálva - vit
skulu vera føroyingar og
spæla fólk í húsi, men danir
skulu gjalda gildið! Hví? jú, tí
tað hava vit sjálvsagdan rætt
til sambært Kaj Leo, Bárði og
bóndanum á Syðradali og
øllum hinum, sum taka undir
við teimum, ein heimsspeki,
sum fá onnur skilja.
Nei Høgni, hetta gongur
ikki, vit gera sum tú skjýtur
upp, vit fara aftur til amtið, so
eru vit ein partur av Danmark,
gjalda í statskassan, tað sum
tað kostar og fáa tað út aftur,
sum okkum er tørvur á, so
kunnu øll vera glað, sambandið
kann pakka saman og tit í
tjóðveldinum eisini, tí tá er
einki at klandrast um longur,
búkurin hevur fingið sítt og
tað er jú høvuðsakin ha????
Hugsa tær til, hvussu nógv
lættari lívið hevði verið, alt
hetta meira enn hundrað
ára langa stríðið og strevið
hjá sjálvstýrisfólki at skapa
okkum okkara egna samleika:
at sleppa at tosa og skriva
okkara egna mál, hava okkara
egna flagg, egna løgting, halda
ólavsøku og syngja: vit eru
føroyingar serstøk tjóð, alt
hetta, sum sambandsmenn so
vísiliga hava roynt at dripið
í egginum, men ongantíð
megnað; og so komst tú av
øllum við hasum vísu ráðunum
í bløðunum herfyri, sum høvdu
gjørt, at vit kundu sloppið frá
øllum hasum fjasinum og
stríðinum. Vit fara bara niður
til hana sjálva Hellu Thorning
Smith og siga, at nú vilja vit
aftur vera danir, júst sum fyrr,
eins og grannar okkara fyri
sunnan, hetlendingar, siga seg
vera skotar, tað er bara tað, at
fólkatalið har í oyggjunum er
farið niður í helvt, síðan teir
blivu skotar, men tað ger jú
einki, tí so verður jú dupult
so nógv av øllum til hvønn, ið
eftir er, og tað kann ikki annað
enn vera gott, Ha??
Hygga Høgni, nú rakti tú seymin mitt á høvdið!
Bjarki Skúvadal
Framhald av síiðu13