Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stendur tað til minni­ lutan í Fíggjarnevndini, so verður farið undir eina tilgongd at javnseta ferðaseðlakostnaðin millum tey, ið ferðast í undirsjóvartunnlum, og tey, ið ferðast við skipum í Føroyum. Minnilutin mælir til, at inntøkurnar hjá Strand­faraskipum Land­ sins verða minkaðar fýra mió. kr. í ár og aðrar fýra mió. í 2013 og 2014 til tess at gera tað ókeypis fyri ferðafólk at ferðast sjóvegis. Ætlanin er at í 2014 verður gjald einans tikið fyri bilar og farm umborð á skipunum hjá Strandfaraskip Landsins. Ferðafólk, ið ikki hava bil við, sleppa so­ statt ókeypis í 2014. Men longu í ár verður ferða­ seðilin fyri ferðafólk lækkaður ein triðing um tað stendur til okkum í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Síðani lækkar prísurin aftur ein triðjing komandi ár. Tað er ein sannroynd, at tað kann skjótt gerast kostnaðarmikið hjá ein­ari familju við t.d. tveimum hálvvaksnum børnum úr Suðuroy at fara ørindi norðurum fjørðin við bili. Tá rinda øll hvør sítt gjald fyri túrin, umframt at førarin rindar fyri bil. Hinvegin rindar ein familja bert eitt gjald fyri bil, tá ið tey koyra gjøgnum ein undirsjóvartunnil. Við hesum uppskot­ in­um verður farið undir eina tilgongd at javnseta ferðaseðlakostnaðin millum tey, ið ferðast í undirsjóvartunnlum, og tey, ið ferðast við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fara at leggja fram fleiri broyt­ingar­ upp­skot til fíggjarlógina í 2012. Miðjað verður eftir, at talan verður um broytingaruppskot, ið eru ”útreiðsluneutral”. Javnaðar­flokk­ urin og Tjóð­veldi: Ókeypis fyri ferða­fólk sjóvegis Aksel V. Johannesen tingmaður fyri Javnaðarflokkin Hóast læraralønin ella manglandi tímajáttan fær skuldina fyri at sløkkja hugin til lærarastarvið, og nú eisini hjá nýútbúnum lærarum, havi eg tó hug at halda, at størsta avbjóðingin hjá fólkaskúlanum er, sam­ an við foreldrunum, at fyri­reika næmingarnar til læru­umhvørvi í fakligum læraraumhvørvi. Møguliga er tímatal og peningur ikki alt avgerandi, bara forvitni verður stimbrað, so líkasælan hvørvur. Fyrireika til lívið Í undirvísingini eiga og skulu lærarar stimbra og gagnnýta forvitni hjá næminginum. Um næmingarnir eru líka­ sælir og óvitandi, so verða spurningarnir fáir og undir­ vísingin stirvin. Næmingurin saknar ikki ta vitan, hann ikki hevur. Tí er stóra avbjóðingin hjá teimum, sum síggja stórt í vitan, áhaldandi at eggja næminginum til at læra. Tí bara ein spíri av áhuga elvir til forvitni og gevur hug at læra. Men hóast lærdómur er lættur at bera, kann til­ gongdin vera krevjandi. Næmingarnir eru enn ikki sjálvstøðugir ella sosialt búnir. Tað er júst hetta næm­ ingunum eigur at standa í boði, heima og í skúlanum, so teir gerast heilskapað menniskju. Potentiali og evni skulu verða leidd rættan veg, so ein heil persónligheit verður ment. John W. Gardner sigur: “Nógv undirvísing í dag er til fánýtis. Tí alt ov ofta geva vit ungum fólki blómutyssi, heldur enn at læra tey at gera urtagarðar.” Soleiðis er tað møguliga í skúlanum í dag. Um næmingarnir ikki eru fyrireikaðir at taka til sín, so er lítil nytta í tímunum, teir eru í skúla. Skipanin stirvin Hvørt ár verða 24 - onkuntíð fleiri - næmingar settir sam­ an í eina skúlastovu við einum lærara. Tað verður ikki stórvegis spurt um, hvussu næmingarnir eru fyri, hvørji áhugamál ella hvørjar styrkir teir hava. Aldurin avger, hvar næmingurin fer. Eins og í grannalondum okkara hevur innskúlingin ikki stórir trupulleikar. Men longu í miðdeildini og enn sjónligari í framhaldsdeildini, missa fleiri hugin at læra. Hesir somu næmingar eru í vanda fyri ikki at fáa útbúgving. Uttan at siga ov nógv er trupult hjá verandi fólka­ skúlaskipan at uppfylla oman fyri nevndu krøv - møguliga ómøguligt, um ikki øll standa saman. Heim og skúli Børn hava ongantíð verið størsta partin av degnum í skúla. Áðrenn tey gerast næmingar, eru tey formað heima, har tey hava fingið grundleggjandi kunnleika í uppaling so ella so. Tá hesi børn gerast næmingar, verður bygt víðari á grundina. Hóast tað ikki er so einfalt, eiga vit tó at síggja stórt í ábyrgdini heimini hava at fyrireika børnini at gerast næmingar. Tá ið skúlatíðin er byrjað, er neyðugt áhaldandi at eggja og fylgja við, hvat næm­ing­ urin ger. Næmingarnir leita jú eftir endamáli og meining við tí, teir gera. Heilt greitt hevur samfelagið eina ætlan við øllum hesum næm­ingum, sum hvørt ár standa á fíggjarlógini. So greitt, at teir vilja hava 95% av næmingunum at taka miðnámsútbúgving. Fólkaskúlalógin sigur ikki, hvussu samarbeiðið “heim og skúli” ella floksráð skulu skipast. Heldur einki um foreldur, sum hava ábyrgd. Tó vita vit at týdningurin í, at foreldur eitt nú møta til foreldraviðtalur ikki kann yvirmetast. Við at vera til staðar vísa foreldur virðing fyri skúlanum og arbeiðnum, sum næmingurin ger. Hetta samarbeiði kann skúlin ikki vera fyri uttan, um undir­ vísingin skal vera góð. Sam­starvið heim og skúli hevur alstóran týdning, og hugsa vit í peningi, er hetta kostnaðarleyst. Lagt eigur at vera upp til, at heima verður skipað fyri eini skúlatingsmentan, har arbeitt verður við til­ far­inum úr skúlanum. Hetta dáma næmingunum væl, tí her kunnu teir vera saman við foreldrunum, og geva foreldrunum innlit í skúladagin. Eisini skulu reglur og vanar gerast heima um, hvussu og nær skúlating verða gjørd, og hvør skal hjálpa við skúlatingunum. Lærarin stendur ikki einsamallur Lærarin undirvísir sjálv­ andi eftir málrættaðu árs­ ætl­anini og hevur fakligu ábyrgdina. Hetta skal geva næmingunum møguleika at ogna sær vitan og dugna­ skap, sum styrkir teir fakliga, persónliga og sosialt. Síðani skulu næmingarnir ogna sær evni til dugnaskap, háttalag, vanar og hugburð. Tó er tað púra misskilt, at lærarin stend­ur einamallur við ábyrgd­ini. Granskingar vísa greitt, at læra gevur bestu úrslit, um næmingarnir eru motiveraðir, forvitnir, áhug­aðir og virknir. At fyri­ reika næmingarnar til læru­ umhvørvi í fakligum lærara­ umhvørvi er júst tað, sum er ein felagsuppgáva. Neyðugt við neyvari fyrireiking Tóra við Keldu Hvar blivu svarini av? Thomas. J. Askham Í viku 52 í 2011 hevði undurritaði spurnigar til Mentamálaráðið við Bjørn Kalsø og Kring­ varpsnevdina. Hvør er orsøkin til, at Kristuligt Lurtara- og Síggjarafelag misti fasta umboðan í Kringvarpsnevdini og harvið blivu sett á portrið, hvør hevur avgjørt hettar og hví? Eg vóni at fratta um hetta. savnsmynd