fríggjadagur 27. januar 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Pápi Símun og Onnu Sofíu var
Johannes Fr. Johannesen f. 1843
á Skarði. Hann giftist við Elsu
Frederikku Matras í Uppistovu í
Fodlendi á Viðareiði. Hann festi
garðin í 1876. Á Skarði vóru tvey
hús, Har uppi Suðuri og Har Niðri,
sum henda greinin snýr seg um.
Tey bæði fingu tvey børn, sum
bæði saman við sínum makum
komu at hava avgerandi týdning
fyri føroysku háskúlarørsluna. Tey
vóru:
Símun f. 1872. Hann var borin til
festið. Men hann var so óheppin
at missa annað beinið og fór tí
á læraraskúla. Í 1905 fekk hann
sær eftirnavnið av Skarði. Símun
giftist í 1901 við Susannu Katrinu
f. Jacobsen úr Havn. Hon var dóttir
Jákup Jacobsen, vanliga kallaður
Bøkjarin. Sanna gjørdist 100 ár.
Umframt háskúlan er Símun fyrst
og fremst kendur fyri at hava
yrkt tjóðsangin, sum var yrktur í
Føgrulíð. Lagið gjørdi Petur Alberg.
Anna Sophia f. 1876, giftist í
1904 við Rasmus Rasmussen úr
Miðvági, vanliga róptur Rasmus á
Háskúlanum.
Teirra børn vóru:
Ada f. 18.6 1905 í Føgrulíð, doyr um
1940
Elsa Johanna f. 16.6. 1910 á
Skarði, doyði í 1927. Jarðað undir
Svínaryggi.
Jóannes f. 1912, giftur í 1941 við
Ingeborg Zachariassen, ættað av
Kirkju.
Sjúrður f. 1914, doyði í 1938,
jarðaður undir Svínaryggi
Ólavur f. 1916, giftur við Rigmor
Restorff úr Havn.
Anna f. 1919, gift við Oskar
Hermansen, ættaður úr
Vestmanna.
Tískil doyðu trý av teirra seks børn
um á ungum aldri. Tey doyðu øll av
tuberklum.
Orsøkin til, at mamman, Elsa,
eisini er jarðað í Havn er, at hon
flutti við teimum til Havnar, tá
ið Háskúlin flutti í 1909. Maðurin
hevur helst verið deyður tá.
Tað liggja nøkur brøv eftir Elsu,
sum hon hevur skrivað av Skarði til
Onnu Sofíu. Eitt er til dømis skrivað
19.6. 1903. Tá hevur Anna Sofía í
hvussu er verið burtur, kanska í
Føgrulíð, tí mamman sendir henni
okkurt, hon hevur brúk fyri.
Hon greiðir eisini, at Sofie
Katrine nú er har norðuri at fáa
borið torvið burtur, men hon skuldi
bert vera í 14 dagar. Tey høvdu
eisini tá havt vitjan av einum
donskum manni, sum var komin
av Viðoynni.
Hava sett stór spor eftir seg
Hesir báðir svágrarnir hava sett
stór spor eftir seg í Føroyum, sum
tað kunnu skrivast bøkur um. Hetta
er eisini galdandi fyri Rasmus. Tað,
sum kann skrivast í eini slíkari
grein, er bert ein viðfáningur.
Rasmus var borin í 1871 til at
vera bóndi við Kirkjar í Miðvági.
Men hann segði garðin frá sær og
valdi háskúlan.
Fyrsta háskúlaskeiðið var í 1899
/1900 í Klaksvík. Anna Sofía tók
sær av húsarhaldinum. Hon tók
sær aftur av húsarhaldinum fyrsta
veturin í Føgrulíð. Hetta var ikki so
lætt sum í Klaksvík, men hon fekk
hjálp frá fleiri gentum. Anna Sofía
fór tá aftur til Skarðs, og hon kom
ikki aftur í Føgrulíð fyrr enn hon og
Rasmus giftust í 1904. Anna Sofía
doyði longu í 1932 eftir at hava verið
sjúklig í fleiri ár.
Rasmus skrivaði fyrstu
skúlabók á føroyskum
Rasmus var ein maður við sera
nógvum evnum. Tað er kent, at
hann skrivaði Føroya fyrstu skald
søgu, Bábilstornið.
Hann hevur verið eitt flogvit
á mongum økjum eisini innan
roknikynstur.
Eitt dømi um tað er, at hann
ólærdur skipaði fyri einum parti
av útskiftingini av bønum í Kunoy,
áðrenn nøkur matrikullóg varð til.
Ofta kundu útskiftingar føra til
klandur, men søgan sigur einki um
tað í hesum førinum.
Hvussu evnaríkur Rasmus
var, sæst eisini av, at hann í 1899
skrivaði eina lærubók í umfrøði
ella geometri. Hana skrivaði hann á
føroyskum, og hetta man helst vera
fyrsta skúlabókin á føroyskum. Hon
er hondskrivað og finst bert í einum
eintaki. Hon telur 45 hondskrivaðar
síður við teksti og frymlum.
Rasmus gjørdist í 1912 skrivari í
Føroya Fiskimannafelag og hevði
hann hetta starv fram til 1947.
Saman við táverandi formanni,
Símun Paula úr Konoy, fór FF í 1920
at geva út FF-blaðið, sum skjótt
gjørdist eitt vikublað. Hetta var ikki
smávegis avrik, tá ið hugsað verður
um útgerðina, sum var tá. Henda
blaðútgáva helt fram til 1927.
Í 1929 var Rasmus við á eini
sendiferð til Spania at kanna fiska
marknaðin á hesum leiðum. Hann
skrivaði tá eina áhugaverda dag
bók, sum í 2002 varð prentað í tá
verandi FF-blaðnum saman við
øðrum tilfari um Rasmus.
Louis
Zachariassen
skrivaði
m.a. í 90-ára minningarritinum fyri
háskúlan:
“Sum háskúlamaður og við síni
skriving hevur Rasmus avrikað
megnarverk. Starv hansara sum
blaðstjóri av FF-blaðnum og skriv
ing hansara í bløðunum var altíð
borin av hugsjónum, sum vístu
út yvir dagligan politikk. Fólksins
menning á egnum menningarstøði
lá honum fremst á hjartað, og hetta
er samsvarandi tey sjónarmið, sum
hin norðurlendski fólkaháskúlin
bygdi á.
Í plantufrøði hevur Rasmus av
rikað verk, sum vísindamenn rokn
að við. Umframt at hava skrivað
greinir um slík evni í vísindaligum
tíðarritum í útheiminum hevur
Rasmus givið út bøkurnar “Føroya
Flora” og “Plantulæra” á føroyskum.
Tað er ikki smáverk, sum her er
avrikað, og undrunarvert er tað, at
ein maður við so ringum umstøðum,
sum Rasmus hevur havt, kann hava
lagt alt hetta skrivliga arbeiði úr
hondum.
Føroya Fólkaháskúli hevur aldri
fæ at bjóða lærarum sínum. Hetta
var uttan iva atvoldin til, at Rasmus
tók við starvinum sum skrivari
í Føroya Fiskimannafelag. Fyri
felagið kom hetta skrivarastarv at
fáa alstóran týdning. Eisini sum
skrivstovumaður
vísti
Rasmus
stór evni. Hann kom at vera tað
fasta haldið í felagnum, tí misnøgd
millum felagslimirnar førdi brátt
til formansskifti, og stundum fór
skifti fram á hvørjum ári. Hann
helt fíggjarligt skil á felagnum, og
tað hevur borið gjøgnum nógvar
trupulleikar.”
Keldur: Gudrun Gaard
Ada í Líð
Háskúlin: Ein partur av
søguni er í gamla kirkjugarði
Ímyndin av Føroya Fólkaháskúla tey fyrstu nógvu árini vóru Símun av Skarði og Rasmus
Rasmussen, sum vóru svágrar. Mamma Símun, Elsa, sum var vermamma Rasmus,
er jarðað í gamla kirkjugarði saman við konu Rasmus, Onnu Sofíu, og tveimum av
teirra børnum
Komandi partur
í komandi parti verður greitt
frá um Johonnu Tominu
Joensen úr Nólsoy, sum doyði
24 ára gomul í barsilssong og
mannin Christian Joensen, sum
gekk burtur nøkur ár seinni
Anna Sofía Rasmussen
ELSA FREDERIKKE
JOHANNESEN
f. MATRAS
F. 17.3.1843
D. 18.5. 1934
ANNE SOFIE RASMUSSEN
F. JOHANNESEN
F. 31.1 1876 D. 4.11 1932
ELSA JOHANNE
RASMUSSEN
F. 16.6. 1910
D. 15.6. 1927
SJÚRÐUR RASMUSSEN
F. 18.5 1914
D. 25.10 1938
Elsa Johanna Rasmussen
Sjúrður Rasmussen
Elsa Frederikke Johannesen
Rasmus á Háskúlanum