fríggjadagur 27. januar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Mangt er borið fram sein
astu mánaðirnar um sam
ráðingarnar hjá Føroyum
við ES, Noreg og Ísland um
at býta makrelin landanna
millum.
Meðan
føroyska
samráðingarnevndin undir
truplum umstøðum roynir
at standa stinn og verja okk
ara tjóðskaparligu áhuga
mál í føroyskum sjógvi, sita
tveir fólkatingslimir niðri
á Christiansborg og togast
sínámillum um hvør teirra
hevur æruna av maktar
loysinum hjá donsku stjórn
ini í hesum máli – sum
uttan iva higartil tykist at
vera týdningarmesta uttan
ríkispolitiska mál hjá okkara
landi í hesi øld.
Hvat var av “ogn
Føroya fólks” um
útlendingar ráddu?
Hesin spurningur er sera
viðkomandi at seta í hesum
døgum av fleiri grundum.
Eg fari tó bara at viðgera
tann partin, ið er um sam
ráðingarnar millum tey fýra
strandarlondini um at býta
makrelin sínámillum.
Hesar samráðingar eru
higartil farnar fram á tann
hátt, at ES og Noreg hava í
veruleikanum býtt makrelin
sínámillum fyri síðan at
lata Føroyum ein lítlan og
ónøktandi part, ið als ikki
samsvarar við ta nøgd av
makreli, sum heldur til á
føroyskum havleiðum.
Tí tók eg sum føroyskur
fiskimálaráðharri ta avgerð
í fjør, at áseta Føroyum eina
kvotu á 150.000 tons, sum eg
sum útgangsstøði meti at
vera í samsvar við nøgdina
av makreli, ið vit føroyingar
eiga rætt til at veiða í okkara
sjógvi, uttan at vandi er fyri
at niðurfiska stovnin.
Og hvat gera ES og Dan
mark sum formansland – jú
tey svara aftur við at royna
at seta í gyldi eina reglugerð,
ið ikki einans skapar eitt
løgfrøðiligt støði undir at
banna føroyskan útflutning
av makreli til ES, men bann
ar
eisini
føroyskum
út
flutningi av makreli at fara
um ES-havnir í transit til
onnur lond, sum meira enn
fegin vilja keypa føroyskan
makrel.
Við øðrum orðum, geva vit
nú eftir undir trýsti og lata
útlendingar ráða í Føroyum,
tá verur ikki nógv eftir til
okkum føroyingar at býta av
tí parti av “ogn Føroya fólks”,
sum vit í dagligari talu kalla
makrelur.
Vit skulu royna málið
í WTO heldur enn at
standa gyrd í brøkur
á Christiansborg
Eingin ivi er um, at bannar
ES útflutningi av føroyskum
makreli til ES og somuleiðis
útflutningi av føroyskum
makreli at fara um ES-havnir
í transit til onnur lond, tá er
tað eitt greitt brot á WTO-
sáttmálan
og
serstakliga
tann partin, ið nevnist GATT.
Somuleiðis er tað eitt greitt
brot á fríhandilssáttmálan
millum Føroyar og ES.
At ES roynir at snúgva sær
undan við at rættvísgera slík
brot á altjóða handilsrætt við
undantaksregluni í GATT um
at varðveita náttúrutilfeingi
hjálpir ikki í hesum máli, tí
at slík handilsbann skulu
eftir somu undantaksreglu
ikki gera mismun millum
innlendska
og
útlendska
makrelvinnu.
Tí skulu vit longu nú
bretta upp um armar og
fara til verka at fyrireika eitt
kærumál í WTO, ið er klárt
at leggja fyri kæruskipanina
í WTO í somu løtu ES setir
ólóglig handilstiltøk í verk
ímóti føroyskum útflutn
ingi av makreli. Tað er sera
umráðandi at fáa WTO at
steðga ES longu nú, tí ann
ars er vandi fyri, at ES seinni
víðkar
slík
tiltøk
ímóti
útflutningi av øðrum før
oyskum fiskavørum.
Tað er væl hugsandi, at
Danmark fer at forða fyri
einum slíkum kærumáli í
WTO, fyri at verja síni egnu
tjóðskaparligu áhugamál og
ikki minst tey hjá ES, har
Danmark jú er limaland.
Skuldi tað hent seg, og
tað mugu vit fáa at vita
sum skjótast, eiga vit bein
anvegin at krevja okkara
rætt til sjálvstøðugan før
oyskan WTO-limaskap eft
ir ásetingini í WTO-sátt
málanum um limaskap hjá
sjálvstøðugum tollumveld
um, so at vit føroyingar
sjálvir kunnu røkja okkara
tjóðskaparligu áhugamál í
altjóða samfelagnum, tá ið
eingin annar kann ella vil.
WTO-limaskapur kann hjálpa
okkum í makrelmálinum.
Jacob Vestergaard
løgtingsmaður
Nógv skal ein hoyra áðrenn
av dettur oyrað, kundu tey
gomlu taka til, tá ið onkur
gjørdi sær dælt av at fara
lætt um sannleikan. Hetta
var tað fyrsta, sum rann
mær til hugs, tá ið eg las við
merkingina hjá Boga Andrea
sen um brúnna um Sandá.
Eg skilji væl, at Bogi
Andreasen
leingist
eftir
brúnni, tí tað hevði lætt nógv
um gerandisdagin á farleið
hansara millum Svanga og
Argir á sama hátt, sum hjá so
mongum øðrum borgarum í
Tórshavnar kommunu.
Men at taka ein brotpart úr
einum størri samanhangi við
eittans endamáli at villleiða
borgaran er sera ódámligt.
Men hetta tykist vera vorðið
stílurin hjá Boga Andreasen.
Hann enntá dittar sær at
nýta orðini “kom í gongd”.
Bogi Andreasen veit betur
enn nakar, at verkætlanin
um brúnna um Sandá er væl
og virðiliga knæsett í bý
ráðnum, hann hevur sjálvir
sitið í bygginevndini fyri
brúnna um Sandá, alt til
hann hálsaði um frá at verða
tjóðveldismaður og gjørdist
fólkafloksmaður. Umvending
hansara hevði tær politisku
fylgjur, at hann varð koyrdur
frá sum formaður í byggi-
og
býarskipanarnevndini,
koyrdur úr bygginevndini
fyri brúnna um Sandá og
koyrdur úr fleiri øðrum
nevndum við. Bogi Andreasen
veit betri enn tey flestu, at
verkætlanin um brúnna um
Sandá langt síðani er farin
av á barkastokki, at arbeitt
hevur verið við verkætlanini
í longri tíð, og at peningur
er settur av á íløguætlanini
bæði fyri í ár og næstu árini.
Eisini veit Bogi Andreasen,
at brúgvin um Sandá hevur
høga raðfesting, og at eg sum
forkvinna í teknisku nevnd
havi verið heit talskvinna
júst fyri hesi verkætlan.
Bogi Andreasen ger eina
roynd at mála eina mynd
fyri borgarunum, at brúgvin
ikki verður gjørd, ella verður
parkerað ella er útsett. Tað
er rætt, og heldur einki
undantak, at í samband við
fíggjarætlanararbeiðið vórðu
gjørdar ymsar flytingar. Eftir
fyrstu viðgerð kom fram, at
tann upphæddin, sum í fyrstu
atløgu varð sett av til brúnna,
ikki øll fór at verða brúkt í
ár. Tí vórðu 2 mió. fluttar til
aðra verkætlan innan tekn
iska økið, nevniliga verk
ætlanina fyri kloakkir, tí ov
lítið frammanundan var sett
av til ta verkætlanina fyri
at røkka lógarkravinum um
góðkenning av spillivatns
ætlanini innan 2015. Alt
hetta veit Bogi Andreasen
fullvæl, men hann brúkar
hetta til at villleiða og
tekkjast
borgarunum,
og
er hetta eftir mínum tykki
ein sera ódámligur og lítið
mannsømiligur framferðar
háttur. Men Bogi Andreasen
hevur eftir øllum at døma
meira enn onnur sera stór
an tørv á at lifra fyri borg
arunum, nú hann til komandi
kommunuval
skal
berast
aftur í býráðið av øðrum
veljarum enn seinast, nú
hann hevur skift flokk.
Brúgvin er ávegis, uttan
mun til hvønn politiskan
gangara, Bogi Andreasen í
løtuni ríðir á, varaborgarstjóri
Tórshavnar býráð valdur
av tjóðveldisfólki og vara
tingmaður
fyri
Fólka
flokkin á Løgtingi. Og Bogi
Andreasen skal ikki pella
um verkætlanir, sum tekn
iska nevnd arbeiðir við.
Soðið er ov tunt og politiski
boðskapurin ov vánaligur, tú
verður noyddur at lata eina
betri bót út í súpanina næstu
ferð tú fer í blekkhúsið.
Brúgvin um Sandá
Halt teg til sannleikan, Bogi Andreasen
Marin Katrina Frýdal
forkvinna í teknisku nevnd Tórshavnar býráð,
limur í bygginevndini fyri brúnna um Sandá