fríggjadagur 27. januar 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Týskvøldið spældi Stjørnan seg í
steypafinaluna hjá kvinnum við at
vinna tepurt við samanlagt einum
máli á Neistanum. Mikukvøldið
skuldi greiða fáast á, um tað var
VB ella Kyndil, sum skuldi standa
á mótstøðuhálvuni í finaluni. VB
hevði betra útgangsstøðið eftir at
hava vunnið 26-21 í fyrru hálvfinal
uni, men eitt væl stríðandi Kyndil
gav vágskvinnum í løtum skarpan
gang og vístu, at VB als ikki var
sjálvskrivað í finaluni.
Kyndil vann til fánýtis
Tað kanska nervaði VB nakað, at
tær høvdu eitt somikið gott út
gangsstøði, og hinvegin høvdu
kyndlakvinnur einki at tapa og
bardust fyri lívinum. Kyndil legði
eisini væl út og var á odda við fáum
málum í dystarbyrjanini, og var tað
eyðsæð, at tær spældu uttan ótta
fyri at tapa. Tær vardu frammarliga
við 5-1-verjustøðu, har Gurið K.
Mortensen hjá VB varð mansvard.
Hetta legði nakað av trýsti á VB,
sum tó eisini dugdi væl at finna
holini í verjuni og spæla bóltin inn
á strikuna.
Kyndil var á odda 10-9 í hálvleik
inum og eitt skifti í seinna hálvleiki
vóru tær bara fáar sentimetrar frá
at leggja seg á odda við fýra málum
og harvið av álvara leggja trýst á
VB. Tá fóru tær úr Kyndli at misnýta
nógvar møguleikar, og samstundis
sum VB gagnnýtti og svaraði aftur,
so fjaraði finaludreymurin hjá
Kyndli stillisliga burtur.
Kyndil gjørdi tó eitt hál ímóti
dystarenda og vann dystin 26-25,
men av tí at VB vann fyrra dystin
26-21, so eru tað tær, sum við saml
aðum 51-47 sigri fylgja við Stjørnuni
í steypafinaluna.
Neistin favorittur
Eftir at fyrra hálvfinalan var endað
við javnleiki 22-22, stóð alt púra opið
um hvat av liðunum millum mans
liðini hjá Neistanum og H71 skuldu
spæla seg í finaluna. Neistin kundi
tó valla frásiga sær útnevningina
sum favorittur, og við tveimum
nýggjum leikarum, teimum báðum
Tummas Paula Hanusarsyni og
Finni Hanssyni, skuldi ligið væl
fyri hjá teimum at spælt seg í final
una. Hóast hoyvíkingar stríddust
mannliga,
so
stóðu
teir
ikki
greipuvinnarunum mát og máttu
lúta 23-26.
Jøvn byrjan
Hoyvíkshøllin
var
stúvað
við
áskoðarum, og kundu teir mælsku
hoyvíkingarnir fegnast um, at H71
fyrstu løtuna spældu fult upp við
Neistan. Tað skuldi tó ikki ganga
long løta, áðrenn Neistin vísti tenn
og legði seg á odda við tveimum
málum. Ein leiðsla, sum teir vardu
allan vegin til hálvleiks og vóru á
odda 13-11 í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki helt sama
gongdin fram. H71 stríddist og var
eina løtu bara eitt mál frá Neist
anum, men teir bláu stóu stinnari
og hildu H71 frá fatinum. Neistin
vann dystin 26-23 og við saman
løgdum 48-45-sigri eru teir nú í
steypafinaluni, har teir annaðhvørt
møta KÍF ella H71 1.
KÍF og H71 1 spæla sína seinnu
steypafinalu í Hoyvíkshøllini í
kvøld kl.19.30. Munurin er at kalla
eingin millum liðini, eftir at KÍF
vann fyrra dystin 29-28.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Hesum boðar talentvenjarin, Kim
Vilfort, frá á heimasíðu felagsins.
Felagið vil fegið gera lopið frá ung
dómsdeild til besta liðið lættari, og
í tí sambandi hava teir gjørt av at
lata níggju leikarar frá U19-liðnum
– upp á skift – venja við besta
liðnum. Millum hesar níggju er
René S. Joensen, sum áður hevur
spælt við HB, og eisini hevur gjørt
seg galdandi á fleiri av føroysku
ungdómslandsliðunum – seinast
á U21-landsliðnum.
– Eg meti hetta vera eitt gott
átak, og eg vænti mær nógv av
hesum. Persónliga haldi eg, at so
skjótt leikararnir hava eitt hósk
andi støði, skulu teir snúsa til
støðið omanfyri teir. Tað blíva teir
bara betri fótbóltsleikarar av. Tá
ið teir koma upp og kenna, hvussu
tað er at spæla í Superliguni, vil
skiftið vera betri, og teir koma at
vita hvat ein væntar av teimum
bæði til venjing og í dysti, sigur
venjarin hjá besta liði felagsins,
Auri Skarbalius, við bold.dk.
albinus@sosialurin.fo
Steypafinalan hjá kvinnum
René venur við
teimum bestu
Fótbóltur 18 ára gamli føroyski bakkurin í Brøndby
IF, René S. Joensen, skal framyvir venja nakrar ferðir
um vikuna við besta liðnum hjá felagnum
Suður ímóti norður
Hondbóltur Nú er finalumyndin í steypakappingini við at vera liðugt teknað. Hjá kvinnunum verður tað
suður ímóti norður, har VB og Stjørnan hittast í finaluni, meðan Neistin er í mansfinaluni og hittir annaðhvørt
KÍF ella H71 1. Hesi liðini spæla seinnu hálvfinaluna í kvøld. Stóri finaludagurin verður 11. februar
Stjørnan tryggjaði sær finaluplássið við teprum sigri á Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen