Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge – Nú orki je itje at ganga! Týðiliga pøsti Adrian Cieslewicz fer brosandi fram við rúgvuni av ágrýtnum viðhaldsfólkum við ein­ ari sjampagnufløsku í favn­inum, tá hann sær umboðið frá Sosial­inum og heilsar við ser­merkta suður­oyar­ málinum. Reyða spæli­troyggjan, hvítu brøkur­nar og reyðu hosurnar eru grav­skitnar av runu. Hann hev­ur skift fót­bóltsskógvarnar út við inni­skógvar. 21 ára gamli pól­ lend­ingurin, sum hevur slitið sínar barna­skógvar í Vági, er miðdepilin hesa løtuna. Sjampagnufløskan ber prógv um, at fjepparnir hjá Wrex­ ham hava kosið hann til dagsins leik­ara í steypadystinum móti Brighton. Adrian Cieslewicz hevur valt fót­bóltin sum sína lívsleið. Hann hevur fingið at sanna, at tað krevur ein ótrúligan vilja, áhaldni og ikki minst eina sterka trúgv upp á seg sjálvan. Teinurin upp á tindin er ómetaliga langur. Eftir gott og væl fimm í Onglandi hevur hann fram­vegis ikki sligið sítt navn fast í enskum fótbólti, men hann er ikki fallin í fátt. Framrættaði mið­ vall­arin er í støðugari framgongd. Við fleiri avrikum sum í hesum steypa­dystinum hetta bítandi kalda mikukvøldið í januar, verður neyvan leingi, áðrenn Adrian Cieslewicz verður eitt kent navn í bretska fótbóltsumhvørvinum. Tað er hann sannførdur um. – You are awesome, Adrian!, rópar ein av hansara viðhaldsmonnum við stívari kenning. Cieslewicz smíl­ ist og takkar fyri rósandi orðini, áðr­enn hann gevur sær stundir at práta við okkum. Stórur spenningur Hetta er annars størsti einstaki dyst­urin í hesum kappingarárinum. Wrexham, har Adrian Cieslewicz hevur spælt seinastu trý árini, er í fíggjarligum óføri, og tað eru nú viðhaldsfólkini, sum bera rakst­ urin av felagnum. Umdysturin í søgu­ríku steypakappingini FA Cup á Racecourse Ground í Wrexham kann kasta fýra milliónir krónur av sær, um Wrexham spælir seg víðari. Newcastle, sum spælir í bestu ensku deildini, bíðar í fjórða um­ fari. Nú skal røkka ella støkka. Øll atgongumerkini eru seld. Algoystu fjepparnir eru óstýriligir. Tað verð­ ur rópt, sungið og trummað uttan íhald. Sjálvt á plássunum, har inn­ bodnu gestirnir, stuðlar, eigarar og onnur, halda til verður rópt. Handan ann­að málið er tómt, tí har eru bara standipláss. Enska fótbólts­ sam­bandið setur sum krav, at allir áskoðararnir skulu hava sitipláss til slíkar dystir. Annars er hugsandi, at áskoðaratalið hevði verið væl hægri enn tey 8.316 atgongumerkini, sum eru seld. Wrexham er ein býur í norðara partinum av Wales við 63.000 íbúgv­um. Fótbólturin hevur fest sterkar røtur millum borgarnar. Fel­ agið, sum spælir í fimtbestu deild­ ini, brynjar seg til at vinna seg upp í røðini, og fyri at hýsa fleiri áskoð­ arum er onnur langsíðan á gamla og hugnaliga leikvøllinum umbygd. Áhugin fyri umdystinum móti Brighton, sum heldur til í næstbestu deild­ini, er stórur. Áskoðaraplássini eru fullsett. Tað var Adrian Cieslewicz, sum syrgdi fyri, at hesin dysturin skal spælast. Tað var við knøppum fintum og einum frálíkum skoti, at hann stóð fyri málinum hjá Wrexham í fyrra dystinum. Úrs­ litið var 1-1, og tí var neyðugt við umdysti. Grammi póllendingurin er eisini ein støðug hóttan í hesum dystinum. Hann fer beinanvegin til stroks. Hann er skjótur við bólt­ inum millum føturnar og setir tveir mótstøðuspælarar av. Annar teirra tekur beinini undan honum, og dóm­arin bríkslar fyri frísparki. Mót­støðuliðið er ávarað. Adrian Cieslewicz er eyð­sýnd­ ur. Áskoðararnir reisast at kalla hvørjaferð, hann setur ferð á. Fjepp­ ararnir elska hann. Saman­spælið við vongverjan í høgru, Chris Obeng, er gott, men tað er ikki utt­ an orsøk. Teir spældu saman á ung­ dóms­liðum í Manchester City og skiftu til Wrexham samstundis. Wrexham er á odda 1-0 í hálv­ leikinum. Leikandi venjarin Andy Morrell skjýtur málið við neyvum skoti av brotsteigarmarkinum. Mangla avgerandi málið Hóast Brighton spælir á hægri stigi enn Wrexham, megnar heima­ liðið stundum at hótta gestir­nar. Cieslewicz er sum oftast við í uppspælinum, tá Wrexham roynir seg. Tvær reisur kenna mót­støðu­ menninir seg noyddar at fella Adrian. Báðar brotsgerðirnar verða sektaðar við gulum korti. Kortini fær Brighton tað útjavnandi málið, tá eitt korter restar í. Vertirnir eru í øð­ini, tí dómarin skal, sambært teimum, bríksla fyri frísparki í upp­ spælinum. – Tak hasa floytuna og sting hana upp í reyvuna, brølar ein eldri vælklæddur maður á áskoðara­ pláss­unum. Hinir áskoðararnir eru eisini frá sær sjálvum. Skamt frá hesum manninum situr venjarin hjá Swansea, Brendan Rodgers, og Darren Ferguson, sum er venjari hjá Peterborough. Hann er sonur navn­frama, Sir Alex Ferguson. Darren Ferguson spældi átta ár við Wrexham. Heimaliðið er sera nær við at fáa avgerandi málið í umdystinum, sum er tvær ferðir fimtan minuttir. Stóri og sterki Glen Little setur krúllin undir bóltin og drønstútar á tvørstongina. Nærri kemur heima­ liðið ikki. Tað er neyðugt við brots­ sparkskapping. Har endar ferðin í FA Cup á hes­ um sinni. Gestirnir skora úr ellivu metrum hvørjaferð, og heimaliðið misnýtir eitt. Adrian Cieslewicz er ikki millum teirra, sum sleppa at royna seg. Brighton, sum hevur vunn­ið seg í fjórða umfar, er fýra millión­ir krónur ríkari og sleppur at spæla móti máttmikla Newcastle. Roynir at gera vart við seg – FA Cup hevur sera stóran týdning fyri okkum, tí hetta er einasti møgu­leikin at gera vart við seg móti størru feløgunum. Eg ræðist ikki at bjóða av við bóltinum, og eg royni altíð at spæla betri enn mót­ støðuspælararnir. Tað eydnaðist í dag, hóast teir spæla á hægri stigi. Vit vóru sera nær, men tapa eftir brots­sparkskapping. Soleiðis er fót­ bóltur, sigur Adrian Cieslewicz. Nú er ein hálvur tími síðani, at dysturin endaði. Póllendingurin, sum skjeyt eina rúgvu av málum fyri ung­dómsliðunum hjá VB, ger púra greitt, at Brighton var favo­ rittur at vinna dystin, men hann er kort­ini vónbrotin av úrslitinum. – Øll stríðast fyri felagið, og hetta úrslitið broytir einki. Eg royni sjálvsagt at gera mítt besta hvørja­ Fótbóltur Tað er nú fimm ár síðan, at Adrian Cieslewicz stevndi móti Onglandi, har hann hevði fingið sáttmála í Manchester City. Póllendingurin, sum spældi á ungdómsliðum hjá VB, stríðist nú fyri at røkka fótbóltstindunum. Hann hevur tó framvegis ikki gloymt Føroyar og føroyska málið. – Eg ætli mær heilt upp á tindin, men teinurin er ómetaliga langur og strævin, sigur Adrian Cieslewicz, sum spælir við Wrexham í dag Je taki eitt stig á gangjon Adrian Cieslewicz: