fríggjadagur 27. januar 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 27. januar 2012 · Nr. 12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
ferð, sigur hann og setur eina vatn
fløsku á undirvørruna. Stóri dreym
urin er at vinna seg upp í League
Two, sum er fjórðbesta deildina, og
felagið er á rættari kós. Wrexham er
oddalið í deildini.
Adrian Cieslewicz, sum var
knýttur at ungdómsdeildini í Man
chester City í trý ár, hevur spælt
yrkisfótbólt seinastu fimm árini.
Conference er nøktandi fyri hann
júst nú, heldur hann. 18 ára gamal
flutti hann til Wrexham.
– Eg spæli fleiri og fleiri dystir
fyri hvørt kappingarár. Um tað
eydnast okkum at flyta upp, skal
eg spæla í League Two sum 22 ára
gamal, og tað er nøktandi, heldur
hann fyri.
Cieslewicz hevur sáttmála við
Wrexham, sum fer úr gildi um eitt
ár. Hann vil enn ikki siga nógv um
framtíðina. Hann og Jákup í Stóru
stovu, sum er umboðsmaður hans
ara, finna eina loysn, tá tað kemur
hartil.
Hevur satsað alt
Tað krevur nógv at gerast yrkis
fótbóltsleikari. Tað tykist Adrian
vera fullgreiður yvir. Eftir átta ár í
Føroyum fór hann 16 ára gamal at
royna eydnuna í Manchester City.
Tað hevur ikki altíð verið lætt, men
Adrian er fegin um ta avgerðina í
dag.
– Eg byrjaði at spæla fótbólt sum
sjey ára gamal og endamálið hevur
altíð verið at gerast yrkisleikari. Eg
geri tað, eg elski og fái samstundis
løn fyri tað. Tað er perfekt. Nú skal
eg bara halda fram við at stríðast,
og tíðin fer at vísa, hvussu langt
tað røkkur. Eg ætli mær heilt upp
á tindin, men teinurin er ómetaliga
langur og strævin, sigur Adrian, og
heldur fram.
– Um fimm ár eri eg 26 ár. Tá
skal yrkisleiðin sum fótbóltsleikari
helst hava tikið dik á seg, men sum
eg havi sagt so ofta, so taki eg bara
ein dyst í senn. Eg royni at halda
høvdið kalt og ikki hugsa tápuligar
tankar, at alt kemur av sær sjálvum.
Eg vil stríðast til hvørja venjing og
hvønn tann einasta dyst. Vónandi
varnast onkur meg, sigur Adrian
Cieslewicz.
Stóribeiggi
Adrian,
Lukasz
Cieslewicz, spælur við B36. Hann
átti virknan lut í føroyameistara
heitinum hjá felagnum síðsta kapp
ingarár, og framherjin var eisini
kosin ársins spælari í føroyskum
fótbólti í 2011. Lítlibeiggin er sera
errin av stórabeiggjanum, men
Adrian hevur hinvegin ongar ætl
anir at royna seg í føroysku lands
kappingini.
– Tú veit ongantíð, hvussu fót
bóltsleiðin lagar seg, men eg hugsi
bara um Wrexham nú, sigur Adrian,
meðan fýra ungir viðhaldsmenn
ganga framvið.
Pólskur føroyingur
Adrian er føddur í Poznan í Póllandi.
Hann flutti sum smádrongur til
Føroya, tá ÍF sendi boð eftir pápa
hansara, Robert Cieslewicz, sum
var vandamikil framherji. Størsta
partin av teimum átta árunum í
Føroyum hevur Adrian búð í Vági.
Nú hevur hann eisini roynt at búð í
Onglandi í fimm ár. Spurningurin er
tí, hvør Adrian Cieslewicz er í roynd
og veru. Hann smílist, marghugsar
eina løtu, og svarar so.
– Góður spurningurin. Eg eri
póllendingur, sum mítt pass vísir.
Eg havi hinvegin búð í Føroyum
heili átta ár av mínum unga lívi, og
eg eri sera fegin um tað. Eg havi búð
14 ár aðrastaðni. Tú kann siga, at eg
eri ein blandingur av nógvum, svar
ar hann grunandi.
Árini í Føroyum geva honum
møguleikan at spæla fyri føroyska
landsliðið.
Tað
vónar
Adrian
Cieslewicz, at hann sleppur. Hann
og beiggin Lukasz hava sagt alment,
at teir taka fegin av, um møguleikin
er har. Tað eru fleiri útlendingarnar,
eitt nú Sorin Anghel og Alex José
dos Santos, sum hava víst áhuga fyri
at umboða Føroyar í altjóða høpi,
men enn hevur eingin teirra spælt
ein dyst á føroyska landsliðnum.
Tað hoyrist væl, at Adrian hev
ur búð í Vági. Hann sigur frá, at
Christian R. Mouritsen, sum eisini
var knýttur at ungdómsdeildini í
Manchester City nøkur ár, royndi
at fáa hann at tosa havnarmál, men
suðuroyardialektin situr kortini
rimmar føst.
Hann tosar føroyskt allatíð,
viðhvørt við enskum orðingum. Í
einkultum førum steðgar hann á og
leitar eftir føroyska orðinum.
– Eg royni at lesa føroysku
portalarnar og lurta eftir fótbólts
frásøgunum, tá Lukasz spælir.
Vónandi fari eg ongantíð at gloyma
tað føroyska málið, sigur hann á
suðuroyarmáli.
Tað er púra greitt, at Adrian
Cieslewicz hevur bæði beinini á
jørðini. Hann er sinnaður at arbeiða
fyri at røkka sínum málum, hóast
fótbólturin í fimtbestu deildini er
ikki tað, ein fótbóltsspælari við
ambitiónum strembar eftir. Veg
urin til Premier League byrjar tó
onkustaðni. Hví ikki í Poznan sum
í Vági?
trondur@sosialurin.fo
– Eg royni at lesa føroysku portalarnar og lurta eftir
fótbóltsfrásøgunum, tá Lukasz (høgrumeðin) spælir
– Eg spæli fleiri og fleiri dystir fyri hvørt kappingarár.
Um tað eydnast okkum at flyta upp, skal eg spæla í
League Two sum 22 ára gamal, og tað er nøktandi
Mynd: Polfoto