Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 11 · 27. januar 2012 7 VIKUSKIFTI Er tíðindaflutningur lívsleiðin, tú droyndi um sum barn? – Ja, tað skuldi annaðhvørt verða journalistur ella djórlækni. Men á leiðini náddi eg fyrst at útbúgva meg til pedagog, síðani til lærara og nú eri eg í holt við diplom-útbúgvingina sum journalistur. Kanska verður næsta útbúgvingin, sum eg fari í holt við, djórlækni. Nalja. Hvat er tað besta við starvinum? – Tað eru eins nógvar avbjóðingar, sum tað eru spennandi søgur, sum ikki eru sagdar áður. Tú fært møguleikan viðgera eym mál, og at vísa á skeivleikar. Arbeiðið er kreativt, og so er tað eisini luksus, at fólk hava meingin um tað, sum tú gerst. Mær dámar væl at samskifta við fólk og tað fái eg høvið til í arbeiðinum. Hevur starvið nakrar negativar síður? – Ikki nakað nevniverdugt. – drúgvir arbeiðsdagar og alt ov lítið í løn. Hvat er títt størsta scoop? – Scoop og scoop. Eg veit ikki rættuliga, men tað eru nógv innsløg, sum eg eri glað fyri. Ert tú til føroysku náttúruna ella suðurlendskar strendur? – Føroyska náttúran er tað besta. Havi ongantíð ligið á nakrari suðurlendskari strond. Tað nærmasta er við Garda-vatnið í Italia. Eg havi ikki tol at liggja still og sóla mær. Hinvegin er ein góður túrur niðan í fjøllini her heima nakað av tí besta. Skal eg uttanlands. so stendur Transsibiriska jarnbreytin ovast á ynskilistanum. Hvat er tað besta, tú fært at eta? – Ræst kjøt. Dugir tú væl at gera mat? – Nei, tað er synd at siga. Men síggi eg eina spennandi uppskrift í onkrum blaði, so eri eg so mikið djørv, at eg tori at geri hana. Maðurin og synirnir eta tað í hvussu er. Lutfallið millum meg og mannin viðv. matgerð er annars ávikavíst 20/80. Veit ikki um tað telur við, men eg baki ofta. Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum? – Dokumentarsendingum, enskum filmum og føroyskum sendingum.. Hvussu er títt sínnalag? – Hmmm, ein naskur spurningur. Eg kann vera blíð sum eg veit ikki hvat, men eg kann eisini vera rúkandi óð. Al oftast eri eg tó í góðum lag. Kanska eitt sindur veðursjúk hesa tíðina á árinum, men so skjótt sólin sær, fái eg orku til at gera ALT tað, sum hevur ligið á láni. Næstan. Hevur tú nøkur húsdjór? – 2 stk. golden retriever, 1 stk. gásapar og 4 stk. seyð. Um tú ikki búði í Føroyum, hvar hevði tú so búð? – Hevði helst búð í Dubai, har skattaprosentið var 0,0. Annars havi eg einki boð upp nakað land. Kundi hugsað mær at búð í Grønlandi eina tíð, og Japan freistar meg eisini. Men eg havi ikki kannað, hvussu høgt skattaprosentið er í hesum londum í dag. Hvør bók liggur á náttborðinum? – »Flaskepost fra P« eftir Jussi Adler Olsen, og »Føroyingasøga« sum Heðin Brú og Richard Long hava umsett. Tjóvur trýr, at hvør maður og hvør kvinna stjelur sum tjóvur á nátt. Tað er eitt av hesum gomlu orðtøkunum, sum langt síðani hevur fingið løggilding sum ævigur sannleiki, hóast tað ikki er úr Bibliuni. Aðrir sannleikar enn teir í teirri bókini eru viðurkendir, enntá eisini í Føroyum, har sum Bíblian er grundlóg. Men nú er stundin komin at umskriva orðtakið. Tað eigur at vera: tjóvur veit, at hvør maður og hvør kvinna stjelur á alljósum degi. Froyd helt uppá, at kyns­ tráanin stýrir menniskja­num, øllum, sum vit hugsa og gera og fara at gera. Hann fór sjálvandi skeivur. Ella visti hann ikki betur ella var hansara egna kynstráan so øgilig, at hon stýrdi honum. Nei, sterkasti ílegan hjá menn­iskjanum er ílegan, sum fær okkum at snýta ella royna at snýta og lumpa onnur og ofta okkum sjálvi við. Tráanin at snýta er tann sterkasta av øllum. Og har eru vit føroyingar ikki aftan fyri onnur. Tað verður annars ofta sagt og ofta skrivað um okkum føroy­ ingar, viðhvørt mín sann eisini í fullum álvara, at vit eru 20 ár, minst, aftan fyri tey, sum vit so gjarna samanbera okkum við, men sum helst ikki vilja vera samanborin við okkum. Mær vitandi er hetta tó ongantíð vísindaliga prógvað. Eingin doktararitgerð er skrivað og enn minni vard um hetta uppáhaldið. Men kanska hon kemur ein dag. Tað góða við okkum føroy­ ingum er júst tað, at vit hava ongan skund. Tað, sum kann bíða til í ovurmorgin, tað bíðar til eina ferð í næsta mánað, í desember til næsta ár. Fólk, nøkur í hvussu so er, harmast framvegis um, at føroy­ ingar tóku loysing í 1946, men kortini eru Føroyar framvegis eitt amt, ella nú ein región, í Danmark. Men hon kemur, loys­ ingin, hon kemur, hóast 20 ár og stívliga tríggjar ferðir tað eru farin. Heldur ikki loysingin hevur nakran skund. Tað er óðamannaverk at sleppa handbremsuni og seta í gir sama dag, sum bilurin verður startaður. Ting taka tíð. Og tað ger einki. Vit lata ikki klokkuna stýra okkum, heldur ikki álmanakkan. Vit hava ikki skund, vit hava ikki skund. Tí framtíðin kemur kortini, eitt sekund í senn, sama um vit skunda okkum ella ikki. Í einm blaði spyrja tey fólk, hvat tað fyrsta er, tey gera um morgunin. Enn hevur bara ein svarað tað einasta, sum tey, sum eru før fyri at svara, kunnu svara: vakni. Hvussu vilt tú doyggja? Tað varð spurt í einari aðrari slíkari populervísindaligari kanning. Tað eru bara tey, sum beina fyri sær, sum sjálvi velja, hvussu tey doyggja. Onnur sleppa neyvan at velja. Men spyrt tú meg, sum tú ikki gert, svari eg: eg vil doyggja sovandi mánamorgun millum tveir góðar dreymar. Á bróstunum í góðum verts­ húsum hanga stuttlig og bein­ rakin skilaorð. Í einum vertshúsi á Vesterbro í Keypmannahavn stendur uppi yvir barrdiskinum: »Spiritus dræber langsomt. Godt nok, for hvem har travlt med at dø.« Ikki var inn komandi í kapellið, tí deyðin stóð í durunum, segði ein kenningur, sum ætlaði sær til jarðarferð. At stjala og snýta eru ikki tað sama. Munurin er, at tað er lógligt at snýta, tíbetur, tí annars eru vit øll kriminell. Munurin er eisini tann, at tað ber illa til at verja seg móti stuldri. Við støðugt at vera árvakin ber til at sleppa undan at verða snýtt/ur so ofta. Til dømis við at nærlesa kassaseðlar, rokningar og kontuavrit. Men tað góða er, at tá øll snýta, verður endaliga úrslitið hjá hvørjum einstøkum javnvág. Uttan at duga støddfrøði tori eg at siga, at pluss minus minus pluss gevur null. Komið og snýtið. Umafturafturum høgni djurhuus SigrÚn brend lagt til rættis: Leo Poulsen Eg kann vera blíð sum eg veit ikki hvat... Journalistblóð hevur altíð pumpað í æðrunum hjá Sigrún Brend, og starvið hevur eins nógvar avbjóðingar, sum tað eru spennandi, ósagdar søgur. Og heima hevur hon hundar, gæs og seyð Snýt deyðan