Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 11 · 27. januar 2012 8 VIKUSKIFTI Samrøða Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Við satirurøðini, ið er umrøtt alment sum ein blasfemisk, útspillandi og ein skitin sending, hava fólkini handan Mold­varp Føroya fingið sinnið í kók hjá fleiri føroyingum. Harðrendu um­ mælini hava funnist at evnunum, sum satiru­røðin hevur tikið upp, og at mál­ brúk­inum, sum eftir teirra tykki ikki sømir seg í einum almennum sjón­ varpi. Seks sendingar vóru framleiddar um Atla í Sundi, religiøsu moralpatruljuna, nærgangandi koyrilæraran og hini í Moldvarpinum. Verkætlanarleiðari var Annfinnur Heinesen, útlærdur sjón­leikari. – Hóast vit hava roynt at latið send­ ingina tala fyri seg, má eg viðganga, at tit geva okkum eitt kærkomið høvi at taka samanum. Í Føroyum er satiran ikki, sum aðrastaðni, ein væl­kend demo­kratisk institusjón, og misskilj­ ingar­nar hava verið nógvar. Summi hata, altso HATA, Moldvarpið, men nú haldi eg, at tey allarflestu halda, at tað er deiliga frítt og klikkað, svarar Annfinnur Heinesen í teldupostinum, tá hann verður spurdur, um hann er sinn­aður at svara nøkrum spurningum um sendirøðina. – Jú, eg eri við!, leggur hann afturat. Eru føroyingar kræsnir, tá tað snýr seg um skemt? – Tað snýr seg ikki um at vera kræsin. Tað ræður um, hvat tú væntaði framman­undan. Fólk settu seg helst væl til rættis við kaffi og kaku og væntaðu familju­vinarligt undirhald, men tað fingu tey ikki. Jú, gamaní, Moldvarp Føroya var eisini stuttligt, enntá við lág­komikki, har vit fáa nøkur bílig stig við hemoridum og nærgangandi koyri­lærara. Eg noyðist tó at sláa fast, at enda­málið við Moldvarp Føroya var ikki bara at framleiða meinaleyst skemt, sum fer inn gjøgnum annað oyra og út aftur gjøgnum hitt. Moldvarp Føroya er satira. Tað hevur elvt til nógvar mis­ skiljingar, tí summi fólk skilja ikki mun­ in millum undirhald og satiru. Satiran er bæði álvara og gaman, isjanneit? Ella sum Piet Hein skrivaði í einum grukki við íblástri frá Søren Kierkegaard: »Den, som kun tar spøg for spøg og alvor kun alvorligt, han og hun har fak­ tisk fattet begge dele dårligt.« Men hava føroyingar ans fyri tí skemtiliga? – Føroyingar eru skemtingarsamir, men vit flenna ikki at tí sama. Tað er tor­ ført at skera yvir ein kamb. Um­framt hesar banalu globaliseraðu skemti­ søgur­nar, sum SKULU enda við einari »punchline«, sum ger púra greitt, nær vit skulu flenna, hava føroyingar vanliga ein speiskan frásøgusátt, sum er í ætt við satiru. Vit siga frá ávísum hend­ingum, sum eru stuttligar í sjálv­ um sær, og løgnum persónum við løg­ num atburði, arketýpur, sum øll kenna frá nærumhvørvinum. Í smáum sam­ feløgum, har øll vita um hvønn annan, kann speisemi skjótt gerast naskt og nærgangandi. Traðkaði tú skeivt, fekk tú ein tátt oman yvir teg, og yrkjarin spardi avgjørt ikki offrið, men blásti hansara keipur og hansara mis­gerðir fullkomiliga út úr proporsjón. Mold­ varpið dyrkar hendan grova stílin. Vit royndu við skeivum søgum og gro­ tesk­um figurum at snara politiska og per­són­liga veruleikan, av og á yvir í tað ekstrema, so onnur kundu meta um um­stríddu evnini á einum øðrvísi grundar­lagi. Rukku tit endamálinum við hesum seks sendingunum? – Uha, hatta er ein umfatandi spurn­ ingur. Endamálið hjá okkum var at fram­leiða eina stuttliga satirusending við eyð­kendum og tíðarleysum týpum og speiskari viðgerð av politiskum málum, sum eru frammi í løtuni. Vit settu kritisk og komisk spurnartekin við persónar og bólkar, sum hava vald í Føroyum. Vinnulívið, politikarnir, trúar­bólkar, bankar, miðfyrisitingin og you name it. Tað er public service fyri allar pengarnar. Vit vildu stuðla fólka­ræðinum við at varpa ljós á nøkur viður­skifti, sum stimbra til kjak um umstrídd mál. Sambært orðaskiftinum í fjøl­miðlunum og hyggjaratølunum hjá netvarpinum, so rukku vit okkara endamálið. Harafturat hava vit frætt, at Moldvarp Føroya er í uppskoti til eina miðlaheiðursløn sum ársins inn­slag, vegna sína nýhugsan innan undir­gravandi satiriskan journalistikk, tá Mold­vørpan sníkti seg inn til ein veljara­fund í høllini á Hálsi. Tit ristu eitt sindur í átrúnaðin í Føroyum. Hví? – Átrúnaður fyllir nógv í Føroyum. Tað er eitt ævigt evni, sum tú altíð hevur loyvi at viðgera. Samkomurnar eru ein valdsfaktorur í samfelagnum við sín­um sosiala tamarhaldi á sálunum, sum øll hava rætt – og kanska skyldu til – at seta spurnartekin við. Altso, bara tað, at vit gera nakað nógv av í ein­støkum førum, merkir ikki, at tað er tikið úr leysum lofti. Vit fingu íblástur til »moralpatruljuna« úr veruleikanum. Vit minnast væl uppskotið um at lata upp fyri fostutøkujournalunum á Lands­sjúkrahúsinum. Tað gav okkum hugskotið um tveir dupultmoralskar menn, sum sóu tað sum sína skyldu at minna Karina á sínar syndir, at – Tað syrgiliga er, tá vit smekka hurðina í høvdið á hvør øðrum, og alt samskiftið endar, og fordómarnir verða fastlæstir. Soleiðis kjakast vit ofta í Føroyum, tí vit tora ikki at lurta og læra hvør av øðrum. moralurin er, at tann sosiali kritikkurin nýtist ikki at vera niðurbrótandi. Hann kann eisini vera broytandi, sigur Annfinnur Heinesen, sum saman við Hans Paula Tórgarð átti hugskotið til satirurøðina Moldvarp Føroya. Og jú, hann trýr á Gud Neyðugt at bresta vindeyguni upp og skotra rotið burtur mynd: høgni heinesen