fríggjadagur 27. januar 2012síða 48
Tekstur á síðuni
Stór
hondbóltsfinala
Sunnudagin verður finalan um europameistaraheitið
í manshondbólti. Seinastu vikurnar hevur
kappingin verið hildin í Serbia, og fríggjakvøldið eru
hálvfinalurnar í kappingini. Sunnudagin bresta so tey
bæði sterkastu londini í kappingini saman til eina
finalu um, hvør er bestur í Europa júst nú.
EM-finala í manshondbólti
Sjónvarpið hjá KvF
Sunnudagin 29/1 kl. 15.50
baksíðan...
Er tað loyvt?
Við tveimum vælspælandi málverjum vann
Stjørnan trygt á Kyndli leygardagin.
Kringvarp.fo
Tað fer at skapa misnøgd
Holið friðað?
Norðlýsið
Løgið at hon ikki veksur...
Verksmiðjuskipið Athena, sum eldur kom í
tíðliga í summar, meðan hon lá til umvælingar
í Saltangará, minkar í hvørjum so hvørt,
sum jarnið verður skorið burtur av henni.
Portal.fo
Býr hann ikki har?
Heilsumálaráðharrin á vitjan í Klaksvík
Norðlýsið
Ella hinvegin...
Oljuprísurin kann fara til himmals
Dimmalætting
Í ranga
strúpan
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
X-Factor
stjørnur á Hvonn
Leygarkvøldið sendir Rás2 aftur Hvonn Live. Hetta
er undirhaldssending, sum verður send beinleiðis av
Hvonn í Havn. Hesaferð verða vitja nýggju X-Factor
stjørnurnar Kristel Lisberg og Sveinur Gaard Olsen í
sendingini. Prátað verður við tey, og tey fara eisini at syngja
live á Hvonn. Aðrir gestir støkka eisini inn á gólvið. Fólk eru
vælkomin á Hvonn at fylgja sendingini – og annars ber til at
hoyra alt á Rás2.
Hvonn Live
Hvonn í Havn / Rás2
Leygarkvøldið 28/1 kl. 19.00
Ljóðar sum
spennandi arbeiði
Hetta skeltið, sum hongur uppi í Gundadalshøllini í Havn,
boðar frá einum myndugleika, sum vit ikki hava hoyrt so
nógv um. Men vit hava hug at halda, at hatta kundi verið eitt
spennandi starv at havt.
Ein av fyriskipararnir av einum festivali í
Føroyum bjóðaði okkum heim til familjuna, sum
sat rundan um borðið, har tað stóð eitt stativ við
einum seyðabeini,
sum hevði verið
grivið niður.
Soleiðis siga tónleikarar í Spleen United
um serligar matupplivingar (Euroman)
Fingrarnar
vekk frá
telefonini
Lokalblaðið í Norðoyggjum, Norð
lýsið, skrivar, at nú skal eingin á
Politistøðini í Klaksvík longur
taka telefonina. Sambært
blaðnum hevur leiðslan fyri
løgregluna gjørt av, at allar
samtalur til politi í Føroyum
skulu fyrst svarast í Havn.
– Politistøðin í Havn
broytir samstundis navn til
»Politiið í Føroyum«, skrivar
Norðlýsið.
Eg vil ongantíð
vera óndur, tá eg tekni.
Haldi eg, at tekningin
er við at glíða tann vegin,
koyri eg hana burtur og
tekni eina nýggja.
Óli Petersen,
baksíðuteknari í Sosialinum
Arbeiðsloysi er, og uppsagnar-
umfør hava verið á arbeiðsplássum.
Tískil kenna fólk seg ofta ótrygg í
størvum sínum og tora ikki at siga frá,
um arbeiðsbyrðan gerst ov møtimikil.
Fólk koyra á – til tey koppa.
Bergtóra Høgnadóttir um strongd