fríggjadagur 27. januar 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 11 · 27. januar 2012
15
VIKUSKIFTI
At arbeiða systemiskt merkir í
høvuðsheitum at síggja familjuna sum
eitt system, og at hava fokus á sam
bandið millum familjur, í parløgum,
vinarbondum og so framvegis heldur
enn bert at hava fokus á sjálvan einstak
lingin. Útgangsstøðið er, at trupulleikin
liggur ikki hjá bert einum familjulimi,
men at hann í stóran mun verður
ávirkaður av samskiftinum millum
familjulimir, og sostatt er partur av eini
størri heild. Tí er neyðugt at skilja, at
tað finst ikki bert ein veruleiki, men
fleiri veruleikar – alt eftir úr hvørjum
sjónarhorni mann hyggur.
– Harafturat leggur systemiskt/
narrativa tilgongdin til psykoterapi eis
ini dent á at fokusera á framtíðina og
ressoursirnar hjá sjúklinginum heldur
enn einans trupulleikan, fortíðina og
vantandi ressoursirnar. Hetta er sera
orkugevandi og gagnligt fyri sjúklingin
og viðgerðargongdina. Tað, sum mær
eisini dámar við hesi tilgongd, er, at hon
leggur upp til, at tað er sjúklingurin, ið
er eksperturin í sínum lívi.
– Í eitt nú psykodynamisku til
gongdini til viðgerð meini eg, at mann
stundum problematiserar sjúklingin við
at leggja upp til, at orsøkin til trupul
leikan liggur í fortíðini og í einstak
linginum. Tað er torført at broyta ella
ávirka tað, sum longu er hent. Har
afturat gerst viðgerðin eisini serfrøð
ingur við tað, at hann í hægri mun
stýrir samrøðunum og tulkar útsagnir
og atferð hjá sjúklinginum. Eg haldi
tað vera meira gagnligt fyri sjúklingin
at hyggja at støðuni her og nú heldur
enn at leita aftur í fortíðina og eis
ini at hava sum útgangsstøði, at sum
terapeutur veit eg als ikki betur um
hendan persónin og hansara lív enn
hvat hann ger sjálvur, og tí er hann
serfrøðingurin – ikki eg.
Frá kliniskari
praksis til gransking
1. desember fór Annika undir eina Phd
útbúgving við eini granskingarverk
ætlan, ið skal snúgva seg um, hvussu
ber til at bøta um psykoterapeutiska
viðgerð fyri fólk við etingarólagi.
Hóast Annika soleiðis skiftir prak
tiska kliniska arbeiðið út við lívið sum
granskari, er tað tó sama teoretiska
grundfatan, hon tekur støði í.
Við støði í spurnarbløðum fer Annika
at granska, hvussu sjúklingurin metir
um hvønn terapitíma. Sjúklingurin
fær høvi til at siga, hvat hjálpir og ikki
undir einum viðtalutíma, og hvussu
hann ella hon upplivar sambandið við
viðgerðan. Soleiðis ber til at broyta
viðgerðina, soleiðis at hon betri hóskar
til sjúklingin.
Sum terapeutar gloyma vit stundum
at spyrja sjúklingin, hvat hann heldur
hjálpir honum – kanska tí terapeuturin
sjálvur stundum óttast fyri atfinningum,
og hvat aftursvar hann fær. Mín
granskingarverkætlan skal taka støði
í sjúklinginum, og vitanin um, hvat
hjálpir og ikki, skal koma sjúklinginum
til góðar. Tað skal ikki vera ein vitan, ið
kemur úr erva og niður – tvs. frá einum
abstraktum ástøði og niður í praksis –
men umvent: Frá sjúklinginum í praksis
og upp.
Bæði í teori og praksis heldur
Annika sostatt fast í tí sjónarmiði, at
tað er sjúklingurin, ið er serfrøðingurin
– ikki sálarfrøðingurin.
mynd: Rebekka rafael
Á várið 2011 skipaði ein bólkur av
sálarfrøðingum saman við felagnum
»Føroyskir Sálarfrøðingar« fyri tí fyrsta
føroyska sálarfrøðiliga fakfestivalinum.
Endamálið við fakfestivalinum var at menna
sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleika í
Føroyum, og at bjóða øðrum fakbólkum
møguleika at ogna sær vitan og íblástur
innan júst hetta økið.
Endamálið var eisini at varpa ljós á,
hvussu margfeld og fjølbroytt sálarfrøðin er.
Tískil vóru verkstovurnar á fakfestivalinum
eisini býttur í fimm breytir: »Børn og Ung«,
»Arbeiðis og Organisatiónssálarfrøði«,
»Læring og Menning«, »Klinisk Sálarfrøði og
Viðgerð« og »Likam og Sál«.
Sálarfrøðiligi fakfestivalurin verður
aftur 22 og 23 mars 2012, og í tí sambandi
hevur Súsanna O. Skaale forkvinna fyri
Sálarfrøðiliga fakfestivalin 2012 gjørt eina
greinarøð við samrøðum við ein sálarfrøðing
frá hvørji breyt. Samrøðurnar snúgva
seg í høvuðsheitum um valda evnið hjá
sálarfrøðinginum. Hendan samrøðan er við
Anniku Helgadóttir Davidsen.
Fokus á
sálarfrøðina
Fakta
Annika Helgadóttir Davidsen
Útbúgving
2006: cand.psyk frá Københavns Universitet
2010: autorisatión frá Dansk Psykolognævn
2010: serútbúgving innan etingarólag
Arbeiðsøki
2007: sálarfrøðingur hjá Københavns Kommune, á
viðgerðarstaði fyri misnýtarar í metadon-vidgerð
2008-2010: sálarfrøðingur á Psykoterapeutisk Center
Stolpegård, Ambulatorium for Spiseforstyrrelser
2011: ph.d.-lesandi í samstarvi vid Københavns Universitet og
Psykoterapeutisk Center Stolpegård
– Tað er torført at broyta ella ávirka tað, sum longu er hent. Harafturat gerst viðgerðin eisini serfrøðingur við tað,
at hann í hægri mun stýrir samrøðunum og tulkar útsagnir og atferð hjá sjúklinginum, sigur Annika