Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-27, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. januar 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 11 · 27. januar 2012 14 VIKUSKIFTI Sálarfrøði Súsanna O. Skaale post@sosialurin.fo Á Sálarfrøðiliga Fakfestivalinum, sum var á vári 2011, luttók 33 ára gamli sálar­frøðingurin Annika Helgadóttir Davidsen. Annika bleiv útbúgvin cand.psych. á lærda háskúlanum í Keyp­mannahavn í 2006 og er klin­ iskur sálarfrøðingur. Tað merkir, at hon í høvuðsheitum arbeiðir við psyko­ terapeutiskari viðgerð. Fyrsta hálva árið eftir lokna út­ búgv­ing arbeiddi Annika við rús­ evnis­misnýtarum á Nørrebro. Eftir hetta hevur hon einamest arbeitt við vaksn­um fólki við etingarólagi á Psyko­terapeutisk Center Stolpegård í út­jaðaranum í Keypmannahavn. – Eg fekk starv á Stolpegård í 2008 og havi verið har síðani, tí eg trívist sera væl og síggi tann munin, okkara ar­beiði ger. Tað er meiningsfult fyri meg, sigur hon. Stolpegård er størsta ambulanta við­gerðarstaðið fyri vaksin í Danmark. Fyrr var hetta einans eitt stað fyri fólk, ið tørv­aðu viðgerð fyri etingarólag, men nú er tað eitt ambulant viðgerðarstað til fólk við ymiskum trupulleikum so sum ótta, tunglyndi, PTSD og annað. Alla ta tíðina, Annika hevur arbeitt á Stolpegård, hevur hon arbeitt við fólki. ið hava etingarólag av ymiskum slagi. Spurd, hví hon valdi júst hetta økið, svarar hon, at tað nokk mest hev­ ur verið av tilvild. Men tað er ikki av tilvild, at hon valdi arbeiðið sum klin­ iskur sálarfrøðingur: – Eg eri sera hugtikin av at arbeiða við psykoterapi, og tað er kanska meira hetta, ið hugtekur meg enn akkurát etingarólagsproblematikkurin í sjálv­ um sær. Tað er so gevandi at síggja, hvussu stóran mun psykoterapeutiskar sam­røður kunnu gera, serliga tá tú sum við­gerði tekur tey avvarðandi við í við­ gerðina av sjúklinginum, sigur hon. Veruliga lívið inn í terapirúmið Á sálarfrøðiliga fakfestivalinum hevði Annika tvær verkstovur (workshops), harímillum eina um júst týdningin av, at avvarðandi luttaka í sálarfrøðiligari viðgerð. – Tú hevur ikki eina dóttur, ið skal undir operatión, uttan at tú sum av­varð­ andi verður kunnaður og biðin at koma til samrøðu. Hví skal tað vera øðrvísi, tá tað er ein sálarlig sjúka? Tað er sera týdningarmikið eisini tá – bæði fyri sjúk­lingin og avvarðandi – at kunna hava ein leiklut í viðgerðargongdini. Annika greiðir frá, at hon aftur og aftur hevur upplivað, at tað lættir um hjá teimum avvarðandi, tá tey fáa høvi at koma við til samrøðu. – Tey avvarðandi kenna seg maktar­ leys mótvegis trupulleikanum hjá tí sjúka. Tey eru eisini mangan handlings­ lammað og vita ikki, hvussu tey skulu bera seg at. Skulu tey trýsta tann sjúka til at eta, ella einki krevja? Skulu tey seta spurningar, ella skulu tey tiga? – Soleiðis stríðast tey – mangan í ein­semi. Tá tey fáa høvi at luttaka í sam­røðuni, verður hol sett á tøgnina og nív­andi einsemi, og saman við við­ gerð­anum og sjúklinginum finna tey sum oftast útav, hvussu tey skulu tosa um sjúkuna. Eisini gerast tey mangan greiðari um, hvussu tann sjúki metir, at tey kunnu hjálpa honum ella henni. Eitt, sum sambært Anniku ser­liga hevur verið gagnligt fyri avvarð­andi at sjúklingum við etingar­ólags­trupul­ leikum á Stolpegård, eru tey sokallaðu »fleirfamiljutiltøkini«. Hetta er eitt átak, har sjúklingarnir bjóða avvarð­ andi inn til ein temadag, har tey fáa kunn­ing um viðgerðina, umframt høvi at hitta onnur avvarðandi í somu støðu. Serligi viðgerðarhátturin stavar upp­runaliga frá arbeiði við børnum og ungum, men er eisini sera viðkomandi við vaksnum. – Her er týdningarmikið, at sjúk­ ling­urin sjálv/ur sleppur at avgera, hvør er avvarðandi – tað kunnu eins væl vera vinfólk og arbeiðsfelagar, sum foreldur og systkin. Endamálið er mill­um annað at gera tað møguligt hjá sjúklingum og avvarðandi at práta um og skilja støðuna á annan hátt og gera brúk av hvørjum øðrum umframt mongu ressourcunum, ið eru til stað­ar. Samstundis fáa tey avvarðandi møgu­ leika at tosa við onnur sum eru í somu støðu um at stríðast við etingarólag hjá einum familjulimi, vinfólki, arbeiðis­ felaga o.s.fr. – Hetta loysir ómetaliga nógv upp hjá sjúklingum og avvarðandi, og serliga fáa vit mangan respons frá av­ varðandi um, at nú kenna tey seg ikki longur so løgin og einsamøll við sínum trupulleika. Soleiðis ber til at bjóða veruliga lívinum inn í terapirúmið og enntá á ein fíggjarliga bíligan hátt, sum ikki krevur meira enn umleið 6 eyka arbeiðstímar um mánaðin fyri okkum við­gerðar á Stolpegård. Sjúklingurin er serfrøðingurin Ein onnur orsøk til, at Annika heldur tað hava týdning at bjóða avvarðandi við í viðgerð, kemur frá tí systemiskt/ narrativa ástøðinum, ið er teoretiska grundar­lagið undir hennara arbeiði. – Psykodynamiska tilgongdin leggur ofta upp til, at trupulleikin liggur í fortíðini, og tað er sálarfrøðingurin, sum tulkar útsagnir og atferð hjá sjúklinginum. Mítt útgangsstøði er, at eg sum sálarfrøðingur ikki veit betur um sjúklingin enn hann ger sjálvur. Hann er serfrøðingurin – ikki eg, sigur sálarfrøðingurin Annika Helgadóttir Davidsen Sjúklingurin er serfrøðingurin í sínum lívi Greinarøð