Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Ein røð av leiðarum nýttu høvið at luttaka á Ársins leiðaradegi, sum Synergi trúliga skipar fyri ár undan ári. Og tað var ársins al­men­ni leiðari í fjør, Heðin Morten­ sen, sum setti dagin. »Tað var mær ein stórur heið­ur at taka ímóti til­nevn­ ing­ini sum ársins leiðari í fjør. Sum politiskur leiðari eri eg vanur við javnan at skula vigast og veljast fyri tað, sum eg avriki. Men tað var kortini ein serstøk kens­ la at verða vigaður og vald­ ur av øðrum leiðarum fyri leiðaragerningin og ta leiðs­ lu, sum eg havi útint. Sum ovasti leiðari fært tú sjáld­an afturmeldingar fyri tað, sum tú avrikar – ella fyri tað, sum tú stendur fyri. Tí gev­ur ein slíkur heiður ikki bara eina góða kenslu, men eisi­ni eina ábending um, at man ið hvussu so er fyri ein part er á rættari leið – ikki bara sum politikari, men eisini sum leiðari«, segði Heðin Mortensen. Borgarstjórin nýtti eisini høv­ið at takka Synergi fyri til­takið. »Til Synergi vil eg at enda siga, at aftur í ár hava tit megnað at sett saman eina sera spennandi og kveik­ja­ ndi skrá fyri okkum leiðar­ um. Hetta, at leiðarar eina ferð um árið hittast um við­kom­andi evni, práta og læra hvør av øðrum, hevur so sera stóran týdning. Ikki min­ni týdning hevur tað, at fokus verður sett á leiðslu – at halda leiðsluuppgávurnar fram sum nakað serligt, sum er nógv vert, og sum kann men­na bæði hin einstaka og sam­felagið. Tí eri eg takk­ sam­ur fyri, at Synergi skapar hetta høvið fyri okkum. Takk skulu tit hava fyri tað! Við hes­um orðum seti eg leiðara­ dag­in 2012. Og ynski øllum ein góðan leiðaradag«, segði Heðin Mortensen. Dómsnevnd Tað ber til hjá øllum at inn­ stilla fólk til Ársins leiðarar, men tað eru ávísar treytir, ið skulu lúkast. Talan skal verða um ovasta stjóra á einum stov­ni, fyritøku ella felag. Eisini kann verða talan um formann ella –kvinnu í ein­ ari nevnd. Leiðarin skal hava víst áræði og dirvi, skal vera ný­hugs­andi og skal geva øðrum leiðarum íblástur. Í síðsta enda verður tað ein dómsnevnd, ið ger av, hvør fær heiðurin sum Árs­ ins leiðari innan tað almenna og tað privata. Tríggir kandidatar vórðu inn­stil­laðir í hvørjum bólki. Talan var um Haldis Joensen, leiðari á Heiminum við Vallar­líð, Gunvá við Keldu, borgar­stjóra í Klaksvík og Hanus Joensen, skúlastjóra í Kommu­nu­skúlanum. Dómsnevndin, sum ger av, hvør ársins leiðari skal vera, er mannað av Bergur Poul­sen, stjóri á Havsbrún, Kitty May Ellefsen, nevnd­ ar­for­kvinna í Vága Floghavn og Magnus Tausen, stjóri á Nám. Í grundgevingini fyri at velja Hanus Joensen sum ársins almenna leiðara sigur dóms­nevndin, at hann • hevur megnað góð fak­lig úrslit, støðuga menning og nýhugsan á fleiri økj­um og sjónligheit fyri Kommunu­ skúlan hóast avmarkaðar kar­mar bæði fíggjarliga og hølis­liga • hevur megnað væl at pro­filera Kommunuskúlan í almenna rúminum við nýggj­ um, spennandi verkætlanum og viðmerkingum í skúla­ málum • hevur megnað at sav­na lærara­fjøldina um Komm­ unu­s­kúl­an og tað grund­ar­ lag, skúlin byggir á 5-mannafar Tríggir kandidatar vórðu somu­leiðis innstillaðir inn­ an tað privata. Talan var um Søren L. Bruhn, stjóra í Suðuroyar Sparikassa, Johan­na á Bergi, stjóri í Faroe Ship, og Hendrik Eg­ holm, stjóri á Magn. Dómsnevndin grundgav so­leið­is fyri valinum av Søren L. Bruhn: • Hevur á skilagóðan hátt stýrt einum lítlum, lokalum banka/sparikassa millum sker­ini undir sera truplum fíggjar­ligum umstøðum • Hevur verið frammaliga í samfelagskjakinum á fíggj­ ar- og eftirlønarøkinum um­ framt at hann hev­ur víst á neyðugar bygn­að­ar­broyt­ing­ ar á m.a. kommu­nala økinum • Hevur eina medferð, sum eggjar starvsfólkum og kveik­ir aðrar leiðarar Søren L. Bruhn segði mill­um annað í sínari takkarrøðu, at hann sammetti Suðuroyar Spari­ kassa við eitt 5-mannafar. - Um hinir stóru bank­ar­ nir vinna kappingina fyri 10-mannafør, so klappa vit og ynskja teimum tillukku. Hjá okk­um ræður um at vinna kapp­ing­ina móti hinum 5-manna­førunum, segði Søren L. Bruhn. Hann nýtti sjálvandi eisini høvið at takka sínum starvs­fólkum, eins og hann nevndi stóra týdningin, sum árs­ins leiðaradagur hevur fyri føroyskar leiðarar. Hanus Joensen og Søren L. Bruhn fingu hvør sín máln­ing av sær sjálvum, sum Janus Guttesen hevur tekn­að. Hanus og Søren Ársins leiðarar Synergi skipaði fyri Ársins leiðaradegi fríggjadagin, og eitt av hæddarpunktunum er kjósanin av Ársins leiðarum innan tað privata og innan tað almenna. Ársins leiðarar gjørdust Søren L. Bruhn og Hanus Joensen Hanus Joensen, stjóri í Kommunuskúlanum, gjørdist Ársins almenni leiðari 2012, meðan Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, vann heiðurin sum Ársins privati leiðari 2012-01-30 Mynd: Synergi Kendi danski skemtarin, Finn Nørbygaard, var høvuðstalari á Ársins leiðaradegi Mynd: Synergi