Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Semjan er vánalig, men hon er ikki so vánalig, at tað er vert at fara í verk­ fall. Herálvur Jacob­sen, for­maður í Lærara­felag­ num, segði í morgum, at lærar­ar­nir fara at góðtaka semings­uppskotið. Kortini vilja teir hava onkr­ar broytingar. Men hann sigur, at talan er bara um smávegis broyt­ingar, so hann vænt­ ar ikki, at tað verður nak­ ar trupulleiki. Men sum støðan er nú, fara lærararnir at góðtaka sem­ings­uppskotið, hóast tað er vánaligt. - Vit svølgja tað, tí vit halda kortini ikki, at tað er so vánaligt, at vit eiga at fara í verkfall fyri tað, sig­ur formaðurin. Hann ivast eisini í um lærar­ar­nir høvdu tikið undir við einum verkfalli. Annars kunnu lærar­ ar­nir ikki fara í verkfall utt­an víðari, tí teir skulu frá­boða tað í minst ein mán­að frammanundan. Tað merkir, at skulu lærar­ar­nir í verkfall, skal tað fráboðast í morgin og so kunnu teir fara í verk­ fall 1. mars. Men formaðurin segði í morgun, at tað er onki í bendir á, at ein slík frá­ boð­a­n kemur. Áki Bertholdsen - At bjóða okkum eina eina lønar­hækking upp á 220 krón­ur um mánaðin, er at hal­da okkum fyri gjøldur. Tað heldur Maud Vang Han­sen, forkvinna í Pedagog­ felag­num. Men kortini var tað hetta, sum varð úrslitið av drúg­vu sem­ings­royndini ímill­um Pe­da­gogf­elagið, Lærara­fe­ lag­ið, Starvsmannafelagið og Havn­ar Arbeiðs­kvin­ n­u­felag, øðru­megin og Fíggjarmálaráðið og Kommu­nala Arbeiðs­gevara­ felag­ið hinumegin. Í morgun avgjørdi Peda­ gog­felagið av tí sama at fara í verkfall sum byrjar klokkan sjey í morgin árini. Verkfallið fær víðfevndar avleið­in­gar, tí tað hevur við sær, at tá verða allar vøggu­ stovur, allir barna­garð­ar frítíðarskúlar og ung­dóms­ hús kring landið latin aftur. Somuleiðis leggja stuðlar í fólkaskúlanum arbeiðið nið­ ur og á bústovnum, sam­býl­ um og vardum verkstøðum kring landið, verður virk­sem­ ið nógv skert. Maud Vang Hansen sigur, at Pedagogfelagið fer kortini at viðgera tær umsóknir um undan­taksloyvi, sum koma, at forða fyri, at støðan ikki verð­ur óforsvarlig á nøkrum stovni. Hon hugsar her um bú­ stovn­ar til fólk við serligum tørvi o.s.fr. Tilsamans eru 2000 lim­ir í Pedagogfelagnum og sostatt er tað størsta fak­felag­ið á almenna arbeiðs­mark­naði­ num. Umframt pedagogar, telir lima­skarin eisini hjálparfólk og leiðarar. Men av teimum eru einir 100 limir tænastumenn og teir verða ikki raktir av verk­ falli­num. Fingu onki Maud Vang Hansen sigur, at tað, sum stóð Peda­gog­felag­ num í boðið, var ein lønar­ hækk­ing upp á 220 krónur um mánaðinn til tey, sum høvdu eina lægri løn enn 30.000 krónur um mánaðin. Síðani minkaði lønar­ hækk­ingin so líðandi til tey, sum fingu 50.000 krónur um mánaðin, skuldi onga lønar­ hækking fáa. Tilsamans var talan um eina lønarhækking upp á ímill­um 1,19% og 0,6%. Hetta, tí at skipanin við fløtum skatti er ein lønar­ hækk­ing í sær sjálvum, tví­ held­ur Fíggjarmálaráðið um. - Lægstu lønirnar í Peda­ gog­felagnum eru 18.000 krón­ur og tær hægstu eru 33.500 krónur. - Flestu limir felagsins ar­beiða tó niðursetta tíð og fáa tí væl minni útgoldið um mán­aðin. - Sostatt verður tað kravt av okkum, at vit eisini skulu taka støðu til lønar­bólkar, sum liggja langt uttan fyri okkara lima­skara og tað halda vit er ósak­ligt, sigur for­kvinn­an í Peda­gog­ felagnum. Hon leggur afturat, at í veruleikanum merk­ir hetta, at limirnir í Peda­gog­ felagnum skulu hava minni at liva fyri, tí príshækkingin í sam­felag­num er størri enn so. - Tað er at halda okkum fyri gjøldur, sigur hon. Ein tíma um vikuna Hon leggur afturat, at upp­ runa­liga kravdu fakfeløgini eina lønarhækking upp á 3,5% um árið í tvey ár. Hon vísír á, at í fjør hækk­ aði prístalið 2,3%. Pedagogfelagið vil held­ ur ikki hoyra talan um, at knýta skattaskipanina upp í samráðingarnar og somuleiðis vil felagið held­ur ikki góðtaka, at lønar­hækk­ ingin verður ymisk til ymsar løn­ar­bólkar. Men tað, sum av álvara fekk bikarið at flóta yvir, var, at pedagogfelagið hev­ur kravt, at pedagogar á yms­ um stovnum, skulu fáa minst ein tíma um vikuna til fyri­ reiking. - Semingsmenninir hava greitt okkum frá, at tað var eitt mistak, at hetta ikki kom við í semingsuppskotið. - Men Fíggjarmálaráðið og Kommunala Ar­beiðs­gevara­ felag­ið kravdu, at borðið fang­aði og vildi ikki góðtaka, at semingsuppskotið varð rætt­að, sigur Maud Vang Han­sen. Hon sigur, at tískil eru Peda­gog­arnir fyri grovum van­býti, tí allir fakbólkar, sum líkast pedagogum, hava fyri­ reikingartíð. At enda hava arbeiðs­gevar­ ar­nir kravt, at hereftir skal Pedagogfelagið ikki long­ur fáa avrit av h o y r ­ ings­ skriv­um, tá ið ætlanin er at siga fólki upp. - Hetta góð­taka vit heldur ikki, tí hetta er eitt álop á trygd­ina hjá starvsfólki við tað, at so kunnu arbeiðs­gev­ ar­ar siga fólki upp, uttan at vit fáa nakað at vita um tað, sigur Maud Vang Hansen. Nú hava politikarar víst á, at samfelagið er í kreppu við stór­um halli á fíggjarlógini og at fakfeløgini mugu vísa sam­felagssinni. Eiga tit ikki tað? - Tað passar, men so kundu politikarar eisini lat­ ið vera við at veitt teimum rík­astu skattalætta. Og nú er so meiningin, at vit skulu onga lønarhækking fáa fyri at fíggja hendan skatta­lættan, sum vit annars ong­an ágóða fáa av, og tað kun­nu vit ikki góðtaka, sigur Maud Vang Hansen. aki@sosialurin.fo Verkfallið fær víðfevndar avleiðingar Tað, sum stóð Pedagogfelagnum í boðið, var ein lønarhækking upp á 220 krónur um mánaðin til tey, sum høvdu eina lægri løn enn 30.000 krónur um mánaðin. Hetta er at halda okkum til rukku VERKFALL Vit kunnu ikki góðtaka, at vit skulu fáa minni at liva fyri, sigur Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum Eitt av feløg­unum í fak­ felags­sam­s­tarv­i­num, sum er í sátt­mála­trætu við Fíggjar­mála­ráðið og Kom­mu­na­la Arbeiðs­gev­ ara­fela­g­ið, er Havnar Ar­ beiðs­kvinnu­felag. Men tey fara ikki at taka støðu til nakað verk­ fall fyrrenn í morgin, sig­ ur Vígdis Johannesen, for­kvinna. Hon sigur, at tey hava svar­að eini umbøn um at hitt­ast til fundar í morgin og tað hava tey góðtikið. Sostatt skal Havnar Ar­ beiðs­kvinnufelag á fund við arbeiðsgevararnar í morgin og ongin støða verður tikið til sem­ings­ upp­skot­ið fyrrenn eftir tann fundin, sigur for­ kvinn­an. Hinvegin skuldi Starvs­ man­na­felag­ið á fund við Fíggjar­mála­ráð­ið og Kommunala Arbeiðs­gev­ ara­felag­ið seinna­part­in og úrslitið av tí fundinum var ikki greitt, tá ið blaðið fór til prentingar. Bíða til í morgin Lærarar góðtaka semings­ uppskotið Grovt vanbýti - Vit eru fyri grovum vanbýti og nú verður enntá kravt av okkum, at pedagogar skulu fíggja ein skattalætta til tey ríku og sum pedagogarnir sjálvir onki fáa burtur úr, sigur Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið kravdu, at borðið fangaði