Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Havn: Tað gamla og tað nýggja verða samantvinnað í Reinsarí’num i Tórsgøtu, sum verður umskapað frá einum siðbundnum spælistaði til eitt multifunksjóns-hús. Hetta hendir eftir bý­ ráðs­fundin hóskvøldið, har eitt einmælt býráð játtaði eina millión krónur at gera Reinsarí­ið til eitt rútmiskt spæli­stað og mangt annað. Byggilistarliga hugskotið, sum Kontrast Arkitektar hava gjørt, byggir á at tvin­ na tað gamla saman við tí nýggja. - Innan verður tað gamla varð­veitt, sum er merkisvert í sær sjálvum. Við nýggjari inn­rætting og nútíðar sniði fæst ein meira tíðarhóskandi og nýtiligur bygningur, verð­ ur sagt úr kommununi.. Hugskotið byggir á at fáa ein sokallaðan polyvalentan bygn­ing, sum við sínum mongu tiltøkum kann broyta funksjón eftir tørvi. Hetta, at hava rúmini so opin sum møgu­ligt og funktiónirnar mobilar. Mesta arbeiðið við Reinsarí’num er at meta sum restaur­eringsarbeiði, og tí verður arbeiðið framt í smá­ um stigum. Tá alt hetta er liðugt er gamli bygningurin endur­skapaður til eitt multi­ funk­sjóns-hús. Tað eru nógvir møguleikar í kirkjuni (Jens Mortan Mortensen, nýggjur prestur í Hvalba í samrøðu við Trúboðan) Hugskotið byggir á ein polyvalentan bygning Sandur: Kommunan tryggjar nú sløkkiliðsmonnum sínum við inntøkumissi í arbeiði teirra, inntil viðurskiftini eru komin í rættlag við tryggingini. Klaksvík: Atli S. Justinussen (myndin) umboðar nú kommununa í IRF. Hann avloysir Jógvan Skorheim, sum er vorðin tingmaður. Árnafjørður: Nú verður umsíðir lagt asfalt á økið rundan um alihúsið. Kostnaðurin av hesum er mettur til 168.000 krónur. Tvøroyri: Eins og vanligt verður tunnusláttur umborð á danska verjuskipinum Hvidbjørnen fyri børnunum 19. februar, tá lagt verður at bryggju her. kring landið Sandur: Í næstum verð­ ur ætlanin at víðka um barna­garðin í bygdini sett í verk. Skipanin hevur higar­til verið so, at bygd­ in hevur havt tveir dag­ stovn­ar – tann ver­andi á Teitinum og hin í gamla skúlanum. Men hetta verður skjótt søga. - Vit ynskja at savna alt hetta virksemið á einum og sama staði, sig­ ur borgarstjórin, Brand­ ur Sandoy. - Á henda hátt verður tað eisini meiri rasjonelt. Ætlanin er bæði at savna og at útbyggja dagstovnin á Teiginum eystureftir, einar 220 fer­metrar. Um ein mánað ella so er ætlanin at taka støðu til innkomin til­boð at gera hesa uppí­bygg­ ingina. snorri@sosialurin.fo Havnin fær eitt rútmiskt spælistað Alt undir EINUM taki EITT STAÐ Børnini á Sandi verða nú savnað undir sama taki (savnsmynd) TIL FRAMTÌÐINA Nýggja spælistaðið í Havn verður skipað soleiðis, at tónleikurin í framtíðini fer at fáa bestu umstøður Mynd: torshavn.fo