mánadagur 30. januar 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Orð: Snorri Brend
Myndir: Árni C. Joensen
Hetta hendir eftir at tíð
indamaðurin, Finnur Jensen
umvegis Føroysk Miðlafólk
skipaði fyri hesum tilnevn
ingunum.
Eftir aðalfundin í Miðla
fólk leygardagin var kunn
gjørt, hvør ið vann hvørja av
teimum fimm greinunum –
ársins mynd, ársins sending,
ársins grein, besta innslag og
besta dekning.
Í dómsnevndini sótu fleiri
fyrrverandi tíðindafólk –
Tróndur
Djurhuus,
Enna
Garðshorn Mikkelsen, Birgir
Kruse og Ingi Rasmussen.
Fyrsta
heiðurin
fekk
Jógvan Helgi Hansen, ið sum
myndamaður fyri Vágaport
alin tók eina mynd av monn
um ið asfaltera flogvøllin,
samstundis sum eitt flogfør
er í ferð við at lenda.
Onnur heiðurslønin var
latin Dagmar Joensen-Næs
og Johannes Danielsen, sum
gjørdu sjónvarpssendingina
Faðirloysingarnir um grøn
lendingar, ið leitaðu eftir før
oyska uppruna sínum
Triðju
heiðurslønina
fekk Sveinur Tróndarson
á Dimmalætting fyri eina
grein um nýhugsan innan
mjólkaframleiðslu í Føroy
um.
Fjórða heiðurslønin fór
til sjónvarpsmannin Rógva
Rasmussen fyri eitt innslag
í Degi og Viku um vantandi
ergoterapeutiskt tilboð til
fimm ára gamlan drong við
serligum tørvi.
Fimta og seinasta heiðurs
lønin var latin fyri besta
dekning, og varð hon latin
Dimmalætting fyri skriving
ina um flatskatt og pensjón.
Eftir
handanina
var
veitsla hildin, har tíðindafólk
og onnur miðlafólk úr mong
um ymiskum hildu sær at
gamni.
snorri@sosialurin.fo
Fimm heiðurslønir
fyri miðlaavrik
Miðla Awards 2011 Leygarkvøldið fall avgerðin um, hvørji
tíðindafólk vórðu heiðrað fyri fimm ymisk avrik í fjør
NEVNDIN
Nývalda nevndin í
Føroysk Miðlafólk:
Fremst sita fyrrverandi
formaðurin, Geort L.
Petersen og hinum við
lið tann nývalda, Ingrid
Bjarnastein. Aftanfyri
tey síggjast vinstrumegin
frá: Katrin Petersen,
Anna ellingsgaard,
Emil L. Jacobsen,
Jógvan Jákupsson
og Jógvan Gardar
GREIN
Tíðindamaðurin á Dimmalætting, Sveinur Tróndarsson tekur ímóti heiðurslønini
Sjónvarp
Høgni í Jákupsstovu tekur vegna arbeiðspláss sítt,
Kringvarpið, ímóti heiðrinum frá Tróndi Djurhuus