mánadagur 30. januar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var hin 10. januar í ár, at Bátafelagið á Toftum gjørdi av at gera
eitt Undirhús á Toftum, og longu seinasta leygardag hevði felagið
móttøku, har nógv fólk vóru inni á gólvinum í snotuligu felagshølunum
Vilmund Jacobsen
Seinasta leygardag millum
klokkan 16 og 18 skipaði
Bátafelagið á Toftum fyri
móttøku í felagshølunum við
Toftagjógv, sum felagið nú
hevur sett í stand og bjóðar
fram til Undirhús.
Rættiliga nógv fólk var
til móttøkuna, og onkra
løtu var ikki pláss fyri fleiri
fólkum inni á gólvinum. Fólk
stóðu í gongini, og onkra
løtu vóru fleiri úti í túninum,
sum antin høvdu verið inni á
gólvinum – ella, sum bíðaðu
eftir, at tað tyntist eitt sindur
innandura.
Borðreitt varð við eitt
nú kaffi, køkum og góðum
karamellum, og fólk vóru í
góðum hýri. Øll fegnaðust um
hetta tiltak, sum Bátafelagið
nú hevur tikið stig til.
Fleiri uppilagstir sjómenn
vitjaðu, og teir sóu út til at
kenna seg væl í snotuligu
hølunum, sum júst eru ætlað
hesum monnum. Yngri og
virknir menn vóru eisini til
móttøkuna og onkur einstøk
kvinna. Millum kvinnurnar,
sum vóru við og sum segði
nøkur orð, var Kristina Vi
berg Andreassen, ið hevur
livað eitt langt lív og veit
nógvar søgur at siga.
Alfred Olsen, løgtingsmað
ur, Kári P. Højgaard, lands
stýrismaður og borgarstjórin
í
Nes
kommunu,
Símin
Johannesen,
vóru
eisini
millum mongu gestirnar í
Undirhúsinum
á
Toftum
leygardagin.
Fleiri nýttu høvi at siga
nøkur orð og nú formaðurin
í felagnum, Høgni W. Høgne
sen, er til skips, helt Haldor
Gaardbo røðu vegna felagið
og greiddi frá, hvussu ætl
anin var komin í lag.
Sjálvboðin hjálp
Haldor bjóðaði fyrst vegna
nevndina fólki vælkomnum.
Hann greiddi frá, at tað var á
nevndarfundi í felagnum hin
10. januar í ár, at tankin um
Undirhús kom upp at venda.
- Á hesum fundi varð tosað
aftur og fram um, hvussu vit
skuldu grípa hetta ann, sum
hann tók til.
Haldor legði aftrat, at
Bátafelagið eisini kennur seg
at skylda bygdafólkinum í
Nes kommunu eitt hvørt fyri
allan tann stuðul og hjálp,
sum verður veitt felagnum,
tá bátafestivalar hava verið
hildnir nú í átta ár – og ikki
minst øllum teimum, sum
hava vitjað hesar festivalar
øll hesi ár.
Hann segði, at tað fyrsta,
sum felagið gjørdi, var at tosa
við Hanus Lómstein, sum
eigur bygningin og hølini,
har felagið húsast.
- Vit spurdu um loyvi at
gera ymiskar broytingar í
hølunum, og tað var leyst og
liðugt, áðrenn hálvt talað orð.
Hanus beyð okkum at gera
júst soleiðis, sum vit vildu
hava tað. Hann segði seg
eisini vera errnan av, at hølini
kunnu brúkast til Undirhús
og ynskti okkum øllum góða
eydnu við tiltakinum.
Haldor Gaardbo segði, at
tá viðurskiftini við Hanus
vóru greið, fór Bátafelagið
beinanvegin í gongd.
- Vit fingu alla ta sjálv
bodnu hjálp, sum vit bóðu
um, bæði til arbeiðis og ikki
minst til stuðul, bæði her í
bygdini og aðrastaðni.
Hann segði, at longu frá
fyrsta degi hava bæði menn
og kvinnur arbeitt til langt út
á kvøldarnar.
- Eingin nevndur og eingin
gloymdur, men tit hava gjørt
eitt megnararbeiði upp á so
stutta tíð. Tað eiga tit stóra
tøkk fyri.
Nýtt og gamalt
Haldor Gaardbo segði seg
vóna, at Undirhúsið fer at
verða nógv brúkt av tilkomna
fólkinum.
- Vit vænta, at tað verður
her, at dagsins mál verða
tikin upp og vend, framtíðin
verður stungin út í kortið –
og ikki minst tíðin, sum er
farin.
Hann segði, at tað verður
Bátafelagið, sum kemur at
Framvegis
ósemja
um makrel
Tað eydnaðist ikki at fáa semju
um makrelin í samráðingunum,
sum í síðstu viku vóru í Bergen
Vilmund Jacobsen
Enn er eingin semja
fingin millum stranda
londini, ES, Føroyar, Ís
land og Noreg, um býtið
av heildarkvotuni av
makreli.
- Eftir samráðing
arnar,
sum
vóru
í
Clonakilty í Írlandi í de
sember, vóru útlitini fyri
at fáa semju í lag vánalig,
tí partarnir stóðu langt
frá hvørjum øðrum, tá
farið var til hús. ES og
Noreg løgdu tá felags
uppskot
til
loysn
á
borðið, sum lá langt frá
føroyska kravinum um
part, og sum Føroyar
mettu sum eitt afturstig
í samráðingunum.
Tað sigur Fiskimála
ráðið á síni heimasíðu,
eftir at enn einar sam
ráðingar eru endaðar
úrslitaleysar.
-
Samráðingarnar
í Bergen í síðstu viku
vístu, at enn er langt
millum partarnar. Tað,
sum skilir, er spurning
urin um, hvussu heild
arkvotan av makrelinum
skal býtast millum lond
ini.
Nýggjur fundur
Fiskimálaráðið
sigur,
at londini hava avtalað
at møtast aftur til enn
eitt samráðingarumfar,
sum verður í Reykjavík í
døgnum 14. - 16. februar
2012.
Jákup
Mikkelsen,
landsstýrismaður
í
fiskivinnumálum, sigur,
at tað er sera týðandi, at
Føroyar
framhaldandi
verja síni rættindi og
krøv. Samstundis ásann
ar landsstýrismaðurin,
at øll áherðsla verður
løgd á at finna semjur,
tí í longdini vilja felags
semjur tæna øllum pørt
um best.
vilmund@sosialurin.fo
- Tað er sera umáðandi, at Føroyar framhaldandi
verja síni rættindi og krøv, sigur Jákup Mikkelsen,
landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Undirhús up
komma niks
Uppilagstir sjómenn práta