Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 gjalda fyri leigu, el og hita av hølunum. Tey, sum koma at vitja Undirhúsið, koma soleiðis bert at gjalda fyri kaffi og tað, sum etið verður. - Okkara ætlan er at hava eina trímannanevnd, sum verður mannað við tveimum umboðum úr Bátafelagnum og einum umboði fyri teir, sum koma at brúka hølini. Hetta verður dagliga leiðslan í Undirhúsinum, og tað verða hesi trý, sum koma at taka støðu til, nær hølini skulu verða opin og ymiskt annað í hesum sambandi, segði Haldor Gaardbo, tá móttøka var í Undirhúsinum seinnapartin leygardagin. vilmund@sosialurin.fo Undarlig kensla at steingja kioskina Sólrun Hansen, dóttir Birgit og Napoleon Hansen, sála, hevur arbeitt í Kioskini við Toftagjógv heilt síðan 1995, men sunnukvøldið snaraði hon lyklinum fyri seinastu ferð, tá kioskin læt aftur Vilmund Jacobsen Tíðin stendur ikki í stað. Bygdarmyndir broytast. Einki sleppur at vera óbroytt. Leygarkvøldið var móttøka á Toftum, tá Bátafelagið vísti fram hølini, sum nú verða karm­ur um Undirhús. Beint yvir av hølunum hjá Hanusi Lómstein, har handilin hjá Pidda eisini húsast, fer Bátafelagið at hava Undirhús. Men samstundis, sum hesir karmar nú eru skaptir til gleði fyri endru borgararnar í kommununi, hevur grannin – Kioskin við Tofta­gjógv – snarað lyklin­um fyri seinastu ferð. Sunnukvøldið klokkan 23 læt kioskin aftur, og tað verða ikki verandi eigarar, sum fara at lata hana uppaftur. Síðan 1995 Primusmotorar aftan fyri Kioskina við Toftagjógv vóru hjúnini, Birgit og Napoleon Hansen, vanliga róptur Poli. Poli var nólsoyingur, men Birgit er ættað av Nesi, har tey eisini hava búð síðan 1995. Til stutt­ leikar kunnu vit nevna, at Birgit og Poli eru foreldrini hjá kenda tónleikaranum, Kim Hansen. Síðan Poli doyði av sjúku fyri góðum ári síð­ an, er tað serliga dóttirin, Sólrun Hansen, sum hevur verið álitið í kioskini. Sjálv eigur Birgit, sum í dag er 74 ár, eisini nógvar tímar, dagar og ár í kioskini. - Minnist eg rætt, for­ eldur míni kiosk-virksemi á Toftum á sumri í 1995, og í fleiri ár skiftust tey um at vera í kioskini. Sjálv havi eg eisini verið partur av virksemi at kalla øll hesi ár. Ikki minst sein­ asta árið havi eg arbeitt rættiliga nógv – og ofta eisini í vikuskiftinum, sigur Sólrun Hansen. Hon leggur aftrat, at tað er ein undarlig kensla at snara lyklinum fyri seinastu ferð, men hetta er eitt val, sum tey hava gjørt sær eftir øll hesi ár. Blandaðar kenslur - Jú, hetta er við bland­ að­um kenslum, men tað verður eisini deiligt ikki at vera so bundin, sum vit hava verið av hesum virksemi. Sólrun Hansen sigur, at kioskin hevur havt nógv og trúgv viðskiftafólk øll hesi ár, og tað eru mong, sum eru hørm um, at tey nú hava latið kioskina aftur. - Vit hava eisini havt nóg viðskiftafólk, sum sigla við skipum, ið javn­ an leggja fiskin upp á Toftum. Sólrun Hansen sigur, at enn veit hon ikki, hvat hon nú fer at gera, men hon ætlar, sum tíðin gongur, at leita sær eftir øðrum arbeiði. vilmund@sosialurin.fo Sosialurin var inni á gólvinum í Kioskini við Toftagjógv, beint áðenn kioskin læt fyri seinanstu ferð aftur sunnukvøldið. Innan fyri diskin stendur Sólrun Hansen Mynd: Vilmund Jacobsen p á null Vit hava fingið ta sjálvbodnu hjálp, sum vit bóðu um, bæði til arbeiðis og ikki minst til stuðul, bæði her í bygdini og aðrastaðni Jú, tað er við bland­ aðum kenslum, men tað verður eisini deiligt ikki at vera so bundin Hølini eru fullsett við bæði eldri og yngri fólki Harry Jacobsen fær sær kaffi Kristina Viberg Andreassen og Niclas Foldbo sita og práta