Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Ber tað til at vera staddur í Kana­da og samstundis vera til koyritíma í Føroyum? Og ber til at vera í Noregi og sam­stundis vera til koyri­ tíma í Føroyum? Hesar spurningar reisti ákæru­valdið á rættarfundi fríggja­dagin. Tveir koyrilærarar eru ákærd­ir fyri brot á revsi­ lóg­ina og kunngerðina um koyri­frá­læru við at hava skriv­að skeivar dagfestingar í lesiætlanina hjá tveimum næm­ingum­. Tá ið Akstovan kom eftir, at nakrar av døgunum, sum stóðu skrivaðir í lesiætlanini, vóru menninir als ikki í landi­num, og koyrilærararnir vórðu tí meldaðir. Annar maðurin var við skipi í Kanada. Men meðan hann var heima millum tveir túr­ar, setti hann sær fyri at taka koyrikort. Tað gekk væl við teoriini, men tá ið hann fór upp í koyring, hevði hann ov nógv­ ar feilir. Slapp ikki til roynd Tí fór hann aftur á Ak­stovu­ na til nýggja roynd dagin eftir. Men beint sum hann kom inn, varð hann tikin til viks og spurdur, hvussu tað bar til, at tvær ella tríggjar dag­ fest­ingar í lesiætlanini vóru, með­an hann var umborð á skipi­num. – Eg segði, at hetta ikki kundi vera rætt, og at dag­ fest­ing­arnar í lesi­ætlan­ini mun­du vera skeivar. Men eg haldi ikki, at tey trúðu mær, segði maðurin í rætti­num. Hann mynstraði av í Kanada 5. desember 2009 og helt, hann var komin heim 8. desember. Í lesiætlanini stóð, at hann var byrjaður at koyra 7. desember. Hann hevði skrivað undir lesi­ætlan­ina uttan at kanna, um dagfestingarnar vóru rætt­ar. Hin maðurin hevði tik­ið teoriina summmarið 2010, og avtala varð gjørd við Akstovuna um, at hann kun­ di sleppa upp til koyri­roynd, tá hann kom heim úr Noregi í jólafrí. Hann tók koyritímar og fór 21. desember upp til koyri­roynd. Okkurt var galið Tá ið koyrilærarin og próv­ dóm­arin fóru inn, hevði hann var­hugan av, at okkurt var gal­ið, sjálvt um próvdómarin hevði sagt, at hann hevði stað­ið royndina. Hvat tað var visti hann ikki. Maðurin var komin heim úr Noregi 14. desember, men ein skrivstovukvinna mint­ ist, at tað stóð í lesiætlanini, at hann hevði koyrt tvær ferð­ir 12. desember, also áðr­ enn hann kom heim. Tann lesiætlanin er ikki til, tí tá ið koyrilærarin fór inn, kravdi hann at fáa lesiætlanina, og hann nokt­ aði starvsfólkunum á Ak­ stovu­ni at taka avrit av hen­ ni. Nú veit koyrilærarin ikki, hvar lesiætlanin er blivin av. Ákæruvaldið heldur fast við, at teir báðir koyri­lær­ar­ nir tilvitað skrivaðu skeivt, men verjarnir krevja frí­døm­ ing. Annar vejrin umrøddi sín klient fyri eitt fesj og tí hevði skrivað skeivt. Dómarin helt málið vera ov fløkjasligt til at kunna fella dóm beinanvegin, og dóm­urin fellur tí ikki fyrr enn mikudagin. Svik ella fesj Koyrikort Føroya rættur skal nú fela dómar í revsimálum móti tveimum koyrilærarum, sum skrivaðu skeivt í lesiætlnunum hjá tveimum monnum, tá ið teir skuldu taka koyrikort TØKK Lesið