mánadagur 30. januar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Um vikuskiftið høvdu flog
bóltskvinnurnar kring landið
úr at gera, tí øll liðini spældu
bæði leygardagin og sunnu
dagin, umframt at ein dystur
var mikukvøldið og TB og
ÍF spældu fríggjakvøldið, so
serliga hjá hesum báðum lið
unum man tað hava verið møð
samt at hava spælt tríggjar
dystir í tríggjar dagar.
Undan dystunum leygar
dagin og sunnudagin hendi
ein broyting á stigatalvuni, tí
tá blivu stigini koyrd í helvt,
so
munurin
millum
liðini
minkaði. Serliga áhugavert er
hetta sjálvandi millum trý tey
fremstu, ið sjálvt eftir hálver
ingina eru langt framman fyri
hini liðini.
Mjølnir hevur koyrt avstað
við fullari ferð, og so hava SÍ
og Fleyr roynt at fylgt við.
Tað stendur rimmarfast, at
tvey av hesum trimum koma
í FM-finalurnar, tí Ternan og
Dráttur, sum eru tey næstu á
stigatalvuni, eru heili átta stig
aftanfyri SÍ og Fleyr og eiga
heldur ikki somu dygdir sum
fremstu liðini.
Hóast kvinnukappingin er
farin í holt við síðsta triðingin,
eru enn tríggir dystir eftir at
spæla frá øðrum triðingi, so
ikki fyrr enn teir eru spældir,
er myndin fullgreið av, hvussu
veruliga støðan er hjá kvinn
unum. KÍF er partur av øllum
trimum dystunum, sum eru
ímóti Ternuni, ÍF og TB, so
hetta fær í øllum førum ikki
ávirkan á oddastríðið.
hilmarjan@sosialurin.fo
karvin yvir
SÍ ella Fleyr
sleppa við
Kvinnuflogbóltur Mjølnir, sum
enn ongan landskappingardyst hevur
tapt í vetur, sær út til at stevna beint
ímóti FM-finalunum, sum verða
ímóti annaðhvørt SÍ ella Fleyr
– Nú tann sætti maðurin so
eisini mátti melda frá, skuldi hann
kunna gera seg galdandi í kappróðri,
og tríggir aðrir, sum hava gjørt
sáttmála við besta fótbóltsliðið
hjá TB, eisini mugu gevast, er einki
eftir.
Otto Gram sigur, at felagið
sjálvandi kundi sent nakrar 16
ára gamlar upp á liðið, men at tað
hvørki hevði verið rætt mótvegis
teimum ella mótstøðuliðunum, tí
hesir spælarar enn eru ov ungir.
Sostatt er TB ikki longur at síggja
á stigatalvuni, og úrslitini verða
somuleiðis strikað.
– Vit hava ikki tikið stig frá
nøkrum í vetur, so broytingin á
stigatalvuni er helst yvirkomilig. Í
vetur hava vit sæð, at hesir ungu
menninir eru blivnir eitt ár eldri og
ikki hava verið so lættir at taka av
fótum, so rutinan frá síðsta vetri
kom teimum longu nú til góðar,
sigur hann.
– Men tá vit nú hava brúkt eini
10 ár uppá at bygt eitt manslið upp,
er tað bæði harmiligt og svárt at
síggja, at tað skal enda soleiðis,
men vit fáa ikki gjørt tað øðrvísi. Tá
vit ikki fáa mannað lið, so er einki
meira at gera við tað.
hilmarjan@sosialurin.fo
YVIR OG FARNIR
Tað hevur tikið TB einki 10 ár at bygt eitt manslið upp, so
tí harmast tey í felagnum um, at tey nú noyddust at taka
mansliðið úr Eik-liguni, tí ikki bar longur til at manna lið
Mynd: Álvur Haraldsean
Myndir: Álvur Haraldsean