mánadagur 30. januar 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Næstbesta liðið hjá H71 gjørdi við
27-24-sigri av við KÍF og harvið
óvæntað sendi oddaliðið í Atlantic
Airways-deildini
út
í
kuldan.
Hoyvíkshøllin
var
stúvað
við
áskoðarum, tá ið eykaliðið hjá H71
fríggjadagin hevði møguleikan at
spæla seg í steypafinaluna. Teir
vóru væl við eftir at bara hava tapt
við einum máli, nevniliga 28-29,
ímóti KÍF í fyrru hálvfinaluni, og
eftir eitt megnaravrik á heimavølli
hevur eykaliðið hjá H71 nú spælt
seg í steypafinaluna.
Skiftandi leiðsla
Størsta partin av fyrra hálvleiki
var tað H71, sum setti støðið og lat
KÍF renna aftaná. H71 var fyri tað
mesta á odda við einum ella tveim
um málum. Serliga vóru tað Halgir
Dahl Olsen við góðum skotum,
Esbern Patursson við góðum fót
skifti og Poul Kjartan Dam við góð
um vongspæli, sum bóru H71 fram
hesa løtuna, meðan frálíkar yvir
gongdir hjá KÍF vóru við til at lata
H71-verjuna upp og lá KÍF á henda
hátt og lúrdi allatíðina. KÍF fekk
heilar tríggjar útvísingar í fyrra
hálvleiki – allar meiri ella minni
neyðugar og í eini roynd at halda
einum stórspælandi Halgir Dahl
Olsen frá dundurskotunum.
Seint í fyrra hálvleiki spældi
verjan hjá KÍF spældi seg upp,
samstundis sum H71-álopið var
um at gerast tómt fyri nýggjum
hugskotum, og so rann KÍF avstað
og legði seg á odda 14-10. Flestu av
hesum málunum komu umvegis
skjótálop. H71 gav tó ikki upp og
kom upp á javnt 14-14, áðrenn KÍF
gjørdi tað til hálvleiksstøðuna
15-14.
Komu sterkt aftur
Hoyvíkingar vardu væl frá byrjan
í seinna hálvleiki og álopsspælið
hjá KÍF bleiv nakað fløkt, men
við góðum skjótálopum hildu teir
leiðsluni væl og eina løtu vóru á
odda við trimum málum. Tá fann
blaðungi Tóraldur Kollsker í H71-
málinum stórspælið fram og gav
liði sínum møguleikan at koma inn
aftur í dystin. Teir tóku av og tá ið
seinni hálvleikur var hálvrunnin,
høvdu teir vunnið seg upp á javnt
19-19. Liðini fylgdust fram til 22-22,
tá ið H71 legði seg á odda 25-22 og
fekk høllina fullkomiliga upp á kók.
KÍF visti sær ikki livandi ráð, spældi
ótrúliga illa og skoraðu ikki eitt mál
í næstan 10 minuttir, og við hesum
ivasama avrikinum mugu teir bara
takka fyri seg í steypakappingini og
staðfesta, at eykaliðið hjá H71 við
27-24-sigrinum vinnur samanlagt
45-43 og hevur tryggjað sær pláss
í steypafinaluni, har Neistin bíðar
teimum.
Steypafinalan verður spæld á
Hálsi í Havn 11. februar.
Opið stríð
Sunnukvøldið hevði H71 vitjan av
VÍF, og vunnu hoyvíkingar henda
dystin, løgdu teir seg ógvuliga væl
fyri í FM-stríðnum. VÍF var nevn
iliga beint frammanfyri undan
dystinum, og við sigri kundi teir
koma bara eitt stig frá teimum –
umframt at hava spælt ein dyst
færri.
Í fyrra hálvleiki var eitt ungt H71-
lið á vøllinum, meðan profilar sum
Bogdan Florea, Jens á Skipagøtu og
Dánjal Tórgarð sótu á beinkinum.
H71 hevði trupult við standa VÍF
mát allastaðni runt á vøllinum,
og var tað eisini VÍF við tryggari
leiðslu, sum fór til hálvleiks á odda
14-9.
Nógv skuldi venda áðrenn H71
skuldi lima seg inn aftur í dystin,
men í seinna hálvleiki hendi eisini
nógv.
Koppaðu dystinum
Hóast tryggu hálvleiksleiðsluna,
so hevði VÍF sera trupult við at fáa
spælið at koyra í seinna hálvleiki,
og á henda hátt kom leiðsla teirra í
vanda. Eisini innskifti veteranurin,
Jens á Skipagøtu, stóð væl í
H71-málinum og gav liði sínum
møguleika at koma inn aftur í
dystin. Í stóran mun tóku teir
eisini av hesum møguleikanum í
álopinum, og tá ið hálvleikurin var
hálvrunnin, hevði H71 javnað til 19-
19. Serliga var tað Bogdan Florea,
sum av álvara tók ábyrgd og langaði
ein bólt fyri og annan eftir í netið.
VÍF royndi seg við at verja
Bogdan Florea, men hetta fekk
aðrar partar av H71-álopinum at
rigga væl, kanska serliga innspælið
til strikuna, og fimm minuttir
fyri leiklok kom H71 á odda á
fyrsta sinni, 22-21. VÍF javnaði,
men avgjørdari vóru hoyvíkingar
í endanum og við trimum málum
uttan aftursvar vunnu teir dystin
25-22.
Við sigrinum hevur H71 vunnið
seg upp á 14 stig, og eru teir beint
í hølunum á VÍF og Neistanum,
sum hava 15 stig. H71 hevur tó leikt
ein dyst færri og kann við einum
sigri í tí dystinum leggja seg á
finalugevandi 2. plássið.
Tað kókar í Hoyvík!
Hondbóltur Lagið er gott hjá hoyvíkingum í løtuni. Umframt
at næstbesta lið felagsins fríggjadagin framdi eitt satt bragd
við at spæla seg í steypafinaluna, so megnaði besta lið teirra í
gjár at spæla seg í eina sera góða støðu í mun til at røkka FM-
finaluni, tá ið teir vendu einum hóttandi tapi og vunnu 25-22
Steypafinalan tryggjað og FM í eygsjón:
Pætur Albinus
Hetta var fyrsti dystur hjá
Kyndli uttan Hans Áka Dal-
Christiansen, sum hevur skift
til KÍF, og somuleiðis var hetta
fyrsta ferðin at Tummas Pauli
Hanusarson
skuldi
spæla
ímóti sínum gamla felagi.
Hann hevur spælt nógv ár við
Kyndli, men í gjár spældi hann
við Neistanum.
Á pappírinum var Neistin,
sum stríðist um eitt finalupláss,
stórfavorittur ímóti avgjørda
botnliðnum, men henda dagin
var vent í holuni.
Neistin ein frammaná
Við Neistanum sum stórfavo
ritti í dystinum mundi størsti
spurningurin vera, hvussu væl
kyndlaverjan fór at standa seg
ímóti mongu av bestu álops
spælarunum í landinum. Men
tað skuldi skjótt vísa seg at
gerast ikki so frægt sum ein
spurningur, tí verjan hjá Kyndli
spældi ein stóran hálvleik og
helt Neistanum fullkomiliga
burtur frá málinum. Serliga
ungir mans sum Oyvind Lützen
og Frank Askildsen hildu rimm
ar fast og fangaðu annars illa
skipaðu uppspølini, sum vóru
ávegis frá Neistanum.
Eftir eina javna byrjan fór
alt hetta at rigga hjá Kyndli,
sum dróg frá við og legði seg
á odda 9-6 og bara bygdi upp á
leiðsluna og slapp til hálvleiks
á odda 14-10.
Sigast skal, at tá ið neista
menn sluppu leysir, var stongin
ikki teimum blíð, men var hetta
kanska bara ein staðfesting av,
at neyvleikin í hvørki spæli ella
skotum var til staðar.
Kyndil avgjørdi
Í seinna hálvleiki setti Neistin
Finn Hansson á vøllin. Teir
bláu høvdu tó ilt við at takkla
mótgongdina og Kyndil streyk
avstað. Tá ið seinni hálvleikur
var hálvrunnin, var støðan
23-15 til Kyndil. Neistin fekk
spælið at rigga betur og kom
upp á 26-22, men Kyndil vísti
góða styrki við at runda góða
avrikið við einum góðum enda,
sum tryggjaði teimum ein
31-25-sigur á fíggindanum úr
Neistanum, sum harvið misti
eitt fet í FM-stríðnum, meðan
Kyndil við sigrinum kemur upp
á seks stig. Teir eru framvegis
einsamallir á aftasta plássi,
fýra stig upp til StÍF og Team
Klaksvík.
albinus@sosialurin.fo
Neistin í
upploysn
Hondbóltur Púra óvæntað var
tað botnliðið Kyndil, sum í gjár vann
arvauppgerðina ímóti Neistanum.
Neistin spældi ikki sum ein FM-
avbjóðari og mátti lúta 25-31
fyri Kyndli, sum hinvegin fekk at
kalla alt at rigga henda dagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen