mánadagur 30. januar 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Talan var um eitt botnbrak ímillum
StÍF og Team Klaksvík, sum undan
dystinum lógu ávikavist á trið- og
næstaftasta plássi. Við einum sigri
kundi Team Klaksvík yvirhála
StÍF uppá málmun, og tað skuldi
vísa seg, at teir megnaðu tað – og
so skrivaðu teir eisini søgu við at
vinna fyrsta útisigur í Atlantic
Airways-kappingini nakrantíð.
Jojic á odda
Team Klaksvík tóktist væl meiri
tendraðir frá byrjan og hildu teir
sera tætt í verjuni, har teir bara
lótu tvey mál ígjøgnum fyrsta
korterið og vóru á odda 9-2 hesa
løtuna. Tað gjørdi brekkuna sera
bratta hjá StÍF, sum tó stríddi seg
nakað inn aftur í dystin og slapp
til hálvleiks aftanfyri við fýra
málum.
Í seinna hálvleiki var gongdin
at kalla hin sama og leiðslan helt
sær. Eina løtu var StÍF tó bara
aftanfyri við tveimum málum,
men so var ikki meiri at tríva í,
Team Klaksvík dróg frá aftur og
vann dystin 30-26.
Filip Jojic spældi ein sera góðan
dyst fyri klaksvíkingar og skeyt
heili 11 mál.
Fyrsti útisigurin hjá Team Klaksvík
Hondbóltur Team Klaksvík vann sunnudagin sín fyrsta sigur á útivølli í bestu
deildini nakrantíð, tá ið teir megnaðu at vinna 30-26 ímóti StÍF á Skála
Pætur Albinus
Hetta var fyrsti dystur hjá Neista
kvinnum uttan Birgir Hansen sum
venjara. Hann segði seg í síðstu viku
úr starvinum, og til henda dystin
var tað hjálparvenjarin, Sigrun
Mikkelsen, sum tók sær av at stýra
liðnum.
Kyndil hekk í
Neistin kom væl betur frá byrjan
og legði seg á odda 4-1 áðrenn
fimm minuttir vóru farnir. Tær
úr Kyndli fullu tó als ikki í fátt og
minkaðu niður í 5-4. Álopsspælið
hjá Neistanum steðgaði meiri og
meiri upp sum hálvleikurin leið, og
við góðum mótálopum helt Kyndil
seg inni í dystinum allatíðina, og í
síðsta skotinum í fyrra hálvleiki
javnaði Guðrið G. Eystberg á fyrsta
sinni fyri Kyndil, soleiðis at tað stóð
á jøvnum 15-15 í hálvleikinum.
Ikki uttan stríð
Hóast Kyndil fekk fyrsta máli í
seinna hálvleiki og hesa løtuna á
fyrsta sinni var á odda í dystinum,
so
spældu
kvinnurnar
hjá
Neistanum seg væl upp, og serliga
umvegis góðar innspælingar til
strikuna, legði Neistin seg á odda
20-16. Enn einaferð stríddi Kyndil
seg tó inn aftur í dystin og lá leingi
og lúrdi aftanfyri við bara tveimum
málum. Hjá Kyndli vóru tað serliga
mótálopini, har ofta ein kvik
Turið Arge streyk avstað og setti
týdningarmikil mál á talvuna.
Neistin stóð seg tó sterkari og
helt hesi tepru leiðsluni til dystar
enda, og vunnu tær dystin 29-27.
Neistin heldur fjarstøðuna
Hóast nógv skal til, áðrenn Neistin
snávar og missir oddasessin, so
halda tær stimanum og bara vinna
og vinna. Tær eru framvegis seks
stig frammanfyri Stjørnuna, meðan
Kyndil við ósigri teirra sunnudagin
framvegis liggur á fimta plássi. Ein
sigur hevði lyft tær upp um VÍF á
fjórða plássið, men so varð ikki.
Neistin – Kyndil 29-27 (15-15)
Neistin: Barbara Brauer (7) Birita
Wardum (6) Annika Thomsen (5)
Jacklin Durhuus (4) Nicoleta R.
Hansen (3) Bára Hansen (3) Elin
Holm (1)
Útvísingar: 1xmin.
Kyndil: Jórun S. Ludvig (7)
Turið Arge (6) Ásleyg Súnadóttir
(3) Randi S. Wardum (3) Anja
Heinadóttir (3) Guðrið G. Eystberg
(2) Súsanna Petersen (2) Birita
Mortansdóttir (1)
Útvísingar: 2x2min.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Liðini fylgdust væl allan fyrra
hálvleik og var støðan 9-9 tá ið
bara ein minuttur var eftir til
hálvleiks. Tá tók Stjørnan sær
um reiggj og skeyt tvey skjót
mál, soleiðis at tær sluppu til
hálvleiks á odda 11-9.
Í seinna hálvleiki hildu tær
fram viðat økja, og tá ið bara
seks minuttir vóru gingnir,
høvdu tær skorað fimm mál
uttan aftursvar og vóru tá á
odda 16-9. Hetta gjørdi í grund
ini av við VÍF, sum ongantíð
megnaði at hótta Stjørnuna, og
vann Stjørnan dystin 27-22.
Corina
Demeterca,
sum
annars hevur verið nakað
óstøðug í ár, spældi sera væl
og gjørdist toppskjútti við átta
málum.
VB hongur í
Eftir eitt strálandi kappingar
ár hevur tað rillað eitt sindur
hjá VB seinastu vikurnar. Fyrst
vórðu tær útslignar í hálv
finaluni í steypakappingini, fyri
síðan at verða avhølvaðar av
Neistanum í landskappingini
og lutvíst verða settar av. Tær
høvdu eitt gylt høvi at venda
gongdini hetta vikuskiftið, tá
ið tær møttu StÍF á Skála, og
tóku vágskvinnur eisini av
møguleikanum og vunnu stórt
29-19.
Hetta merkir, at tær fram
vegis leggja nakað av trýsti
á Stjørnuna. Tær eru nú fýra
stig aftanfyri, men hava ein
dyst til góðar. Í næsta dysti
møtir VB botnliðnum Tjaldur,
meðan Stjørnan skal á vitjan
hjá oddaliðnum Neistanum, so
ikki kann sigast annað, enn at
kappingin framvegis er opin.
Stjørnan – VÍF 27-22 (11-9)
Stjørnan: Corina Demeterca
(8) Simona Petersen (7) Judit
Hansen (3) Una Olsen (3)
Bára S. Klakstein (2) Annika
Ljósstein (2) Lovisa Lassen (2)
Útvísingar: 2x2min.
VÍF: Liljan Djurhuus (8)
Torgunn Johansen (6) Agnas
Olsen (5) Tóra Seloy (3)
Útvísingar: 3x2min.
albinus@sosialurin.fo
Stjørnan
og VB
vunnu
Hondbóltur Kappingin um seinna
finaluplássið hjá kvinnunum stendur
við, eftir at bæði Stjørnan og VB
vunnu dystir sínar hetta vikuskiftið
Neistin dugdi
uttan Birgir
Hondbóltur Oddaliðið Neistin hevði sunnudagin
vitjan av grannakvinnunum úr Kyndli. Favorittarnir úr
Neistanum vunnu dystin, men tær vórðu trýstar og
vunnu tepurt 29-27 eftir hálvleiksstøðuna 15-15
Mynd: Álvur Haraldsen