mánadagur 30. januar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Árni Joensen
Tað, sum varð hildið púra óhugs
andi fyri átta døgum síðani, gjørd
ist veruleiki í gjárkvøldið, tá upp
lýsingartalvan í Beograd Arena
vísti, at teir 60 finaluminuttirnir
vóru farnir, og at Danmark hevði
fingið 21 mál og Serbia 19. Danmark
var evropeiskur meistari í mans
hondbólti.
Finalan bleiv ongantíð rættiliga
spennandi. Danska verjan stóð sera
væl, og aftan fyri hana hevði Niklas
Landin aftur ein góðan dyst. Og so
vísti Mikkel Hansen, at hann hevur
evni til at gera tað, sum skal til, tá
á stendur. At munurin kortini ikki
bleiv størri enn tvey mál, kundu
serbar takka málverjanum Darko
Stanic fyri. Einki at siga til, at hann
varð valdur til besta málverja í EM-
kappingini.
Tað serbiska liðið var als ikki tað
í finaluni, sum tað var í hálvfinaluni
ímóti kroatum, og kanska var
heppið fyri danir, at tað júst vóru
tey bæði liðini, sum møttust í hin
ari hálvfinaluni. Ein av teimum
serbisku leikarunum, Marko Vujin,
ásannaði aftan á finaluna, at teir
serbisku spælararnir høvdu brúkt
allar sínar kreftir og vóru sálar
liga tómir aftan á dystin ímóti
kroatum.
Eitt satt g
Hondbóltur Eingin gav tí danska
hondbóltslandsliðnum nakran møguleika
aftan á tað innleiðandi umfarið, men
sum í einum H. C. Andersen-ævintýri
fekk alt tann rætta endan kortini
Árni Joensen
Á finaludegnum í gjár bleiv
kunngjørt, hvørjir spælarar vóru
valdir út til tað sokallaða All Star-
liðið, ið er sett saman av teim
um bestu spælarunum á teim
um ymsu plássunum. Men fleiri
hondbóltsmiðmerkjarar undrað
ust stórliga, tá teir sóu tað valda
úrvalsliðið.
Tað var serliga eitt navn,
sum teir flestu viðmerkjararnir
saknaðu, og tað var makedonski
stórspælarin Kiril Lazarov, sum
av fleiri viðmerkjarum bleiv mett
ur sum tann besti spælarin í allari
kappingini. Eitt er, at hann var
toppskjútti við 61 málum, men
hann er annað enn málskjútti og
átti avgjørt eitt pláss á All Star-
liðnum.
Eitt annar spælari, sum fleiri
viðmerkjarar saknaðu, var slo
venski høgri vongur Dragan Gajic,
sum við sínum 48 málum og verju
spæli var klárt tann besti á sínum
plássi.
Tríggir av spælarunum á All
Star-liðnum spæla dagliga fyri
danska felagið AG København.
Teir eru Mikkel Hansen, René
Toft Hansen og Guðjón Valur
Sigurðsson.
arni@sosialurin.fo
Teir, sum manna
All Star-liðið, eru:
Málverji: Darko Stanic, Serbia
Vinstri bakkur:
Mikkel Hansen, Danmark
Vinstri vongur:
Guðjón Valur Sigurðsson, Ísland
Spælskipari:
Uros Zorman, Slovenia
Strikuspælari:
René Toft Hansen, Danmark
Høgri bakkur:
Marko Kopjar, Kroatia
Høgri vongur:
Christian Sprenger, Týskland
Seta spurnartekin við All Star-liðið
Hondbóltur Fleiri viðmerkjarar undrast
á manningina á EM-úrvalsliðnum
Hondbóltsviðmerkjarar
undrast á, at makedonski
stórspælarin Kiril Lazarov ikki
fekk pláss á úrvalsliðnum
Mynd: Polfoto
Niklas Landin og Mikkel
Hansen høvdu ein avgerandi
leiklut í finalusigrinum
Mynd: Polfoto