Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið ull-undur Undan dystinum stúrdu summi fyri trygdini, og at tað, sum hendi í dystinum millum Serbia og Kroatia, kundi endurtaka seg í finaluni. Men einki hendi. Danir eru ikki kroatar. Heimsins bestu Aftan á dystin ásannaðu serbar, at teir høvdu tapt ímóti einum betri liðið. Ja, serbiski venjarin, Veselin Vukovic, brúkti stór orð, tá hann bleiv biðin um eina viðmerking eftir dystin: – Eg havi fulla virðing fyri tí danska liðnum. Vit taptu ímóti heims­ins besta liði, sum í Mikkel Hansen hevur heimsins besta spælara, segði Vukovic við Reuters- tíðinda­stovuna. Serbiski venjarin helt kortini, at serbar kundu takka sær sjálvum ella einum av sínum áskoðarum fyri ósigurin. Hann ivaðist ikki í, at tað serbiska liðið hevði verið væl sterkari, um Zarko Sesum ikki hevði fingið eina mynt í annað eygað undir dystinum millum Serbia og Kroatia og tí ikki kundi spæla finaluna. 10 ár á toppinum Danski veteranurin, tann 39 ára gamli Lars Christiansen, heldur, at danskur manshondbóltur hevur eina sera ljósa framtíð fyri sær. – Nógvir av teimum, sum eru tær berandi kreftirnar, eru fyrst í 20'árunum, og tí eri eg ikki í iva um, at hetta landsliðið og danskur honfbóltur fer at seta sín dám á heimshondbóltin tey næstu 10 árini, sigur Lars Christiansen, sum sjálvur hevur verið landsliðsspælari í eini 20 ár. Sjálvur ætlar hann sær at gevast aftan á teir olympisku leikirnar í London í summar. Lars Christiansen var við til at vinna EM-gull fyri fýra árum síðani, men í hesari kappingini fekk hann harða kapping fyri teimum yngru. Kortini eydnaðist tað honum at røkka einum máli – at fáa mál nummar 1.500 fyri landsliðið. Enn eina ferð vísti makedonski Kiril Lazarov, at hann er ring­ur at syfta av toppinum á mál­skjútta­ listanum, og tað var heldur eingin, sum kom nær námind honum. Tíggju teir bestu málskúttarnir í EM-kappingini vóru hesir: 1. Kiril Lazarov, Makedonia 61 mál 2. Dragan Gajic, Slovenia 48 mál 3. Mikkel Hansen, Danmark 45 mál 4. Gabor Csaszar, Ungarn 43 mál 5. Ivan Cupic, Kroatia 42 mál 6. Guðjón Valur Sigurðsson, Ísland 41 mál 7. Momir Ilic, Serbia 34 mál 8. Niclas Ekberg, Svøríki 33 mál, 9. Blazenko Lackovic, Kroatia 32 mál 10. Luka Zvizej, Slovenia 30 mál. Eins og á All Star-liðnum eru tríggir spælarar úr AG København eru á toppskjúttalistanum. Teir eru Mikkel Hansen, Guðjón Valur Sigurðsson og Niclas Ekberg. Eftir at Danmark hevði vunnið á Serbia og Kroatia á Spania bleiv tað endaliga úrslitið av EM-kapp­ ingini í Serbia hetta: Elsti maður danska á liðnum, Lars Christiansen, við heiðursskjøldrinum Mynd: Polfoto Endaliga støðan 1. Danmark 2. Serbia 3. Kroatia 4. Spania 5. Makedonia 6. Slovenia 7. Týskland 8. Ungarn 9. Pólland 10. Ísland 11. Frakland 12. Svøríki 13. Noreg 14. Kekkia 15. Russland 16. Slovakia Toppskjúttarnir