mánadagur 30. januar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Anfield, Liverpool
Kenny Dalglish tosaði við stórum
bókstavum, tá Liverpool fyri eini
viku síðan tapti 3-1 móti Bolton.
Viðhaldsfólkini høvdu nærmast
mist mótið og tey flestu vildi hava
felagið at keypa nýggjar leikarar og
selja onkrar av teimum núverandi
leikarunum. Ein vika er tó long tíð
í fótbólti.
Mikukvøldið vann Liverpool seg
í Carling Cup finaluna við at vinna
samanlagt á Manchester City.
Leygardagin kom hitt Manchester
felagið, Manchester United, á vitjan
í FA Cup ørindum. Aftur hesa ferð
endaði Liverpool omaná í eini tætt
ari og spennandi uppgerð.
Brádliga er lagið er ikki so ring
hjá teimum reyðu á Merseyside.
Seinni dysturin hevur tó fingið eitt
keðiligt eftirspæl, sum botnar í eini
sak millum Luis Suarez og Patrice
Evra frá oktobur mánaði.
Trygdin í hásæti
Sjáldan hevur stemningurin verið
so spentur til tveir dystir í fjórða
umfari í FA Cup, sum leygardagin
tá Liverpool tók móti Manchester
United og Queen’s Park Rangers tók
móti Chelsea. Báðir dystirnir vóru
merktir av hvørsínum málið um
rasismu. Liverpool framherjin, Luis
Suarez, er framvegis leikbannaður
fyri at hava brúkt rasistiskan mál
burð móti Patrice Evra, meðan
Chelsea liðskiparin, John Terry, skal
í rættin mikudagin, skuldsettur fyri
at hava brúkt rasistiskan málburð
móti QPR miðverjanum, Anton
Ferdinand.
Undan dystinum millum London
liðini fekk Anton Ferdinand eina
drápshóttin sendandi við postinum.
Sum skilst, so lá ein patrón í bræv
inum. Spenti stemningurin gjørdi,
at løgreglan møtti mannsterk upp
til dystin.
Tað kom somuleiðis fram undan
dystinum, at ongin á QPR liðnum
vildi taka í hondina á John Terry,
tá leikararnir annars heilsa upp
á hvønn stutt fyri dystrarbyrjan.
Tí valdi enska fótbóltssambandið
í samráð við feløgini at strika
tann partin av mannagongdini til
hendan dystin.
Um eina viku bresta Manchester
United og Chelsea saman á Stamford
Bridge. So er spurningurin um Rio
Ferdinand, beiggi Anton Ferdinand,
er sinnaður at taka í hondina á
John Terry.
Chelsea vann sjálvan dystin við
einum málið upp á brotsspark, sum
Juan Mata skoraði. Sjálvt brots
sparkið var óalmindiliga bíligt og
Mark Hughes og hansara menn
vóru alt annað enn fegnir um av
gerðina.
Patrice Evra í
brennidepilinum
Longu
tíðliga
leygarmorgunin
vóru løgreglubilar at síggja kring
miðbýin í Liverpool. Serliga kring
Lime Street jarnbreytarstøðina,
har meginparturin av teimum 5.000
Manchester United áskoðarunum
vantandi
komu
við
toki
úr
Manchester.
Undan dystinum vóru øll eygu
vend móti Patrice Evra. Fraklend
ingurin á vinstra bakkinum er í
løtuni liðskipari hjá Manchester
United og hann fekk av at vita frá
Liverpool viðhaldsfólkunum. Tey
meta ikki, at hann hevur sagt sann
leikan í samband við rasismumálið.
Tey lótu ongan iva verða um, at tey
stuðla Luis Suarez.
Meginparturin av áskoðarunum
uppførdi seg pent og talan var í
nógvar mátar ein sunnan, men
kappingarkendan tóna. Tíverri so
eru tað altíð nøkur, sum ikki duga
at uppføra seg. Sjónvarpsmyndir
vístu millum annað ein Liverpool
viðhaldsmann, ið tóktist skapa sær
sum ein apa. Løgreglan í Liverpool
hevur havt ein 58-ára gamlan mann
til avhoyringar um málið.
Løgreglan veit somuleiðis at
siga, at 17 fólk fingu boð um at fara
av leikvøllinum áðrenn tíð fyri
vánaligan atburð.
United omaná,
Liverpool víðari
Sjálvur dysturin bleiv ongantíð
tann heilt stóra fótbóltsupplivingin.
Liverpool stillaði nakað verjukent
upp og hevði valt teir lokalu
dreingirnar framum. Tí var pláss
til bæði Martin Kelly og Jamie
Carragher í uppstillingini.
Sir Alex Ferguson valdi at byrja
inni við bæði Ryan Giggs og Paul
Scholes. Hetta helst fyri at hava
tvey høvd á vøllinum, sum hava
nógvar royndir av júst hesi upp
gerðini. Manchester United er
hinvegin uttan næstan eitt heilt
lið. Millum annað Wayne Rooney,
Tom Cleverley, Nani, Phil Jones og
Ashley Young vóru ikki við.
Gestirnir settu seg á spælið
Premier league
Avleveringsmeistarin Scholes
Paul Scholes hevði heilar 75 avleveringar í
fyrra hálvleiki í dystinum móti Liverpool. 73 av
teimum(97%) funnu ein viðleikara (Opta)
Gerrard skorar altíð móti Joe Hart
Liverpool liðskiparin hevur skotið trý brotsspørk
móti Joe Hart og hevur skorað øll (Opta)
Liverpool hevur upp á fýra dagar sligið bæði Manchester
liðini úr hvørsínari steypakapping. Bæði fjórða umfar í FA
Cup og hálvfinalurnar í Charling Cup gjørdust spennandi og
hendingaríkar, har rasisma tíverri aftur spældi ein leiklut
Liverpool - Ma