mánadagur 30. januar 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
tó uttan at skapa teir heilt stóru
møguleikarnar. Nærmastur var
Antonio Valencia, tá hann rakti
stongina.
Liverpool kom á odda um
miðjan fyrra hálvleik, tá David De
Gea ikki megnaði at koma út til
eitt hornaspark, sum Daniel Agger
kundi stúta í tóma málið.
Manchester
United
svaraði
aftur, tá Rafael legði innfyri til Ji-
Sung Park, ið smekkaði bóltin flatt
í málið.
Avgerðin kom ikki fyrr enn í
evstu løtu, tá Andy Carroll stút
aði eitt málspark víðari til Dirk
Kuyt. Arbeiðshesturin úr Holland
smekkaði til og skoraði sigurs
málið. Aftur her kundi David De
Gea møguliga havt vart fyri, men
størsta feilin í málinum átti Patrice
Evra, tí hesin ikki stóð rætt á vøll
inum. Roy Keane, viðmerkjari á
ITV og fyrrverandi Manchester
United liðskipari, metti tað vera illa
vart fyri hjá fraklendinginum. Jú,
Patrice Evra var veruliga í brenni
deplinum leygardagin.
Úrslitið merkir, at Liverpool er
víðari til fimta umfar har teir skulu
møta Brighton á Anfield.
Arsenal upp á hangandi hár
Tað sá einki út hjá Arsenal, tá
dómarin bríkslaði fyri hálvleiki
í dystinum ímóti Aston Villa.
Richard Dunne og Darren Bent
høvdu við hvørsínum málið lagt
Aston Villa á odda 2-0.
Arsenal
venjarin,
Arsene
Wenger, hevur verið fyri nógvum
ákoyringum
í
seinastuni
og
stemningurin var ikki góður í
hálvleikinum. Okkurt hevur frak
lendingurin tó sagt við sínar leik
arar í hálvleikinum, tí liðið var ikki
at kenna aftur til seinna hálvleik.
Fyrst minkaði Robin Van Persie
um munin upp á brotsspark, sum
Richard Dunne gjørdi móti Aaron
Ramsey. Tríggjar minuttir seinni
javnaði Theo Walcott og átta
minuttir eftir at Robin Van Persie
minkaði um munin, legði hann
Arsenal á odda við enn einum
brotssparki.
Liverpool og Cardiff
til Wembley
Týskvøldið og mikukvøldið vóru
seinnu hálvfinalurnar í Carling
Cup avgreiddar. Cardiff tók á
heimavølli móti Crystal Palace,
sum vann fyrra dystin 1-0. Tað kom
bara eitt mál í seinna dystinum.
Anthony Gardner var so óheppin
at stúta bóltin í egi mál.
Hálvfinlan mátti tí avgerast upp
á brotsspark, sum Cardiff vann.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2001,
at eitt lið úr næstbestu deildini er
komið í finaluna í Carling Cup. Tá
kom Birmingham í finaluna, men
tapti
eftir
brotssparkskapping
móti Liverpool.
Í Liverpool tosa tey mangan
um tann ótrúliga stemningin, ið
áskoðararnir kunnu skapa til teir
stóru dystirnar í Evropa. Tað er ein
sannroynd, at tað mangan er betri
lív í, tá dystir eru um kvøldið heldur
enn fyrr um dagin. Liverpool er
ikki við í Evropa í ár, so áskoð
ararnir mugu taka til takkar við
eini Carling Cup hálvfinalu móti
oddaliðnum í Premeir League.
Stemingurin var í allar mátar
í topp. Gestirnir høvdu fleiri
áskoðarar enn vanligt er, tá talan
er um Premier League dystir.
Hetta gjørdi at tað gjøgnum allan
dystin var ein sannur gangur frá
viðhaldsfólkunum
hjá
báðum
liðnum.
Dysturin endaði við einum 2-2
javnleiki, sum gjørdi, at Liverpool
vann samanlagt, tí teir vunnu fyrra
dystin 1-0. Sostatt skal Liverpool
fyri fyrstu ferð spæla á nýggja
Wembley.
trondur@sosialurin.fo
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester City
22
17
3
2
60-18
54
2
Manchester United
22
16
3
3
54-21
51
3
Tottenham
22
14
4
4
41-24
46
4
Chelsea
22
12
5
5
40-25
41
5
Arsenal
22
11
3
8
39-33
36
6
Newcastle
22
10
6
6
32-30
36
7
Liverpool
22
9
8
5
25-21
35
8
Stoke
22
8
6
8
23-33
30
9
Norwich
22
7
8
7
32-36
29
10 Sunderland
22
7
6
9
29-24
27
11 Aston Villa
22
6
9
7
26-29
27
12 Fulham
22
6
8
8
28-31
26
13 Swansea
22
6
8
8
23-27
26
14 Everton
22
7
5
10
22-26
26
15 West Bromwich
22
7
4
11
22-31
25
16 Queens Park Rangers
22
5
5
12
22-37
20
17 Bolton
22
6
1
15
28-47
19
18 Blackburn
22
4
6
12
33-45
18
19 Wolverhampton
22
4
6
12
25-40
18
20 Wigan
22
3
6
13
19-45
15
Premier league
Arsenal ræðandi í FA Cup
Arsenal hevur ikki tapa á heimavøll í FA Cup
í 33 dystum á rað. Tað er nýtt met
(Opta)
Sterk Arsenal verja
Hetta er fyrstu ferð síðani 2003, at Arsenal letur meir enn eitt mál inn
í einm heimadysti í FA Cup. Seinasta liðið, ið gjørdi tað var Chelsea
(Opta)
nchester 2-0