Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Fríggjadagin í síðstu viku spældi næstbesta liðið hjá H71 seinnu hálvfinalu í steypakappingini ímóti KÍF, og eftir at hava tapt tepurt við einum máli í fyrru hálvfinaluni, eydnaðist tað heldur óvæntað næstbesta liðnum hjá H71 at senda greiða oddaliðið í landskappingini út úr kappingini. Eitt satt bragd, má sigast, men nú vil KÍF vera við, at sigurin ikki fór fram á rættan hátt, tí at H71 nýtti ein ólógligan leikara. Ivamálið er málmaðurin Í seinni hálvfinaluni, sum varð spæld í Hoyvíkshøllini fríggja­ kvøld­ið í síðstu viku, var tað 21 ára gamli Hanus Andrias Kristiansen, sum byrjaði í H71-málinum. Hann spældi tó ikki longri enn eitt korter, tá ið ein blaðungur og seinni stór­ spælandi Tóraldir Kollsker kom á vøllin. Hóast Hanus at kalla onga ávirkan hevði á úrslitið í dystinum, so hevur Jan Ottosen, venjari hjá KÍF, snikkað eina klagu til, undir­ skrivað nevndin í felagnum, til HSF, har teir vilja vera við, at Hanus Andrias Kristiansen ikki lýkur krøvini fyri tað aldursmark, ið er sett fyri at ein leikari kann flyta frá besta- og niður á næstbesta liðið. Grundgevingarnar hjá Jan Ottosen og KÍF síggjast í endur­ prent­ingini av klaguni, sum er við­ heft hesi greinini. Avleiðing av reglunum Í hondbólti er tað einum felagi loyvt at hava fleiri lið tilmeldað í steypa­kappingini. Soleiðis er tað ikki í øðrum ítróttargreinum, eitt nú fót­bólti. Spurdur, um hann metir regluverkið vera orsøkina til, at leikarar flyta á slíkan hátt ímillum besta- og næstbesta liðið, og at óhepna støðan er ein avleiðing av tí sama, er Jan púra avgjørdur. – Tað er tað heilt greitt, at tað er. Føroyar er tað einasta landið í Heiminum, har tað er loyvt at hava tvey lið við í steypakappingini, sigur Jan Ottosen. Ósamdir hoyvíkingar Vit hava í morgun havt samband við nevndina í H71 hesum málinum viðvíkjandi, men hiðani koma ikki fleiri viðmerkingar, enn tær, ið tey vísa til á heimasíðu felagsins. – H71 vil við hesum boða frá, at vit hava fylgt øllum galdandi kappingarreglum hjá HSF. Nevndin í H71 er sannførd um, at vit á ongan hátt hava forbrotið okk­um inn á nakrar kapp­ingar­ reglar, og eiga tí erliga og reiðiliga eitt av tveim­um plássum í Coca Cola-steypa­ final­uni, skrivar nevndin í H71. Málið liggur nú hjá HSF, og má avgerð helst koma haðani inn­an ov long tíð er gingin, tí nú eru færri enn tvær vikur til finalan skal spæl­ ast. Hon v e r ð ­u r spæld 11. februar í høll­ ini á Hálsi í Havn. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Bróðurparturin av manningini, sum nú skal lyfta stoltleikan hjá Havnar Róðrarfelagi, róðu síðsta kapp­ingarár við Argjabátinum. – Vit vóru komnir hartil, at vit høvdu vunnið FM-heitið í 8-manna­ farsróðrinum, og nú vildu rógv­ ararnir strembað eftir nøkrum hægri. Og tað er 10-mannafarið, sum er besta deildin innanfyri róður. Tað er altíð ynski hjá rógvarum at rógva við 10-mannafari, og nú fingu møguleikan at manna nýggja bátin hjá Havnar Róðrarfelag, siga teir við heimasíðuna hjá Havnar Róðrar­ felag. Teir tíggju, sum væntandi skulu manna Havnarbátin, eru Hans Karl Jacobsen, Rúni Jacobsen, Ellendur Ólavsson Lydersen, Ólavur Jacobsen, Bergur Lützen, Ragnar Hansen, Jákup Steffansson, Jón Holm, Kenneth Jacobsen og Eivind Rein Dahl. albinus@sosialurin.fo Havnarbáturin aftur mannaður Kappróður Havnarbáturin, sum ikki hevur verið mannaður síðani 2008, verður nú aftur mannaður til at rógva kapp í ár Bjóða av á skrivaraborðinum: KÍF hevur kært H71 Hondbóltur KÍF hevur sent klagu til HSF og vil vera við, at H71 nýtti ólógligan leikara í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. Teir skulu tveitast úr kappingini og lata KÍF taka finaluplássið, siga teir í KÍF. H71 vísir hesi ákæruni aftur og vísir á, at felagið hevur fylgt øllum spælireglum HSF's Kollafjørður, 28.01.2012 Protest Protest af KÍF over H71’s brug af målmand Hanus Kristiansen for H71’s 1. deild i anden semifinale kamp i Coca Cola-turneringen. Hanus Kristiansen spillede for H71’s AA hold i den første semifinale i Coca Cola-turneringen mod Neistin, og da han er over den tilladte aldersgrænse, hvor spillere kan deltage på flere hold, skal han efter reglerne sidde over i en runde for at kunne deltage for en af klubbens andre hold i Coca Cola- turneringen. Det har han ikke gjort, da han deltog i den første semifinale runde for det ene hold, og i den anden semifinale runde for det andet hold. Yder mere var han også inde i H71’s kvartfinale mod VÌF i Vestmanna, og det gør at han faktisk skal sidde over i 2 kampe for at kunne deltage på det andet hold, da han har spillet to kampe for H71’s AA hold i Coca Cola-turneringen. Da H71 havde to hold i semifinalerne, et hold i hver, tænkte de at spille den ene kamp før den anden og så i dette tilfælde lade Hanus Kristiansen sidde over i den første kamp af anden runde af semifinale kampene. Men i dette her tilfælde er det ligegyldigt om kampene spilles forskellige dage. Her er det den samme runde, der er tale om, og derfor var han ikke lovlig i den anden semifinale kamp mod KÍF fredag den 27. januar, da han stadigvæk ikke har siddet over i en runde, efter at have spillet for deres AA-hold i den første semifinale, altså i runden før. Hvis der ikke gribes ind overfor dette, så er det jo også tilladt for H71’s 1. deild at bruge de resterende spillere fra AA holdet i en potentiel finale, fordi de har nu siddet over i den semifinale mod KÍF. Derfor anmoder KÍF om, at H71’s 1.deild hold bliver frataget deres sejr og dømt som taber af den anden semifinalekamp mod KÍF í Coca Cola-turneringen pga. brug af ulovlig spiller. Med venlig og fair play hilsner Jan Ottosen KÌF Robert Poulsen Formaður KÍF