mánadagur 30. januar 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
33
Kjak
Her fyri var Annika Ols
en,
landsstyriskvinna,
frammi í miðlunum, við
gleðitíðindum um at pen
sjonistar skuldu fáa eitt
hægri útgjald. Hesi tíðindi
eru ikki sonn. Veruleikin
er ein skattahækking og
minni av tøkum peningi,
hjá fíggjarliga veikastu
pensjonistum okkara.
Ein góður vinmaður
hjá mær, sum er vorðin
fólkapensjonistur, heitti á
meg um at hjálpa sær við
útrokningini av hansara
støðu, tí hann fekk ikki
roknistykkið hjá Anniku
at samsvara við hansara
egnu
útrokningar.
Nú
eri eg ikki grannskoðari,
men skjótt gjørdist greitt
at hesin góði pensjonistur
hevði fatur á rætta end
anum og Annika Olsen
hevði pella, ella pynta seg
við vakrari fjaðrum, enn
ráðiligt er.
Uppgerðin hjá hesum
pensjonisti, sum er stakur
og einans hevur almennu
pensjónina at liva av,
sær soleiðis út: Sí rokni
stykki.
Hyggja vit at enda
tølunum aftaná skatt, so
er roknistykkið ikki til
fyrimuns fyri pensjon
istin. Niðurstøðan fyri teir
pensjonistar sum einans
hava
fólkapensjón
og
samhaldsfasta at lívbjarga
sær við er, eitt minus á 37
kr um mánaðin. Hettar
tí at ein skattahækking á
157 kr um mánaðin, etur
upp tær 120 kr, sum sam
haldsfasti hækkar.
Tá er vert at leggja
afturat
at
gjaldið
til
heilsutrygd hækkar 20
kr, so eitt mánaðarligt
minus á 57 kr, er tað sum
pensjonisturin hevur eftir
tá sokallaði skattalættin
er vorðin veruleiki. Tá
eru hækkingin av egin
gjaldinum til heilvág ikki
íroknað.
So fyri fyrstu ferð í
eitt mannaminni, hev
ur ultrasamgongan við
Anniku Olsen og fólka
flokkinum á odda, megn
að at hækka skattin og
lækka tøka peningin hjá
pensjonistunum, og tað
kann ikki metast sum
nakað bragd. Uppaftur
minni bragd, at royna at
pynta seg við tí øvugta!
Samgongan
hækkar skattin
hjá pensjonist
unum!
Páll á Reynatúgvu
løgtingsmaður
”Haldi hann leypur elegant
um íløgu- og rakstrarveru
leikarnar hjá vinnulívinum
og upparbeiddu vitanina,
hesir hava framt! Men tað
er onki óvanligt, her hevur
verið skorðað undir frá so
mongum.”
Soleiðis sigur Jógvan við
keldu til fyrru grein mína.
Satt er, at eg ikki kendi tørv
á at viðgera neyðugur íløgur
og rakstur hjá vinnuni. Hetta
heilt einkult, tí at hetta eru
flest øll greið yvir.
Víðari hugleiðir Jógvan
við Keldu:
”t.d. at nevna frálíku bøk
urnar og frásagnir um dyggu
vinnulívsmennirnar
John
Dam og Eiler Jacobsen, sum
vísa, hvussu stutt tíð er frá
tindi til botns og samstundis
langa teinin frá hædd til lagd.
– Hetta er sanniliga ikki “bara
kenslur”, men veruleiki!”
Nú nevnir Jógvan við Keldu
tveir vinnulívsmenn. Latum
okkum hyggja at Eiler Jacob
sen. Eiler Jacobsen megnaði
at byggja eitt stórt og sterkt
reiðarí upp. Hetta gjørdi
hann, við blóð sveitta og
tárum. Sanniliga kann tað
føroyska samfelagið takka
Eiler Jacobsen fyri sítt megn
ar avrik, og tað virðisøking,
sum hann hevur skapt á
Føroya landið. Men tá Eiler
Jacobsen seldi sítt virksemi
víðari til aðrar at taka yvir,
uppstóð ein trupulleiki.
Jógvan við Keldu bíður
okkum virða tær milliarda
íløgur og satsningar sum
vinnulívið fremur. Eg má
spyrja Jógvan við Keldu:
Hvør, er tað sum finst at
milliarda íløgum? Hvør er
tað, sum finst at satsningar
vera gjørdir? Um Jógvan við
Keldu, hevði kunna upplýst
meg við konkretum dømum,
so takið eg ímóti tí og vil
viðgerða tað.
Aftur til Eiler Jacobsen.
Tað er eingin loyna at við
søluni varð partur av prísin
um fyri fiskiloyvi. Hvussu
nógv eyka tað var, havi eg ikki
helit skil fyri. Men at veiði
loyvi, sum er givið ókeypis,
skal sjálvandi, eftir røttum
logikki og samfelagssinni,
jú
latast
aftur
ókeypis.
Hesin logikkur fylgir øllum.
Nevnast kann at sjálvt tey,
sum fiska síl í áum, skulu
keypa sær eitt fiskiloyvi.
Hvat hevði hent um tey seldu
víðari veit eg ikki.
Fyri tað at vinnulívsfólk
hava satsa stórar upphæddir,
gevur tað ikki viðkomandi
moralskan rætt (hóast hann
hevur lógligan rætt í Føroy
um) til at selja tað, sum
viðkomandi hevur fingið
ókeypis. Og tað er so slettis
ikki at virða vinnuna. Tey sum
koma aftaná , hava ikki nær
námind líka góðar umstøður,
sum tey skulu keypa frá.
Hetta er at vanvirða vinnuna.
Úrslitið sæst eisini. Skuldin í
fiskiflotanum er vaksin, og
tað enntá í góðum tíðum.
Tey, sum skulu bera vinnuna
víðari fáa tað nógv tyngri
við avdráttum og rentum, tí
at tey eru noydd til at keypa
fiskiloyvi.
Vandamikil kós
Jógvan við Keldu endar
sítt aftursvar við hesum:
”at tað ikki er so “farligt”, at
landskassin tekur tilfeingis
gjald umframt skatt og onn
ur avgjøld, “bara teir taka frá
øllum”, sum onkuntið verður
sagt, er hetta vandamikil kós!”
Mær lystir at vita hví tað er
eina vandakós at taka frá
øllum, og hví at tilfeingisgjald
er ein vandakós?
Í núverandi støðu hevur
fiskivinnan í Føroyum hesar
treytir
Fiskiloyvir skulu keypast
via fiskiskip = eyka útreiðsla
til keyparar, og eyka vinn
ingur til seljarar
Ikki øll fáa líka dagar,
summi fáa ov nógvar og
summi fáa ov fáar, við tí
úrslitið at summi fáa eyka
inntøku, og summi eyka
útreiðslu
Eyka skattur til fiskifør 2.
árið á rað, sum hava inntøku
yvir eitt ávíst
Landstýrisfólki
avgerð,
hvør fær fiskiloyvir og dagar,
ikki
marknaðarkreftirnar,
sum høvdu skapt tann idella
prísin, hvat so enn hann er
Um hetta er at virða vinn
una, og geva øllum vinnu
lívsfólkum líkarætt, so skilji
eg einki. Um Jógvan við
Keldu vil at eg skal virða
vinnuna á hendan hátt, so
takkið eg nei.
Eg vil vinnuni bestu um
støður, tí at fær hon bestu
umstøður, kryddað við einum
sindri av sunnum eftirlitið,
so fær alt samfelagið gagn
av vinnuni. Undir núverandi
umstøðum hava vit ikki
hetta.
Latum okkum virða vinnuna 2
Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðislesandi
Skuffandi
og
ovurhonds
sjokkerandi var tað hjá mær,
sum handilsskúlanæmingur,
at sita niðri í Løgtinginum
í dag og lurta eftir teimum
monnum, sum skulu eitast
at stýra mínum landi.
Eg kom oman í Løgtingið
í dag, spentur og glaður, at
síggja tær stóru stjørnurnar
í landinum ‘face to face’,
viðgera eitt áhugavert mál
sum okkara ikki-so-vælfun
gerandi fíggjarlóg, men hvat
møtir mær? Ein hópur av
stórum barnagarðsbørnum,
sum ikki duga tann grund
leggjandi
fólkaskikkin,
at man tigur tá ein annar
tosar. Og so at vera so
formellur at biðja umskylda
til “Harra Formann”, tí man
gloymdi at siga eftirnavnið
á tí persóninum, sum tosaði
beint frammanundan, meðan
meir enn helvtin í salinum
antin tosar í telefon, situr
á Facebook og líka dámar
myndina hjá Jens Hansen
ella
fortelur
eina
góða.
Komin niðan í skúlan aftur,
uppøstur og í sjokk, fái eg
so at vita, at hetta er vanliga
mannagongdin niðri í Sirkus
Tinganes. Hvat nyttar tað hjá
mær, sum vanligur palleba, at
velja slíkar menn og kvinnur
inn á ting, og at stemma
fyri og ímóti flatskatti, um
allir
mínir
skattapengar
verða brúktir til at gjalda
flottar iPhone’ir allíkavæl??
Høvdu tingfólkini so gjørt
seg fortjent at fingið flottar
iPads forerandi! Nei, vit
skuldu bara lænt meir frá
stórusystrini, Danmark, og
so eisini hækkað skattin og
prísin á mjólkarpakkunum
eftirsum vit eru so væl
ígongd! Og til tey sum ikki
skilja ironi, so varð hasin
síðsti setningurin sagdur í
størsta speisemi.
Eg var á vali fyri sindur
meir enn 2 mánaðum síðani
fyri fyrstu ferð, men aftan á
tað eg sá í dag, er sikkurt, at
mín næsta stemma skal vera
so spegilsblank! Eg veit eisini,
at eg ikki eri einasti unglingi
her á landi sum hugsar hesar
tankar.
Til 2. viðgerð í Barnagarðinum
Jósva Debes