Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. januar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. januar 2012 · Nr. 13 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var rættiligur X-Factor hýr­ur á Hvonn leygarkvøldið. Rás2 sendi Hvonn Live, og gest­ir í sendingini vóru mill­ um annað X-Factor lut­takar­ ar­nir Sveinur Gaard Ol­sen og Kristel Lisberg. Tey bæði er við í nýggju X-Factor kapp­ ing­ini í Danmark og hava higar­til staðið seg sera væl. Hvonn var stappað við fólki, sum vóru komin at fylg­ja við sendingini, og lagið var gott. Sveinur og Kristel greiddu frá sínum upplivingum í X-Factor, og tey sungu eisini live fyri teimum mongu fólku­num. Tað komu tey væl frá, og spennandi verð­ ur nú at síggja, um Kristel og Sveinur megna at syng­ja seg til live-showini í X-Fact­or. Tann avgerðin fellir fríggja­ kvøldið. Døming og stoltleiki Aðrir gestir vóru eisini við í Hvonn Live hesaferð. Al­ tjóða hond­bólts­dómar­ar­nir Andreas F. Hansen og Eyðun Samuel­sen løgdu leið­ina fram við og greiddu frá um døm­ing í europeiskum dyst­ um. Malan Eyðunsdóttir og Fróði Vestergaard kjakaðust um týdningin av eini stórari før­oyskari tónleikakapping. Ole Wich, listamaður, segði sína hugsan um, hvat tjóð­skap­arligur stoltleiki kann merkja fyri tónleik og list, og 15 ára gamli Ari Daniel­sen sang tveir sangir hjá sær live. Myndir: Álvur Haraldsen X-Factor hýrur á Hvonn Leygarkvøldið vitjaðu nýggju føroysku X-Factor stjørnurnar á Hvonn, haðani Rás2 sendi Hvonn Live sending. Hvonn var stappað við fólki, sum vildu síggja og hoyra Kristel og Sveinur tosa og syngja Rannvá Gaard Fossaberg og Eyðun Klakstein, vertir í Hvonn Live Nógv fólk vóru á Hvonn og fylgdu sendingini Kristel Lisberg greiddi frá upplivingum í X-Factor Fróði Vestergaard tosaði um føroyska tónleikakapping Kristel og Sveinur tosaðu um, hvat tey hav fingið burtur úr X-Factor higartil