Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Umleið 2200 børn í Havn eru rakt av verkfallinum hjá Føroya Pedagogfelag. Verk­fallið rakar vøggu­stov­ ur, barna­garð­ar og frí­tíð­ar­ skúl­ar, og talan er um einar 1900 peda­gog­ar, sum vórðu ver­andi heima frá í gjár at rokna. Men tað eru eisini børn, sum verða ansað undir verk­fall­i­num. Hetta er børn, sum eru í dagrøkt, har dagrøktarmammurnar eru limir í Starvs­manna­felag­ num, ella í summum fáum førum eru limir hjá Føroya Ar­beiðara­felag. - Men dagrøkt er í støðug­ ari minking, tí plássini á stovn­unum gerast fleiri og fleiri, og í dag verða einans eini 40 børn ansa í dagrøktini, sig­ur Heðin Mortensen. Foreldur, um orsakað av verk­falli­num ikki fáa síni børn ansað, skulu kortini gjal­da ansingargjald fyribils. - Hyggja vit aftur til 2006, tá ansingarøkið eisini varð rakt, so valdu vit tá at síggja tíð­ina ann. Tað er eitt stórt og umfatandi umsitingarligt inn­triv, um foreldrini skulu fáa endurgjald fyri nakrar heilt fáar dagar, sigur Heðin Morten­sen. Hann vísir á, at foreldur held­ur ikki fáa endurgjald, um børnini eru sjúk og har­ við heima, ella fyri summar­ frí­tíð­ina. - Men sjálvandi, verður tal­an um eitt drúgt verkfall, fara vit at taka málið upp í býráðnum, sigur Heðin Morten­sen. Talan er um eitt stað mill­ um 600 og 700 pedagogar, sum starvast hjá Tórshavnar kommu­nu, og sum nú eru í verk­falli. - Umframt pedagogarnar á vøggu­stovum, barnagørðum og frítíðarskúlum eru eisini peda­gog­ar á ung­dóms­hús­ um, eitt nú Klubb 188 og Mar­gar­i­n­fa­brikk­in, um­ framt innan um­si­t­in­g­ina av børnum og ungum, sig­u­r Heð­in Morten­sen. Borgarstjórin í Havn er for­maður í Kommunala Arbeiðs­gevara­felagnum, sum í gjár sendi út eina fráboðan har víst verður á, at tað er ikki rætt, at Føroya Pedagogfelag ong­ar sersømdir fingu við í sem- ings­upp­skotið. - Vit hava higartil einki svar fingið upp á áheitanina á Føroya Pedagogfelag, um at koma aftur til sam­ráð­ ingarborðið. Men vit eru til reiðar at taka sátt­mála­ting­ ing­arnar upp aftur, sigur Heðin Mortensen sum held­ur, at neyðugt verður hjá báðum pørtum at geva seg nakað. Men borgarstjórin heldur kort­ini, at tað skuldi borið til at funni eina semju. - Tað er so mikið lítið, sum skilir partarnar, sigur Heðin Morten­sen. Tórshavnar komuna sparir nógvar pengar, so leingi sum ansingarstovnarnir standa tómir Fyribils for­eldra­gjald meðan verkfall er - Sjálvandi skulu borgarar ikki gjalda fyri eina tænastu, teir ikki fáa, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, nú Føroya Pedagogfelag er farið í verkfall, men verður talan bert um fáar dagar, verður foreldragjaldið ikki ávirkað Leo Poulsen Føroya Pedagogfelag er farið í verkfall, tí felagið vildi ikki góð­taka eina lønarhækking á 220 krónur um mánaðin. Men fyri kommunukassan hjá Tórshavnar kommunu er hetta langt frá nøkur van­ lukka. Sambært Heðini Morten­ sen, borgarstjóra, er talið av pedagogum í verkfalli í kommununi eitt stað mill­ um 600 og 700. Brúka vit hægra talið merkir hetta eina økta lønarútreiðslu fyri kommununa á 154.000 krón­ ur um mánaðin, ella 1,848 milliónir upp á ársbasis. Samstundis upplýsir borgar­stjórin í Havn, at verk­ fall­ið merkir eina minni út­ reiðsl­u hjá kommununi upp á millum 350.000 og 400.000 krón­ur um dagin. Tað merkir, at Føroya Ped­agog­felag bert skal verða í verkfalli í eina viku fyri at hava brúkt lønarhækkingina fyri eitt heilt ár. Nú er tað kortini ikki vist, at tað fer at merkjast so væl fyri limirnar, tí roknast má við, at Pedagogfelagið fer at gjalda sínum limum úr ver­k­ fals­kassa­num. Men, sum enska orðafelli sigur, »Something’s got to Give«, og uttan mun til, um tað verður felagið ella lim­ ir­nir, sum skulu standa við fíggj­ar­liga smeitinum, hevur Tór­s­havn­ar kommuna sakt­ ans ráð til eina lønar­hækk­ ing. Tað tekur nevnilga bert ein fyrrapart at spara inn aftur uppskotnu lønar­ hækk­ing­ina á 220 krónur um mánaðin. - Sjálvandi verða ávís­ ar útreiðslur, sum vit ikki sleppa undan hóast verk­ fall er. Eitt nú skulu stovn­ ar­nir haldast heitir og um­ sjónar­fólk eru til arbeiðis, men tað er ein sannroynd, at kommunukassin spar­ir millum 350.000 og 400.000 krón­ur í minni lønar­út­ reiðsl­um um dagin so leingi, verk­fallið varar, sigur Heðin Mortensen, borgar­stjóri. Havnin sparir tvær milliónir um vikuna Reint fíggjarliga er verkfallið hjá pedagogunum eingin vanlukka fyri Tórshavnar kommunu. Býráðskassin sparin millum 350.000 og 400.000 krónur um dagin verkfall Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sparir tvær millónir um vikuna so leingi verkfallið varar