mikudagur 1. februar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vildu ikki
selja seg fyri
220 krónur
um mánaðin
HUGSJÓNIR OG PENGAR Vit vildu heldur halda
fast um okkara hugsjónir enn at fáa eina láturliga
lønarhækking, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum
Áki Bertholdsen
– Vit vildu ikki selja okkara
hugsjónir afturfyri at fáa
eina
lønarhækking,
sum
ikki kann kallast annað enn
láturlig.
Tað er orsøkin til, at
Starvsmannafelagið í gjár
tók ta óvanligu støðu at vísa
eini lønarhækking frá sær,
sigur Selma Ellingsgaard,
forkvinna.
Tað var ikki fyrrenn í gjár,
at Starvsmannafelagið tók
eina endaliga støðu til sem
ingsuppskotið, sum varð lagt
fyri tey mikunáttina.
Úrslitið var, at felagið
vildi ikki góðtaka semings
uppskotið.
Undir slíkum umstøðum
er vanligt at fara í verkfall.
Men tað fór Starvsmanna
felagið heldur ikki.
Ístaðin samdust tey við
Fíggjarmálaráðið
um
at
longja sáttmálan eitt ár, til 1.
oktober í ár.
Undir ongum
umstøðum
Hetta merkir, at longu í heyst
skal
Starvsmannafelagið
aftur til samráðingar við ar
beiðsgevaran um ein nýggjan
sáttmála.
Orsøkin hesa sermerktu
støðuna er tann, at Starvs
mannafelagið vildi ikki upp
á nakran máta góðtaka tað
hugsjón, at skattaskipanin
verður tengt upp í sáttmála
samráðingarnar.
– Tað var annars endamálið
hjá Fíggjarmálið at tengja
flatskattaskipanina upp í
sáttmálasamráðingarnar,
staðfestir forkvinnan.
Tí varð endaliga úrslitið av
samráðingunum eisini tann,
at ymsir lønarbólkar skuldi
fáa ymsa lønarhækking, so
at tær hægru lønirnar fingu
lítla ella onga lønarhækking,
tí tær fóru at fáa størri ágóða
av flatskattinum.
– Men hetta er ein hugsjón,
sum vit ikki góðtaka og sum
vit undir ongum umstøðum
vilja vera við til at knæseta,
sigur Selma Ellingsgaard.
Lønarbólkurin, sum all
arflestu limirnir í Starvs
mannafelagnum eru í, skuldu
fáa eina lønarhækking upp á
220 krónur um mánaðin.
– Vit vildu ikki selja okk
ara hugsjónir fyri eina látur
liga lønarhækking upp á 220
krónur um mánaðin.
– Eftir at hava ráðført
okkum við okkara álitisfólk,
gjørdi ein samd nevnd í
Starvsmannafelagnum av at
vraka semingsuppskotið.
Tora væl
Men kortini gjørdi Starvs
mannafelagið av at longja sátt
málan eitt ár, til 1. oktober í ár,
men við ongari lønarhækking.
Men hóast vit onga lønar
hækking fáa, fingu vit kortini
onkrar batar í sáttmálan,
sum hava stóran týdning fyri
okkum, eitt nú í sambandi
við førleikamenning. Sam
stundis verða tey, sum hava
tikið yrkisútbúgving sum
skrivstovufólk, flutt í hægri
lønarflokk.
Men hví tóku tit so ikki
bardagan beinanvegin? Hvør
fyrimunur er at útseta tað til
í heyst?
– Tað er ikki tí at vit ikki
tora í verkfall, men í hesum
føri mettu vit ikki at tíðin var
búgvin til at fara í verkfall,
sum støðan er nú.
– Og tann, sum fer í verk
fall, skal eisini gera semju
fyrr ella seinni og vit meta
ikki, at nakað er at vinna við
einum verkfalli beint nú.
– Ein lønarhøkking upp á
220 krónur um mánaðin er
so lág, at vit mettu ikki at tað
var vert at fara í verkfall fyri
at fáa eitt lítið sindur upp á
tað afturat.
– Hinvegin hava vit fing
ið nøkur serkrøv við í sátt
málan, sum vit hava stríðst
fyri í fleiri ár.
– Tí gjørdu vit av, at
bardagin skuldi ikki tak
ast nú, sigur Selma Ellings
gaard.
Fer at hjálpa
Hon sigur, at tíðin til sam
ráðingar verða aftur í heyst
skal brúkast til at sannføra
politiska myndugleikan um
álvarsemi í at flætta skatta
politikkin upp á lønarsam
ráðingarnar.
Tíðin skal eisini brúkast
til at sannføra politiskan
myndugleikan um, hvussu
skeivur
skattapolitikkurin
er, har tey lágløntu fáa lítið
og onki í tey háløntu fáa alt.
Forkvinnan
í
Starvs
mannafelagnum.
Hon ivast ikki í, at tey
hava ein veruligan møguleika
at ávirka støðuna.
Hví halda tit, at tit kunnu
ávirka nú, tí tit mótmælt,
áðrenn flatskatturin varð
samtyktur, men tað var alt
til onga nyttu.
– Tað er ikki fyrrenn nú, at
avleiðingin av flatskattinum
verður gjørdur ítøkiligur við
tað, at fólk hava fingið sína
fyrstu løn eftir nýggju skip
anini.
– Í hesum sambandi hevur
ein limur hjá okkum við ein
løn, sum er yvir miðal, víst
okkum á, at hann hevði 89
krónur meiri eftir av hesari
lønini enn hann hevði av
desember-lønini.
Selma Ellingsgaard ivast
ikki í, at politiski myndug
leikin fer at ásanna hetta til
samráðingarnar í heyst.
– Og tá ið samráðingarnar
verða aftur í heyst, verður
kravið sjálvandi, at lønin
skal hækka, staðfestir Selma
Ellingsgaard.
aki@sosialurin.fo
Standa fast
– Vit vóru samd um at vísa lønarhækkingina frá okkum og tað er ein
avgerð, vit standa við. Men í heyst fara vit at krevja lønarhækking,
sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum
Tað er ikki tí at vit
ikki tora í verkfall
Tí gjørdu
vit av, at
bardagin
skuldi ikki
takast nú
Orsøkin hesa sermerktu støðuna
er tann, at Starvsmannafelagið vildi
ikki upp á nakran máta góðtaka tað
hugsjón, at skattaskipanin verður
tengt upp í sáttmálasamráðingarnar