mikudagur 1. februar 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Í síðstu viku gjørdi Fiski
veiðieftirlitið av at taka fiski
loyvi frá tveimum partrolar
um, sum landaðu í Suðuroy.
Skipini missa loyvi at fara
til fiskiskap í 10 dagar, sum
í hesum førinum var sektin
fyri, at tey høvdu alt ov
nógvan ungfisk uppi í veið
ini.
Fólk av vaktar-og bjarg
ingarskipinum Brimli møttu
upp klokkan 06 á morgni at
kanna veiðina hjá skipunum.
- Kanningin vísti, at onkr
an dag vóru fleiri enn 50%
av veiðini upsi undir 55
sentimetrar, har hægst loyv
da markið er 30% í tali.
Fiskiveiðieftirlitið sigur,
at skipini høvdu verið úti
í sjey dagar, og høvdu tey í
ávikavist tveir og tríggjar
dagar veiði, har fleiri enn
30% av veiðini var ungfiskur.
Staðfestingin av, at par
trolararnir høvdu so nógvan
ungfisk í lastini, førdi eisini
til, at Fiskiveiðieftirlitið av
gjørdi at steingja eitt øki í
eystara kanti av Sandoyar
bankanum fyri trolveiði.
Fráboðanarskylda
Sambært kunngerð kunnu
skip, sum ikki boða frá, tá ov
nógvur ungfiskur er uppi í
veiðini, missa fiskiloyvi.
Fiskiveiðieftirlitið
vísir
í hesum sambandi til grein
1, stk. 1 í kunngerð nr. 56 frá
26. mars í 1993, sum sigur,
at ”skiparar á fiskiførum, ið
reka fiskiskap á landleiðini,
hava skyldu til alt fyri eitt
at boða Vaktar- og Bjarging
artænastuni frá, um so er,
at íblandingin av ungfiski í
veiðu teirra av ávísum fiska
sløgum er størri enn tað
hámark, ið ásett verður sam
bært reglunum um heiti ung
fiskur og hámark fyri íbland
ing av ungfiski...”
- Tað kemur alt ov ofta
fyri, at skip ikki boða frá,
at tey hava fingið ov stórt
íbland av ungfiski, fyrr
enn nógvar tímar og upp í
samdøgur eftir, at skipið hev
ur hálað, liðugt er at draga –
ella, tá talan er um snellu, tá
liðugt er at fiska tann dagin,
sigur Fiskiveiðieftirlitið.
Fara at gera bart
Fiskiveiðieftirlitið
hevur
heimild at taka aftur fiski
loyvið, um skip bróta reglur
nar um vernd av ungfiski.
- Vit fara tí framyvir at
taka aftur fiskiloyvi frá skip
um, sum ikki halda reglur
nar um alt fyri eitt at boða
eftirlitinum frá, um íbland
ingin av ungfiski av ávísum
fiskasløgum er størri enn
loyvda hámarkið.
Fiskiveiðieftirlitið
vísir
á, at fráboðanir um ungfisk
skulu sendast á vakt@fve.fo,
brimil@fve.fo og tjaldrid@
fve.fo
Eingi skipanøvn
Tá skip ella bátar verða
tikin fyri ólógliga veiði, er
vanligt, at upplýst verður,
hvørji fiskifør talan er um.
Men tá Sosialurin í morgun
fregnaðist, um Fiskiveiði
eftirlitið vildi upplýsa, hvørj
ir partrolararnir í Suðuroy
eru, sum herfyri mistu fiski
loyvi í 10 dagar, vildu tey ikki
upplýsa nøvnini á skipunum.
Í Suðuroy eru ikki so nógv
partrolarapør, og suðuroy
ingar vita ivaleyst, hvørji
skip hava ligið hesar seinastu
dagarnar.
vilmund@sosialurin.fo
Fiskiloyvi upp á spæl
við ov nógvum ungfiski
Á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum verður víst á, at skip kunnu missa fiskiloyvi, um
tey ikki lata hoyra frá sær, tá ov nógvur ungfiskur er uppi í veiðini. - Vit fara at taka aftur
fiskiloyvi frá skipum, sum ikki halda reglurnar um alt fyri eitt at boða eftirlitinum frá, tá
íblandingin av ungfiski er størri enn loyvda hámarkið, sigur Fiskiveiðieftirlitið
tað kemur alt ov ofta
fyri, at skip ikki boða
frá, at tey hava fingið ov
stórt íbland av ungfiski
FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ
Tað var í síðstu viku, at fólk av Brimli kannaðu tveir
partrolarar í Suðuroy og staðfestu, at íblandingin
av ungfiski var alt ov stór. Tí hava hesi skip nú mist
fiskiloyvi í 10 dagar. Eftirlitið sigur, at tey fara at
taka fiskiloyvi frá skipum, sum ikki halda seg til
ásetingarnar um ungfisk og fráboðanarskyldu