mikudagur 1. februar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í morgin, 2. februar ella á
kyndilsmessu, verður Todi
Jónsson 40 ár. Hann er tann
føroyingurin, ið hevur rokkið
glæsiligastu úrslitunum sum
fótbóltsspælari.
Í
skreyti
og gulli var úrtøkan trý DM
og tveir steypasigrar og eitt
silvurmerki í norsku lands
kappingini við Start, sum á
seinasta leikdegi í 2006 misti
gullkrónurnar á stokkinum.
Eingin ivi er um, at evnini,
viljin og áræðið kundu havt
borið við sær møguleikan at
spæla í størri europeiskum
landskappingum
enn
tí
donsku og norsku. Feløg úr
eitt nú Belgia vóru sinnað at
keypa, men Todi vildi heldur
spæla í Keypmannahavn.
Dreymurin var ivaleyst at
fáa møguleikan í Onglandi,
har Liverpool er felagið hjá
honum. Tað eydnaðist ikki,
tí tað var so stutt millum
skaðarnar, og tað var sum
oftast, tá ið Todi var um at
røkka á tindin, at hann varð
forðaður at staðfesta fyri
útlendsku keypmonnunum,
at tað kundi roknast við hon
um.
Eitt langt skifti var tað
skaði í lærkrikanum, sum
ikki varð viðgjørdur á rætt
an hátt, ið darvaði, og aðrar
ferðir var talan um vødda
skaðar. Tað kendist sum um,
at væl trimmaði muskula
tururin so at siga ikki rúm
aðist í kroppinum!
Tað var í Vejle, at Hanna
Adam átti sín frumborna.
Hon og maðurin, Ludvík
Jónsson, búðu í Jyllandi í
nøkur ár. Fýra ár eftir, at
sonurin var føddur, fingu
tey dóttrina Elsebeth. Lud
vík gjørdist stutt eftir álv
arsliga sjúikur, og í juni 1979
varð 7 ára gamli Todi faðir
leysur. Tá vóru tey flutt
aftur til Klaksvíkar og búðu
hjá ommuni, Ebbu Adam,
og hjá ommuni á Heygum,
sum hann altíð hevur verið
ógvuliga tætt knýttur at, búði
Todi, inntil hann í 1993 flutti
úr Klaksvík at stríðast fyri
at gera barndómsdreymin
um at liva av fótbóltinum til
veruleika.
Eingin ivaðist í, at evnini
at spæla fótbólt og til alt
annað bóltspæl vóru serliga
góð, og áhugin og evnini
vóru ikki frá fremmandum.
Tað lá væl fyri hjá Hannu
Adam á hondbóltsliðnum
hjá Stjørnuni, og Ludvík
Jónsson spældi á fremsta
fótbóltsliðnum hjá KÍ.
Eitt stutt skifti royndi
Todi seg á unglingaliðnum
hjá AGF í Århus, men hann
valdi at flyta aftur til Klaks
víkar, har hann tók HF prógv
og var við á KÍ liðnum, sum
vann
steypakappingina
í
1990 og landskappingina í
1991, og sum árið eftir spældi
fyrsta Europa Cup dystin á
Svangaskarði ímóti Skonto
Riga.
Eftir stuttan steðg í B36
flutti Todi á sumri í 1993 til
Danmarkar, har hann frá
botninum av og í eirinda
leysari
kapping
stríddi
seg fram ímóti toppinum í
donskum fótbólti. Fyrstu
fetini vórðu tikin í Lyngby,
meðan
hann
samstundis
arbeiddi sum náttarvakt á
gistingarhúsi í miðbýnum.
Fyrstu venjingarnar vóru á
3. liði, men tað gekk skjótt
og væl í Lyngby, har Todi
skoraði 18 mál í 76 dystum.
Álopsfelagi hansara Miklos
Molnar varð toppskjútti eitt
árið, og tað var hann fyrst og
fremst tí, at Todi serveraði
honum so nógvar góðar mál
møguleikar.
Tað var stórt lop rætta
vegin, tá ið Todi á sumri í
1997 flutti til FCK. Flemming
Østergaard, sum hevði verið
ein av ábyrgdarmonnunum
í Lyngby, varð vorðin odda
maður í FCK, og hann vildi
hava álopsessið við sær til
FCK og harvið at spæla á
heimavølli í Parkini.
Frá á sumri í 1997 og fram
til 2005 umboðaði føroyski
álopsspælarin
FCK
207
ferðir. Hann skoraði 68 mál,
og tað var inn til stutt undan
ársskiftinum met í felagnum,
har so kend nøvn vóru mill
um venjararnar sum Roy
Hodgson og Hans Backe.
Suðurafrikanski Zuma var í
nøkur ár álopsmakkari hjá
Toda, og tað verður framvegis
tikið til, hvussu stórt hugflog
tað var í samanspælinum
millum teir báðar.
Eftir FCK árini var Todi eitt
ár í IK Start í Kristiansand.
Felagið var áhugað í at
leingja samstarvið, men Todi
takkaði nei og flutti aftur til
Keypmannahavnar.
Stóra projektið var síðani
á Amager. Saman við øðrum
fekk Todi ábyrgdina av gamla
arbeiðarafelagnum Fremad
Amager. Dreymurin var at
skapa stórlið, sum kundi
kappast við hini bæði stóru í
høvuðsstaðnum. FC Amager
var
yvirbygningurin
hjá
fleiri av feløgunum á oynni.
Føroyingar taldust millum
íleggjararnar.
Ætlanin kollsigldi, og Todi
var vónbrotin og sjálvrann
sakandi. Í miðlunum átók
hann sær stóran part av
skuldini við at siga, at hann
ivaleyst hevði havt ov nógvar
kaskettar, og hann harmaðist
vegna
viðhaldsfólkini
og
stuðlarnar, sum av heilum
hjarta høvdu tikið undir við
ætlanini. At hann sjálvur
í hesum hevði mist ikki so
lítið, helt hann gjørdist ikki
við, hóast tað rakti meint hjá
familjumanni.
Todi hevur síðani tikið út
búgving sum venjari. Hann
hevur havt privata venjing
við talentum kring alt Dan
mark, og nú arbeiðir hann
í FCK, bæði sum venjari og
umboðsmaður.
Todi er giftur Andreu
Vinten, sum er ljósmóðir.
Hon hevði tvey børn við sær
í hjúnalagið, og síðani hava
tey fingið trý børn.
Áhugin fyri føðilandinum
hevur verið og er framvegis
stórur. Todi spældi 45 lands
dystir,
og
hann
skoraði
níggju mál fyri Føroyar.
Tann fyrsti var í 1991, tá ið
Turkaland við Sepp Piontek
sum venjara vitjaði í Gunda
dali. Úrslitið var 1-1, og Todi
skoraði
føroyska
málið.
Fleiri av landsliðsavrikunum
komast vit framvegis við.
Eitt nú á Svangaskarði ímóti
Russlandi, tá ið Todi legði
Føroyar framum 2-1 og 2-1
sigurin niðri á Malta. Høgni
Hoydal var frásøgumaður
í sjónvarpinum. Malta var
á odda eftir 1. hálvleik. So
javnaði Øssur Hansen við
brotssparki, sum Todi hevði
tiltuskað sær, og sigursmál
ið skoraði 40 ára føðingar
dagsbarnið í síðstu løtu við
rimmar langskoti av brots
teigarmarkinum!
Nógvu skaðarnir vóru
orsøk til, at Todi metti tað
vera neyðugt at gevast á
landsliðnum, um tað skuldi
bera til at savna seg um
arbeiðið í FCK. Primitivar al
mennar ákærur um at hava
svikið føðilandið, bar tað til
at liva við, meðan tað var at
undrast á aðrar avleiðingar.
Todi er framvegis popu
lerur millum fjeppararnar,
og mong kenna seg á onkran
hátt eiga part í honum. Í
samrøðu við danska Tips
blaðið lýsti hann seg eina
ferð sum krossveg í norður
Atlantshavinum:
Annar
abbin var skoti, sum hitti
ommuna í Søldarfirði undir
krígnum. Tey búsettust á
Heygum í Klaksvík eftir
kríggið. Hin abbin var íslend
ingur nevndur Todi. Hann
giftist Jettu Kjelnæs, sum var
ættað úr Víkunum í Klaksvík,
har tey búsettust.
Tá ið tað í 2009 stóð heilt
illa til hjá KÍ, heittu klaks
víkingar á Toda um at koma
heim at hjálpa til. Hóast
longu
karrieruna
uttan
lands, og hóast hann var
slitin og hevði sett fótbólts
skógvarnar á hillina, so játt
aði hann at koma heim til
KÍ og Klaksvíkar at stuðla
barndómsfelagnum. Øll vita,
hvussu tað gekk. Seinni er
skútan vend har norðuri, og
nú fylgir Todi við í, hvussu teir
ungu mennast, meðan teir
droyma um at røkka so langt,
sum tað eydnaðist honum.
Talentið er ein fyritreyt,
men eingin veit betri enn
hann, sum í morgin fer um
tey fjøruti, at grundleggjandi
fyritreytir eru vilji, áræði og
rætti hugburðurin, sum ber
við sær, at alt annað verður
lagt til síðis fyri at røkka
málinum!
Hjartaliga tillukku við 40
ára føðingardegnum, Todi,
og takk fyri allar tær mongu
samrøðurnar í Sosialinum!
JH
Nøvn
Todi Jónsson 40 ár
TØKK
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr