Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Í skúlum verður stórur dentur lagdur á at næm­ i­ngar læra mál og stødd­ frøði. So stórur dentur verð­ ur lagdur á tað bókliga, at alt tað kreativa verður skumpað til viks, hóast tær lærugreinirnar eru júst líka umráðandi. Tær listaligu læru­ grein­ir­nar verða ikki vird­ar á sama stig sum tað bók­liga. Ikki hava vit dans, drama, list og tónleik sum høvuðsgrein. Hví ikki? Eingin skúli í heim­in­ um hevur t.d. dans sum eina høvuðsgrein. Sir Ken Robinson, ein bretskur rithøvundur og røðari, sigur frá ein­ um práti hann hevði við Gillian Lynne, ein heimskend dansarinna og koreografur. Hon sigur, at tá hon gekk í skúla, var hon vón­ leys. Hon órógvaði onnur og lat ikki uppgávur inn til tíðina. So ein dagin ringdi lærarin til mammuna og segði, at hann helt hana hava lærutrupulleikar. Tær fóru so báar, mamman og Gillian, til læknan. Eftir at hava tosað ein góða løtu, koyrir læknin útvarpið frá og fer út við mammuni. Læknin biður mammuna bert hyggja at dóttruni. Gillian hevði reist seg upp og var byrjað at dansa til tónleikin. "Dóttur tín er ikki sjúk, hon er ein dansari." Gillian bleiv síðan koyrd í ein dansiskúla, og í dag er hon heimskend og hevur gjørt koreografin til t.d. Cats og Phantom of the Opera. Hví skulu næmingar verða noyddir einans at styrkja ta bókligu síðuna, tá teirra styrki er í tí krea­tivu síðuni? Hví ikki styrkja báðar síðir. Eg hevði, í royndu og veru, gleðiliga verið longri í skúla, um tað hevði gjørt, at eg eisini hevði kunna styrkt mína krea­ tivu síðu. Vit fáa at vita at hetta er rætt og at hatta er skeivt, at okkurt skal gerast so og so. Alt verður eitt sindur svart og hvítt. Hvussu skulu vit næmingar tora betur at gera feilir, tá alt skal vera rætt? Eg fari í song hvørt kvøld við teimum tonkun­ um, at í morgin skal eg aftur í skúla, áh nei... Og tá eg vakni er tað einki betur. Hóast tað liggur væl fyri hjá mær við karak­ terum, merkir tað ikki at mær dámar væl skúlan. Um eg skal siga tað við reinum falsloysi, so hati eg at ganga í skúla. Mær dámar væl at læra, og eg eri glað fyri at skúlar læra, men eg haldi skipanina vera vánaliga, og eg skilji ikki hví teir, eftir so mong ár brúka ta somu skipanina. Eg elski tónleik, list, dans, sjónleik, men tað sleppi eg ikki at læra um í skúlanum. Um skúlar eru her, so næmingar kunnu fáa eina góða framtíð, hví kunnu vit so ikki sleppa at læra tað, ið vit vilja læra um og hava áhuga í? Neyðarróp frá einari 15 ára gamlari gentu Bjørk Tróndheim, 15 ár Andstøðutingmenninir úr Sandoynni eru millum virkn­ astu løgtingslimir, ið hugsast kunnu. Leingi hava vit í Sand­ oynni bíðað eftir at teir fóru til arbeiðs, við at bøta um viðurskifti okkara, og nú er tann endaliga forloysingin komin. Flatskatturin hevur fingið teir til verka. Nú skal arbeiðast, nú skal slagið standa. Nú skulu vit í Sandoynni hava í posa og sekk. Alt tað sum vit ikki hava fingið síðani 1998, tá tann fyrsti av teimum varð valdur á Ting, skulu vit fáa nú teir báðir eru í andstøðu. Sandoyartunnilin, ókeypis ferðing við Teistanum, og batar í eyst og vest, eru bara nøkur av teimum smámálum, ið hesir fyri Sandoynna frelsandi einglar skulu geva okkum í gávu. Men so er tað hasin fólka­ floksmaðurin úr oynni, ið tilfeldigvís situr í samgongu, sum ikki vil nakran bata fyri okkum neyðars fólk í Sandoynni. Hatta hevur bæði hógv og hala, og hornini er øgiliga spísk. Ja so spísk eru tey, at hann hevur stungið hol á vónina, ið givin varð sandoyggjafólki um batar í samferðsluni. Hvat er lívið ikki órætt­ víst. Nú høvdu andstøðuting­ menninir akkurát fingið henda stóra kalvan hálvan innanborða, og so vildi sam­gongutinglimurin ikki krøkja saman við teimum. Hetta við tí úrsliti, at and- støðutinglimirnir mistu tak­ ið og kalvin rendi seg á botn aftur. Men sandoyggjafólk stúrið ikki. Andstøðutinglimirnir skulu nokk draga tykkum kalvan í bátin fyrr ella seinni. Tað sum ikki hevur verið gjørligt seinastu 14 árini, tað man fara at koma í lag nú ið vit hava ikki ein, men tveir tinglimir í andstøðu. 14 ár at tugast við sama kalva. 14 ár við sama snøri, uttan at hava drigið annað nevnivert í bátin. Ei undur í at báturin er drivin av kós, hann flýtur so lættur. Ei undur í at svangligt er innanborða. Nú liggja ikki færri enn fýra blankir fiskar og sprækla í pavninum. 17,5 mió kr til Teistan, 12,8 mió kr til ítróttarhøllina, umframt 1,2 mió kr at gera hana endaliga lidna við, og 2,75 mió kr at bøta havnalagið í Skúgvi við komandi summar. Um­ framt eina vissu fyri, at ferðaseðlaprísur og túratal við skipunum hjá SSL ikki verður ávirkað, um eitt nú oljuprísurin hækkar. Umráðandi er ikki at missa kennið, tá okkurt møguliga er undir bátinum. Eg kann velja at draga snørið á dekkið, og flyta á miðið har eg veit at kalvin heldur til. Men kalvin hevur stert, og hvør veit um hann ikki eisini kundi funnið upp á at tikið, har eg nú flóti, tá løtan verður lagalig. Nú liggur fyri hjá teimum Brandur Sandoy tinglimur fyri Fólkaflokkin Samgongumeirilutin mælir løgtinginum til at lækka íløgukarmin fyri 2012. Millum tær mongu íløgurnar, ið samgongan ætlar at lækka, finna vit Bústovnar til fólk við serligum tørvi, Hav­ rann­sóknarskipið, Lands­ sjúkra­húsið og skúladepilin í Marknagili. Hetta kann sáa iva um hvørt ætlanin veru­liga er at fremja hesar ætlanir, sum breið semja hevur verið um í áravís. Vit vita at tørvurin á vardum íbúðum er ovur­ honds­stórur, ja, í summum førum akuttur. Upprunaliga játtanin til bústovnar fevn­ ir millum annað um vard­ar íbúðir til fólk við ser­ligum tørvi í Eysturoy og Norð­ oyggjum. Til hetta endamál varð verklagslóg samtykt í vár, tá tingið metti tað vera sera umráðandi at seta 33 mió av, sum hesar verkætlanir kosta. At samgongan nú skerjir hesa játtan við nærum 12 mió, sáar iva um, hvørt ætlanin veruliga er at fremja hesa átrokandi verkætlan. Ikki nýttur peningur í 2011 Grundgevingin fyri at lækka íløgurnar er, at nærum 90 mió. Ikki eru brúktar í 2010 og 2011 og tí verður hesin peningur tøkur í 2012. Eisini verður sagt, at bert peningur, ið vissa er fyri verður brúkt­ ur í ár verður játtaður, tí ynski er, at peningurin skal fara til økt virksemi í ár. Semja er millum øll tingfólk um, at peningurin, ið verður játtaður til íløgur, skal hava við sær økt virksemi. Játtanarskipanin Løgtingið samtykti fyri tveim­um árum síðani eina játtanar­skipan, ið letur upp fyri, at til ber at leggja pen­ ing til stórar verkætlanir til viks, hóast hesin ikki verður nýttur í sama ári. Hetta fyri at verkætlanirnar kunnu verða fyrireikaðar so sum mest fæst burturúr játtaða peninginum. Sum kunnugt hevur vandi annars verið fyri, at peningurin varð brend­ur av við árslok. Eisini er ætlanin við hesum, at til ber at gera avtalur yvir ár um stórar byggiverkætlannir. Ongin ætlan hómast Ein umbering fyri at skerja íløgurnar er, at samgongan í vár fer at gera eina lang­ tíðarløguætlan. Øll, ið hava verið í politikki vita, hvussu trupult tað er at fáa semju um íløgur. At skerja oman­ fyri­nevndu játtannir fer at gera hesa semju enn trupl­ ari. Tí er tað óskiljandi, at sam­gongan ikki vil seta all­ an peningin av til eitt nú Bústovnar í 2012. Vandi er fyri, at henda verkætlan verður ein av mongum, ið skal stríðast ímóti íløgum í tunnlar og vegir komandi ár. Fleiri íløgur toygdar ella útsettar At toyggja áður samtyktar verkætlannir enn longur, hev­ur við sær, at aðrar íløg­ ur eisini mugu toyggjast. Til dømis, um Skúladepilin í Markna­gili ikki verður liðugur í 2015, so merkir hetta, at tíðarætlanin til bygging av Psykiatriska deplinum, alt annað líka, eisini verður longd. Hetta kemst av, at tað var samanhangur ímillum hesar ymsu verkætlannir í langtíðarløguætlanini, sum løgtingið samtykti í vár. So­statt er einasta trygdin fyri at hesar verkætlannir verða framdar, at løgtingi samtykkir at seta ætlaðu upphæddirnar av í 2012. Lækkaðar íløgur skapar óvissu Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna Javnaðarflokkurin