mikudagur 1. februar 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Í gjárkvøldið var send
ing í sjónvarpinum um
vinnulívsmannin og rík
mannin Larry Hillblom
– ígongdsetarin av DHL,
ið fórst í flogvanlukku
einans 52 ár.
Larry
er
kanska
ein av teimum størstu
vinnulívsmonnum
í
nýggjari tíð. Sendingin
fór víða, og um aðrar
vinnulívsmenn – íroknað
sakførarar. Hetta var
alt sera áhugavert og
lærandi,
men
nakað
tungt at fylgja við í, tí
alt var so ókent.
Meðan eg siti og
hyggi at, fara tankarnir
norð til Klaksvíkar og
nakrar
oddvitar
har,
sum í seinastuni, hava
ført seg fram sum verja
hjá vinnulívsfólki. Tað
kann so ikki vera hetta
slagið, tey meina við.
Eg meini; vinnulívsfólk
valdast, og er hesi eisini
sera nógv broytt síðan
ár 2000.
Hvat
og
hvønn
meina tit við? Alt ov
lítið ítøkiligt. Helst er
tað meira lokalt tonkt,
men vinarliga, kom við
dømum
og
nøvnum!
Annars virkar tað sum
ein pástandur.
Øvundsjúku
og
tí
spíska skemtinum fær
man valla vart seg ímóti,
men har kunnu tey flestu
hugsa sjálvi og sálda frá.
Har eg ferðist, merki eg
onki til, at vínnulívsfólk
ikki eru høgt í metum.
Eg trúgvi eisini, at teir/
tey høvdu frábiðið sær
fjepparafeløg.
Rygg
klapparí er sjáldan var
andi.
Ikki fáa øll ein rætt
vísan dóm, meðan tey
eru virkin. Fáa stóra
mótstøðu, men eitt stór
menni gerst størri. Ikki
einans
vinnulívsfólk,
men fólk úr øllum stætt
um. Eitt gott dømi er
Winston Spencer Chur
chill, har nú øll møgulig
fólk leita eftir orðum,
hann antin hevur skriv
að ella sagt, fyri at bera
egnan boðskap fram.
Finna tey onki, finna
tey uppá. Ilt er at mót
prógva, tí Chuchill var
sera produktivur í orð og
tal – ikki minst skrivliga,
ið hansara mongu bøkur
prógva.
Tað liggur ikki til okk
um føroyingar at rósa
ov nógv, men eitt gott
orð av og á er gott fyri
okkum øll!
Virðingin
fyri vinnu
lívsfólki!
Jóin Sigurðsson
Høvuðsraðfestingin í fíggjar
lógini fyri 2012 er ógvuliga
greið: Øðiliga nógv til tey,
sum hava mest. Einki til tey,
sum hava minst. Og alt fyri
lista A!
Við
hesi
fíggjarlógini
eru lunnar lagdir undir eitt
munandi minni samhaldsfast
samfelag. Forskattingin av
pensjónum fer at leggja
tungar eyka byrðar á børn
okkara, men verri er tað, at
hesir pengar, sum samgongan
velur at brúka nú, ikki verða
nýttir til felags gang fyri okk
um øll.
Fyri at svara uppá, um
fíggjarlógin ger Føroyar til
eitt betri samfelag, kann hon
vigast út ífrá: Í hvønn mun
er hon víðskygd, fremur ný
skapanir og skapar arbeiði
til tær alt ov mongu arbeiðs
leysu hendurnar. Í hvønn
mun er hon rættvís, og rætt
ar upp uppá skeivleikar í
samfelagnum. Og, í hvønn
mun er hon framskygd, og
fyribyrgir, at lánsbyrðan gerst
so tung, at neyðugt verður at
lækka vælferðartænasturnar
munandi um fá ár.
Við at forskatta pensjón
irnar, fær samgongan 240
milliónir krónur at brúka
her og nú. Kortini føra
bæði løgmaður og fíggjar
nevndarformaðurin aftur og
aftur fram, at ikki ber til at
fáa føroysku fíggjarlógina at
hanga saman, um ikki danir
lata okkum 130-200 milliónir
afturat. Ja, løgmaður heldur
enntá uppá, at tað er hækk
aður blokkur, sum skal fyri
byrgja hópuppsøgnum!
Raðfesting av
pensjónsskattinum
Tað stendur samgonguni frítt
at nýta pensjónsskattin til at
niðurgjalda skuld, so vit eftir
fáum árum kunnu gerast
skuldarfrí. Ella at raðfesta
vinnumenning, íverksetan
og gransking fyri pengarnar.
Øki, sum verða niðurraðfest í
fíggjarlógini. Ella at vaksa um
íløgukarmin, so meira arbeiði
kann setast í gongd, og ar
beiðsloysið soleiðis minka.
Ella til at raðfesta skúla, út
búgving og mentan. Ella al
manna- og heilsutænastur,
ella til ein skattalætta, sum
var samansettur soleiðis, at
hann kom øllum borgarum í
landinum til góðar. Ikki bert
einum avmarkaðu skara. Ella
.... ja, til at føra ein politikk,
sum hevur onnur fingra
merki, enn tey hjá lista A.
Framburður fyri
tey útvaldu
Flatskatturin fer uttan iva
at skapa optimismu millum
tey, sum fáa fleiri túsund
krónuseðlar millum hend
urnar nú. Men, rokningin
fyri
flatskattaøðina,
sum
tók valdið í tinginum fyri
jól, hana koma vit øll at
gjalda. Ein ógvuliga sjónligur
partur av rokningini verður
stættarmunurin, har rivan
fer at skrædna til eina djúpa
gjógv, uppá heilt fá ár.
Ímeðan vit viðgera eina
fíggjarlóg, sum leggur dygg
ar lunnar undir skjóttvaks
andi ójavna, eru ein røð av
heimsins
búskaparfrøð
ingum, politikarum og øðr
um góðum høvdum savnaði
til World Economic Forum
í Davos. Eitt kjakevni her
er vaksandi ójavnin – bæði
innlendis og millum lond.
“Tað er alneyðugt, at heimurin
alt fyri eitt stillar um og fer
undir at endurskapa eina
globala kenslu av sosialari
ábyrgd”. Orðini eigur Klaus
Schwab, sum stovnaði í WEF,
og er professari í búskapi.
Men her heima eru vit
vitni til, at samgongan við
fíggjarlógini staðfestir eina
skattaskipan, sum man vera
hin mest ósosiala nakað
framkomið land í nýggjari tíð
hevur samtykt. Tað er hvørki
víðskygni, framskygni ella
rættvísi!
Prísurin fyri flatskattaøði
Bjørt Samuelsen
Tingkvinna fyri Tjóðveldi
Fíntmeska eftirlit innan mvg
og skattaøki kunnu skaffa
millum 100 og 200 mill. kr. til
vega beinanvegin. Og hesar
upphæddir kunnu nýtast til
mong góð endamál.
Arbeiðs- og vinnuskapandi
tiltøk kunnu fáa munagóðan
stuðul, soleiðis at mong av
okkara arbeiðsleysu kunnu
koma í arbeiði aftur til ósigi
liga gleði fyri mangar hart
raktar familjur. Ímyndi tykk
um børn, ið aftur kunnu lut
taka í aktivitetum á jøvnum
føti við javnaldrar, tí ráðini
aftur eru til tess.
Einar 2 - 3 mill. kr. kundu
eisini verðið nýttar til at fáa
arbeiðseftirlitið upp aftur
á tað støðið, sum tað var á,
áðrenn tað varð niðurskorið.
Tað sker í hjarta at teinkja
yvir, hvørjar ófatiligar sorg
arleikir eitt ambuterað ar
beiðseftirlit kann viðføra.
Sorgarleikir, ið kundu verðið
forhindraðir, um vilji og
fígging høvdu havt fyrsta
prioritet. Eg haldi ikki, at
fyrigeving kann gevast fyri
sorgarleikir, ið vit kundu
verið fyriuttan, um rætt
varð borið at. Og enn kunnu
vit bera okkum rætt at. Góðu
ábyrgdarar, taki avgerðir sum
um tað er tykkara egnu, ið tit
skulu verja.
Og peningur kundi verið
settur av til eitt effektivt
príseftirlit. Tí lítil og eingin
ivi kann vera um, at príslegan
í meðal mann liggja 10 - 20%
omanfyri tað, ið rímuligt er.
Sínámillum
undirhonds
avtalur seta kappingina úr
kraft. Við einum effektivum
príseftirliti, so høvdu familj
urnar lættliga spart einar 3 -
500 kr. um mðr., og tað kann
koma sera væl við hjá teim
um, ið sita hart í tí, og tað eru
tað tíverri mong, ið gera.
Annars kundi nakað av
innkomna peninginum eisini
farið til vælferðarendamál
og/ella at minka um lands
kassahallið.
Og
hóast
teir
høgra
radikalu síggja út til at hava
buktina og báðar endarnar
í løtuni, og hóast vit vita, at
teir eru myrkamenn, ið best
trívast og virka í tí dulda
og myrka har myrkursins
gerningar verða framdir, so
mugu vit vóna, vænta og
biðja til at meginparturin
av landspolitikkarunum, ið
vanliga liva og virka í ljós
inum, vilja virka fyri, at ljós
kastarar verða settir upp
á strategiskum og røttum
støðum, so neyðug eftirlit
kunnu røkja sínar uppgávur
á fullgóðan hátt.
Og trúgv mær. Mong av
teimum "smáu" vilja takka
tykkum av fullum hjarta og
huga og taka tykkum við í
kvøldbønina við tøkk fyri
vísta vælvild, ið ger mun.
Setið ljóskastararnar
á strategisk støð
Dagfinnur Danbjørg
Har eg ferðist,
merki eg onki til, at
vínnulívsfólk ikki
eru høgt í metum. Eg
trúgvi eisini, at teir/
tey høvdu frábiðið sær
fjepparafeløg