Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sambært stevnuskrá síni, er Sambandsflokkurin ein liberalur flokkur. Flokkurin hevur altíð roynt at virka fyri, at vinnulívið verður rikið eftir vanligum sunnum marknaðarbúskaparligum treytum. Eitt grundstøði í hesi stevnu er, at allar forðingar og øll framíhjárættindi, sum skerja vinnuliga frælsið, verða av­ tikin. Sambandsflokkurin stuðl­ ar fríari kapping á øll­um økjum. Allir borgarar land­ sins – uttan undantak – eiga somu atgongd til at gagnnýta teir møguleikar, sum eru í hesum samfelag. Fiskivinnupolitikkurin sambært núgaldandi sam­ gonguskjali og seinastu makrelorrustuni kundi bent á, at Sambandsflokkurin hevur slept síni frælslyntu mark­naðarbúskaparligu hugsjón, og verður drigin upp á tráð av einum antiliberalum ognar- og óðalsmannaflokki, Fólkaflokkinum. Sambært Fólkaflokkinum skal eigarin av makrelinum – Føroya fólk – ikki sleppa at selja burtur av makrel­ kvotuni. Ístaðin skulu rætt­ ind­ini latast nøkrum fáum út­valdum ókeypis, sum ann­ að gávufæ til góðgerandi enda­mál. Samstundis sum lands­ kassanum vantar 500 milli­ ónir krónur, og landsins kosnu fólk mugu ganga biddara­gongd út í heim at skuldar­binda bæði núlivandi og komandi ættarlið fyri at halda høvdið so nøkulunda oman fyri vatnskorpuna, so verða við hinari hondini latnar gávur úr sama kassa – sambært Felagnum Nótaskip er talan um gávur fyri eitt virði upp á 789 milliónir krónur. Her er okkurt spinnandi galið, og ein kann við góðari grund spyrja, um persónar, ið søpla burtur fólksins ogn á slíkan hátt, eru rættsiktaðir ella bara fullkomiliga ábyrgd­ arleysir? Makrelkvotan er 150.000 tons – harav føroysk skip fiska um 120.000 tons. Ein nýtist ikki at vera nakað fíggj­arflogvit fyri at rokna út, at 120 milliónir kilo – við einum prísi upp á kr. 4,00 til 4,40, eins og kend fyritøka í vinnuni hevur roknað út, at makrelurin er verdur sum søluvøra á upp­ boðssølu – umboðar eitt samlað virði upp á kanska eina hálva milliard krónur, júst svarandi til undirskotið, sum landskassin bløðir fyri á hvørjum ári. Nógv verður rópt um til­ feingisgjald, og at áleggja vinnuni skatt av serligum yvirskoti v.m. Tað hevur ongantíð ver­ið í tráð við skynsaman libe­ ralan politikk at áleggja vinn­uni eyka byrðar við eyka skattum og avgjøldum, sum av royndum avmarka bæði virkishug og árræði. Hinvegin er tað fult í tráð við liberalan politikk at lata vinnuna sjálva áseta prísin í fríari kapping, út frá vanligum marknaðarbúskaparligum fyritreytum. Í hesum høpi er einki meira natúrligt, enn at eigarin av makreltilfeinginum, Før­ oya Fólk, sjálvur bjóðar hesa ogn sína út í fríari sølu til hægstbjóðandi í javn­ari kapp­ing millum allar føroy­ ingar. Vinnan ásetur tá sjálv prísin út frá tí, sum loysir seg og svarar seg búskaparliga – hvørki meira ella minni! Prísurin verður tá altíð á einum rentablum støði fyri keyparan, meðan seljarin fær tað fyri ogn sína, sum hon er verd – so einfalt er tað! Hetta kann so vera bæði oman fyri og niðanfyri eitt ásett tilfeingisgjald, men støð­ið verður hin­vegin bæði natúrligt og fleksi­ bult, og harvið altíð lagað eftir teimum marknaðar­ fyri­treytum, sum til eina og hvørja tíð gera seg galdandi í vinn­uni. Viðvíkjandi verandi ókeypis hands- og hevdsrætt­ indum hjá nøkrum útvaldum til ogn Føroya fólks, sum ganga út í 2018, eigur ein liberal loysn at finnast, ið minnir um loysnina, sum higartil partvíst er roynd við­víkjandi makrelinum. Nevniliga ein frí atgongd fyri øll, við harav fylgjandi sunnari kapping, og ikki bara ein rullandi avbyrgd skip­an inn í ævinleikan fyri tey fáu, sum flokkurin hjá ríkfólkunum og hástættini hevur fingið sníkt inn í sam­ gonguskjalið. Samgonguskjalið er eitt gott og neyðugt skjal fyri at fáa Føroya land víð­ ari fram á leið undir ein­ari tryggari leiðslu við Sam­ bands­flokkinum á odda. Men ávísar tillagingar mugu gerast fyri at flokkurin, sum eg eri partur av og stuðli av heilum hjarta, skal varðveita sítt trúvirði og dygga stuðul millum veljararnar. Marknaðartreytir mugu eisini vera galdandi fyri fyrsta liðið, fiskiskipini, í sam­bandi við útvegan av rávøru til víðariframleiðslu. Tað er als ikki ov nógv kravt, tá øll onnur lið í vinnuni fyri langari tíð síðan hava vant seg við, at rávøruprísurin altíð lagar seg til útboð og eftirspurning. Ikki fyrr enn Sambands­ flokkurin hevur fingið henda sín borgarliga politikk framdan í verki kann sigast, at flokkurin aftur hevur sett sítt fingramerki á føroyskan vinnupolitikk, soleiðis, sum hann av røttum eigur, sum størsti flokkur á Føroya Løg­ tingi. Gev okkum liberalismu í fiskivinnupolitikkin Annfinn Brekkstein býráðslimur fyri Sambandsflokkin Jákup situr i Tinganesi, Roynir makreli at stýra. Krógvar seg á løgmansvesi: Gegnið er forstýrað. Teljast kunnu dagarnir, Tá eg sleppi í Nesið: Sita har og fiska murt, Og annars ganga á vesið. Ganga har og pilka nøs, Gera lítið til nyttu, Skola niður og hála upp Í mína egnu splittu. Jákup stýrir makrelinum Við so góðum hegni: Holið havi eg latið upp, Nú manglar mær bert gegnið. Jákup er í døpurhuga: Hvat skal gerast tá? Antin má eg bakka út Ella skifta svág. Jákup er í døpurhuga: Hvat kann gerast nú? Um eg ikki bakki út, Má svágur skifta frú! Jákup stendur á Nesinum, Hendur fram á disk: Nær er best at rýma út, Nú alt er farið í fisk? Kanska er ikki alt forspilt, Sleppi eg upp á turt, Greiða man eg gøluna, Eg havi so góðan spurt! Seinast nakar Jákup sá Við sínum síða veli Stóð hann norði á Kósini Og kikaði eftir makreli. Japetus 26.01.2012 - Kollfirðingar kunnu nú fegnast um, at langt um leingið koma 10 nýggj grundøkir til bygdina. Nú verður útstykkja so­leiðis, at tað verða 10 grundstykkir til set­hús, sum eru uml. 500 m2 til víddar. 4 grund­stykkir liggja inni á kommunalum øki, 3 á pri­vatum øki, og 3 liggja bæði á kommu­ nalum og privatum øki. Neyðugt verður at gera ein 8 m breiðan veg, sum verður 74 m langur við einari gongubreyt frá núverandi vegi á Lygn­ nesi. Kommunan er nú komin ásamt við teir privatu eigarar av økinum á Lygnesi, so nú er klárt at útstykkja. Hetta arbeiði er nú liðugt viðgjørt bæði um­ sit­ing­arliga, í byggi-og býarskiparnanevndini, í fíggjarnevndini og í kvøld einmælt samtykt av Tórhavnar Býráð. Sum formaður í byggi og býarskiparnarnevndini eri eg sera fegin um, at hetta stóra framstig er framt fyri bygdini og sum nú næstan er komið á mál fyri víðari trivnað í Kollafirði. Ungdómshús og KÍF Kommunan hevur eisini samtykt, at innrætta loft­ið í Ítróttarhøllini í Kollafirði til frama fyri bygdina, KÌF, ungdóm og fyri trivnaðin í bygdini. Her eru 3 milliónir krónur avsettar til enda­ málið á fíggjarlógini í ár. Á sama hátt, er hetta arbeiði liðugt umsitingarliga og nevndarliga. Eisini her vantar bert at seta arbeiði í gongd. Skúlatryggan veg í Kollafirði Til ferðslutryggan veg til Kollafjarðar skúla, eru settar 500.000 kr av til endamálið og somu­ leiðis vantar bert at seta arbeiði í gongd. Mín vón er, at øll hesi omanfyri nevndu mál vera sett í gongd sum skjótast, helst í ár. Nógv er framt - men enn er langur vegur á mál Hóast nógv onnur úrslit longu eru komin á mál í hesari býráðssetu - m.a kloakviðurskiftir og nýggj bussleið t.e betri skipan fleiri túrarar, so vantar enn nógv í Kollafirði. Tað er serliga út­stykkingar, nýtt ung­ dómshús, nýggjur dag­ansingarstovnur, ferðslu­tryggari vegir og betri vatnviðurskiftir v.m. Kollfirðingar vilja eitt nú síggja úrslit av okkara politisku endaligu samtyktum í býráðnum og tað er mín vón at so verður helst í ár. Kollfirðingar vilja síggja úrslit! Levi Mørk Býráðslimur hjá Tórhavnar kommunu Makreltátturin