mikudagur 1. februar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Herligt at vera
Í hesum døgum hevur 9. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt verið í starvsvenjing. Í flokkinum
eru 50 næmingar, og tað er so ymiskt hvar øll eru farin. Vit hava verið og vitjað sjey av teimum, ið
eru í starvsvenjing runt í Havnini, og spurt, hvussu tey hava upplivað teirra starvsvenjing.
Landssjúkrahúsið – Guðrun Gullfoss
& Andrea Rajani Hansen
Hvussu dámar tykkum at vera her?
- Okkum dámar tað sera væl, tí vit gera altíð okkurt, tá vit eru
her. Og tað er sera spennandi at síggja, hvussu ymiskt alt er her á
sjúkrahúsinum.
Hvat hava tit gjørt?
- Vit hava gjørt sera nógv ymiskt, til dømis hava vit kannað okkara
egnu blóðtýpu, verið hjá portørunum, á føðideildini, á barnadeildini og
eitt nú verið til eitt trygdarskeið hjá Ferðslutrygd.
Hvat hava tit lært?
- Lært sera nógv; til dømis, hava vit lært um reinføri hjá teimum ið
skurðviðgera, og royndu at lata okkum í eina drakt, ið tey plaga at
nýta.
Kundi tað verið tykkara framtíðarstarv?
- Ja, okkurt her á sjúkrahúsinum kundi væl verið okkara framtíðarstarv,
kanska á rannsóknarstovuni (Blóðbankin). Tað var serliga spennandi.
Hvat klokkan møta tit, og nær fáa tit frí?
- Vit møta klokkan 09:00, onkuntíð klokkan 08:00, og fáa frí millum kl.
14 og 15.
Rit&Rák – Sveinur Rasmussen
Hvussu dámar tær at vera her?
- Mær dámar tað væl, men tað er øgiliga strævið, tá vøran
kemur í handilin.
Hvat hevur tú gjørt?
- Mánadagar flyti eg runt uppá ymsar kassar og pakki
bøkur út. Hinar dagarnar er tað ymiskt. Havi til dømis
koyrt útsølu-skeltir upp og tikið lampur niður og skift
perurnar.
Hvat hevur tú lært?
- Lært, at arbeiðslívið er strævið.
Kundi tað verið títt framtíðarstarv?
- Nei, ikki mítt framtíðarstarv, mær dámar at lesa, og tí fór
eg í starvsvenjing í Rit&Rák.
Hvat klokkan møtir tú, og nær fært tú frí?
- Eg møti hvønn dag kl. 10:00, og fái frí kl. 16:00
Guðrun&Guðrun – Lea Reginsdóttir
Hvussu dámar tær at vera her?
- Her er fínt. Fitt og blíð fólk, sum eg arbeiði saman við.
Hvat hevur tú gjørt?
- Eg havi talt vørur upp, lagt klæðir saman, bundið beltir og rond á
troyggju, og ein av komandi døgum skal eg seyma mappur.
Hvat hevur tú lært?
- Eg havi lært hvussu ein mótahandil fær alt at hanga saman, eitt nú
bindikonur, ið binda til Guðrun&Guðrun, og mátin at seyma teirra slag
av mappum.
Kundi tað verið títt framtíðarstarv?
- Tað veit eg ikki ordiliga, men eg kundi kanska tonkt mær at verið
sniðgevi. Men eg eri ikki vís í tí, men hetta er í øllum førum áhugavert.
Hvat klokkan møtir tú, og nær fært tú frí?
-Eg møti hvønn dag klokkan 11:00, og fái frí klokkan 15:00.
Orð/myndir: Marianna Holm Jacobsen