mikudagur 1. februar 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hotel Føroyar – Marið Erlandsdóttir Persson
Hvussu dámar tær at vera her?
- Ordiliga væl, vit hava altíð okkurt at gera. Starvsfólkini eru fitt
og herlig, og so er tað so nógvur og góður matur vit eisini sleppa
at eta.
Hvat hevur tú gjørt?
- Eg havi millum annað gjørt ískúlur, skorið nógv grønmeti,
bakað ymsar køkur. Sum heild havi eg gjørt nógvan mat her á
hotellinum.
Hvat hevur tú lært?
- Havi ikki lært so øgiliga nógv. Meiri tað vanliga, ið mann eigur
at vita, tá mann kokkast, so sum, hvønn veg knívurin skal venda,
reinføri og annað.
Kundi tað verið títt framtíðarstarv?
- Ja møguliga. Mær dámar sera væl at gera mat tá eg eri heima, og
eg havi køk í skúlanum. Tá eg eri til arbeiðis her, hugsi eg mangan:
“Ja, kanska eg fari at gerast kokkur seinni í tíðini”. So tað verður
møguliga mítt framtíðarstarv, hvør veit?
Hvat klokkan møtir tú, og nær fært tú frí?
- Eg møti hvønn dag klokkan 10:00, og fái frí uml. klokkan 15:00 -
16:00.
í starvsvenjing
MAP arkitektar – Magnus Winther Knudsen
Hvussu dámar tær at vera her?
- Tað er fínt at arbeiða her. Tað er sera mennandi og skapandi, og eg
havi lært nógv, sum eg ikki visti av áðrenn.
Hvat hevur tú gjørt?
- Til dømis havi eg verið úti og tikið bíløt at ymsum grundøkjum,
síðani valdi eg mær eitt grundøki, ið eg skuldi byggja eitt hús á. Hetta
bleiv gjørt við einum forriti, ið eitur Sketchup. Eg havi eisini verið til
ein fyrilestur hjá Jan G, ið er ein víðakendur danskur arkitektur.
Hvat hevur tú lært?
- Eg havi serliga lært at nýta forritið Sketchup, har mann byggir hús
og annað. Sum heild, havi eg lært sera nógv innanfyri arkitektur.
Kundi tað verið títt framtíðarstarv?
- Tað dugi eg ikki ordiliga at svara uppá, kanska og kanska ikki.
Hvat klokkan møtir tú, og nær fært tú frí?
- Eg møti hvønn dag klokkan 09:00, síðani steðg klokkan uml. 13:00, og
fái frí klokkan 16:00.
Sankta Josefs barnagarður –
Jóhild Sørensen &
Brynhild Haraldsen
Hvussu dámar tykkum at vera her?
- Ikki okkara dreymastarv, men tað
er fínt. Børnini eru sera fitt, men
tað er strævið til tíðir, tí tey gráta
so illa.
Hvat hava tit gjørt?
- Vit hava teknað, málað, perlað
armbond, gingið túrar, verið úti í
garðinum, hoppað í hoppiborgini
og verið í kúlubaðnum, sum er her
í barnagarðinum. Vit hava eisini
verið við til kensluløtuna, ið eitur
stig fyri stig.
Hvat hava tit lært?
- Sum heild, hava vit lært at tosa
við lítil børn, -at fáa tey glað aftur,
tá tey eru kedd. Og at mann als ikki
skal fáa sær børn longu nú, tí tað er
ov tíðliga.
Kundi tað verðið tykkara framtíðarstarv?
- No way, tað er fínt í tvær vikur, men tó ikki okkara framtíðarstarv. Vit vistu ikki nakra aðrastaðni at fara í
starvsvenjing, so vit smekkaðu bara okkurt til, og nú, tá tað er verkfall, er tað slett ikki so galið allíkavæl.
Hvat klokkan møta tit, og nær fáa tit frí?
- Vit møta klokkan 09:00, steðg kl. 12-13, og síðani frí klokkan 15:00.
Yndi – Andrias Elttør
Hvussu dámar tær at vera her?
– Mær dámar tað væl. Her eru fitt fólk, sum eg arbeiði
saman við, men av og á er tað strævið, men alt í alt er
tað fínastaslag.
Hvat hevur tú gjørt?
- Vaskað maskinur og gólv, pussað rútar, støvað av, sett
vørur uppá hillarnar. Inn ímillum venji eg eisini eitt
sindur sjálvur í maskinunum.
Hvat hevur tú lært?
-Eg havi lært um kroppin, til dømis, hvat protein ger
fyri kroppin, hvussu eg skal venja kropp mín tá eg venji
o.s.fr.
Kundi tað verið títt framtíðarstarv?
- Nei, tað vænti eg ikki, men kanska, tí eg haldi tað er
sera spennandi at vera fitness-instruktør, og læra um
kroppin. Men nei, eg vænti faktiskt ikki, at hetta verður
mítt framtíðarstarv.
Hvat klokkan møtir tú, og nær fært tú frí?
- Eg møti klokkan 09:00, síðani steðg frá kl. 12-13 og frí
klokkan 16:00.