mikudagur 1. februar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. februar 2012 · Nr. 14
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
9. partur
Sum greitt frá í seinasta parti
byrjaði mín tíð í Gøtu við at eg
passaði svigarinnuna, Fridu Dahl
Jacobsen, upp. Barnið, hon fekk
tá, var Jónhild, sum seinni giftist
til Klaksvíkar við Jóannes Niclasen.
Men Jónhild gjørdist sjúk og doyði
longu í 1999.
Hans David og Frida komu at
uppliva nógva sorg. Fyrsta barnið
hjá teimum, Edith, doyði nærum
sum nýføðingur. Eivind var føddur
í 1937. Hann hevði ikki góða heilsu
og doyði í 1973.
Í 1943 fingu tey Jonhard, sum
giftist við Maluni Jacobsen, í
Tjørnustovu, í Norðragøtu. Hann
doyði í 2001.
Í 1945 fingu tey Bjarka, sum gift
ist við Jacobinu Højsted úr Funn
ingi. Hon doyði fyri kortum í góðum
árum.
Nøkur ár seinni fingu tey Símun.
Hálvt annað ára gamal doyði hann
av strúpuhosta. Hann doyði sama
dag, sum sonur mín, Mikal, var
føddur. Tað var tann 24.11.1949.
Hans David doyði í 2005, 93 ára
gamal. Hann kom at uppliva at
missa fimm av sínum seks børnum.
Hetta tók honum sera fast.
Eg kann nevna, at sonur okkara,
Zakaris, hevði eisini strúpuhosta
eins og Símun. Jákup Højgaard,
sum var lækni í Fuglafirði, segði, at
eg skuldi brúka damp fyri at lætta
um hjá honum. So læt eg hann anda
í eitt ílat við heitum vatni. Men
hetta munaði nógv ov lítið. Vit
skuldu taka tveir stólar í stovuni,
skuldu so hanga eitt lak tvørtur
um stólarnar og seta vøgguna inn
undir. So skuldi eg hava ketilin
standandi á primussinum. Ketilin
skuldi so dampa upp undir hetta
teltið, men dampurin skuldi ikki
koma beinleiðis á barnið. Tá lætnaði
hjá honum.
Umstøðurnar vóru ikki lættar
tá í tíðini. Frida hevði eitt 20 krónu
stykki við sær, tá ið hon kom úr
Oyndarfirði. Eivind var eina ferð
so ógvuliga sjúkur. Tey høvdu ikki
ráð at keypa medisin til hann. Hans
David fortaldi fyri mær, at tá fór
tann síðsta gullkrónan fyri medisin
til Eivind.
Umframt Hendrik, sum eg var
trúlovað við, misti Frida ein annan
beiggja á ungum aldri. Hetta var
Edvard f. 1903, sum 12 ára gamal
í 1916 saman við einum øðrum
drongi var farin at royna eftir
skurapisu. Hann var áhaldsin, datt
á sjógv og varð funnin sum lík seks
vikur seinni av svínoyingum. Teir
vistu einki um hesa vanlukku og
jarðaðu dreingin í Svínoy. Tá ið hetta
frættist í Oyndarfirði var líkið tikið
upp aftur og jarðað í heimbygdini.
Sigga, mamma hansara, fortaldi
fyri mær, at hon hevði verið í fiski,
tá ið hon fekk hesi boðini. Tey fóru
at leita og funnu bert tuflurnar hjá
Edvardi.
Hini systkini vóru:
Apolonia, f. 1898, giftist til Fugla
fjarðar við Max Petersen.
Maria f. 1900. Giftist til Funnings
við Jóhannesi Petersen undir Reyni.
Tey fingu ein Hendrik í 1940, og eg
gjørdist gumma hansara. Hann er
deyður fyri kortum.
Herborg f. 1906. Giftist til
Fuglafjarðar við Johan Joensen í
Toftum.
Jógvan f. 1915. Giftist við Ingrid í
Hálvmørk í Oyndarfirði.
Týska flogfarið datt
niður á Gøtuvík
Tá ið eg kom til Gøtu var kríggið
byrjað. Hetta merktist eisini á ym
iskan hátt. Tað var meðan eg var hjá
Fridu, at eitt týskt flogfar datt niður
á Gøtuvík. Tað hevði bumbað í
Havn og hevði rakt bretska trolaran
“Lincoln City”, sum sakk, og fleiri
menn doyðu. Skotið var dúgliga av
bretum eftir flogfarinum, eisini á
Skálafjørðinum. Tá kemur tað inn
á Gøtuvík. Tað sást, hvussu lágt
tað fleyg yvir sjónum og vit sóu, at
okkurt var áfatt.
Flogfarið setti seg yvir ímóti
Norðragøtu, og vit sóu Leon Joen
sen fara við báti at taka menninar
upp, sum vóru farnir í bjargingar
bátin. Hetta var ein stór hending í
Gøtu, og tað fór sjálvsagt maður og
kvinna av húsi at síggja, hvat ið var
áfatt, eisini Frida, sum nærum var
komin til at eiga. Týska manningin á
flogfarinum varð send til Bretlands,
og flogfarið varð seinni tikið upp
aftur og sent til Bretlands.
Eg var so hjá Fridu, til hon var
komin fyri seg. Tá vildi eg so gjarna
læra at seyma, og tað gjørdi eg hjá
skraddaranum, sum tá var í Gøtu,
Palli Thomsen. Hann var sonur
Onnu Højgaard, ættað úr Rituvík,
og Tummas Thomsen, har Niðri.
Tað var bert eg, sum var í læru tá.
Men tað vóru fleiri, sum lærdu at
seyma hjá Palla.
Hetta var ein stuttlig og góð tíð.
Fyrstu tíðina búði eg hjá Fridu, og
síðani fór eg at búgva hjá Hannumiu,
systir Hans David, mann hennara.
Maður Hannemiu var Andreas
Poulsen, beiggi Suffíu, gift við Jóan
Elias Gregersen, handilsmanninum
í Syðrugøtu. Hannemia og Andreas
búðu seinni undir Gøtueiði, men
tá búðu tey í Syðrugøtu. Eg kom
tá eisini at passa Hannemiu upp,
tá ið hon fekk Kára, sum nú býr í
Klaksvík. Frammanundan áttu tey
Páll og Jón, og seinni fingu tey fleiri
børn.
Eg skuldi ikki møta hjá skradd
aranum fyrr enn kl. 10 um morgun
in. So eg hevði tíð til at vaska køkin
upp og niður, áðrenn eg skuldi
møta.
Hitti Poul Andreas
Tá ið eg kom til Gøtu var tað rætti
liga skjótt, at eg kom at kenna
Poul Andreas, son Biritu og Jákup
á Dunga. Hann hevði ein fittan
handil í kjallaranum. Eg plagdi at
ganga oman í handilin hjá honum
at keypa. Har kom nógv fólk, og tað
rann saman millum okkum. Hann
var sera spakur og varin.
Men væl bar til, og vit giftust 20.
desember 1942. Eg hevði tá eitt skifti
verið heima aftur í Streymnesi.
Hensia: Gerst bónda
kona í Syðrugøtu
Tað kom at broyta lívsleiðina hjá Hensiu, at hon var biðin um at
passa Fridu á Skansa í Gøtu upp. Her hitti hon Poul Andreas á
Dunga og gjørdist gøtukona og fekk nógvar eftirkomarar
Hensia Jacobsen
Tey hjá Hans David og Fridu á Skansa. Standandi v.f. Jonhard og Bjarki.
Sitandi Eivind, Frida, Hans Dávid og Jónhild
Fremst á myndini síggjast húsini á Dunga